hósdagur 18. juni 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020
SOSIALURIN 48
21
Komandi partur
Í komandi parti verður m.a. greitt frá einum rættiligum konubroti,
Agnete, kona fútan, Niels Westerby. Hon gav manninum boð um at
skjóta eftir veiðutjóvum!
Eg gav stjóranum, C.C. Daniel
sen, sum var giftur við mostur
míni, tað uppskot, at eg skuldi lata
prenta rykkjaraoyðibløð at senda
teimum, sum vóru í eftirstøðu.
Ein slíkur rykkjari gav kundan
um eina eyka freist. Hetta hugskot
varð góðkent av sparikassanum.
Tað gekk ein tíð, so fann danski
sakførarin hjá sparikassanum út
av, at hann ikki fekk so nógvar
eftirstøður at krevja inn í Suð
uroy, sum hann plagdi at fáa.
Hann fann seg ikki í, at eg sam
bært hansara fatan gjørdi hans
ara arbeiði, hóast hann fekk
teir skuldarar at krevja inn, har
rykkjarin ikki gav nakað úrslit.
Ístaðin fyri at seta sakføraran
upp á pláss, so bakkaði sparikass
in fyri sakføraran. Men soleiðis
var tað. Tá í tíðini ræddist fólk
sakførarar sum pestin, og tað var
ikki uttan orsøk.
Theodor Gregersen
vann á sínum breki
Mín gamli vinur, Theodor Greg
ersen, var ógvuliga sjúkur. Hann
hevur alt lívið verið kúlutur,
og hetta hevur darvað hann
nógv. Millum annað kundi hann
seinastu tíðina ikki liggja niðri
og sova.
Dagin eftir, at eg hevði vitjað
hann seinastu, ferð doyði hann.
Tað kann sigast, at hann hevði
bara vinir. Hansara sinni var so
leiðis, at hann kundi ikki gerast
óvinur við nakran.
Hóast Theodor hevði eitt
likamligt brek, so var hann kort
ini ikki fyri ongum.
Í hesum sambandi kann end
urgevast minningarorð, sum Poul
F. Joensen skrivaði um Theodor:
“Mánadagin hin 5. november
doyði ein av Tvøroyrar best um
tóktu og av fiskimonnum víða um
Føroyar so væl kendu keypmonn
um, Theodor Gregersen. Við hon
um er eitt sjáldsamt menniskja
burturfarið.
Vitjaði ein maður Tvøroyri,
mátti hann sum oftast vitja inn
á gátt hjá Theodor, har var alt
so heimligt og hugnaligt, einki
stórlæti ella vrantinheit, men
góður hýrur og blíð móttøka. Hjá
Theodor samlaðust allir ”klassar”,
og væl dámdi honum at hava
nógv fólk uttan um seg at tosa
við.
Vitugur maður var Theodor,
nationalt sinnaður og væl ment
aður. Sína forrætning arbeiddi
hann upp frá berum botni og átti
eina tíð herfyri nógvan pening.
Slaktaríið á Tvøroyri yvirtók
hann, og undir hansara hondum
hevur tað trivist. So gott sum eina
mørk hevur hann keypt av jørð,
og hópin av seyði átti hann. Ikki
er ivingur um, at seyðabrúkið
stóð hansara hjarta nærri enn
handilsstarvið. Hann legði sær
eina við, at handfara seyðin væl,
og um veturin hevði hann heili
fylgir gangandi uttan um húsini,
har hann sjálvur fóðraði tey við
mais og hoyggj, og ærnar sóu
eisini út hareftir. Altíð hevði hann
fulla skipan, tá hann umframt
sína egnu jørð hevði leigað hópin
av seyðafrælsum ymsa staðni.
Sjálvur kundi hann ikki røkta
seyðin í haganum, tí krypil sum
hann var, orkaði hann onga tíð at
ganga tungar gongur, men hann
kendi tó hvørja kleyv.
Tá Theodor rak í Tvørhaga,
sum hann brúkti ein stóran part
av, var tað sum í brúdleypi á
rættini við øllum góðum, mati og
drekka.
Tá Richard Thomsen, konsul,
keypti Tvøroyrartrolararnar, var
Theodor ein partnari í teimum.
Men tær ringu tíðirnar beindu
fyri hesi týdningarmiklu fyri
tøku. Her misti Theodor Greger
sen einar 15.000 kr. men eingin
hoyrdi hann kúra ella klaga fyri
tí, tí hann var eingin gnýari. Tað
prógvast best av, at tá hann óivað
trongdi til pening í hesum krisu
tíðum, nú handilin var lítil og
eingin, so hevur hann ongantíð
sent sakførara á kroppin á nøkr
um manni, tó hann átti nógvan
pening útistandandi.
Er tað nakrantíð sagt við góð
ari grund um eitt menniskja, at
hann átti bert vinir, so kann tað
sigast um Theodor Gregersen. Tað
sást eisini við hansara gravarferð,
har fólk allastaðni í oynni sýndu
honum hin síðsta heiðurin. Har
var eitt líkfylgi, sum neyvan hev
ur verið størri á Tvøroyri.”
Ikki lætt at fáa læknahjálp
til Stóru Dímun
Náttina 12. desember bleiv eg
uppringdur av telefonstøðini í
Hvalba við boðum um, at tað varð
blussað á Stóru Dímun. Hetta
mátti merkja, at tað var okkurt
áfatt har úti.
Eg fekk fatur á mínum álitis
manni í Sandvík, Jákup á Hólum,
og hann mannaði motorbát til
Dímunar. Seinni fekk eg at vita,
at tað var systir bóndakonuna,
sum var blivin sjúk. Báturin fór
til Sands eftir lækna, og í Skúvoy
høvdu teir fingið staðkend fólk
við. Men tá ið teir komu aftur
til Dímunar, var so nógv brim,
at eingin slapp í land, og teir
máttu fara aftur til Sandvíkar.
Men seinni fekk gentan kortini
læknahjálp.
Mátti fáa skil á
hagaviðurskiftum
Í eini bygd var klagað um, at tað
var óskil við seyðahaldinum. Tað
var m.a. ógreitt hvørjir ið vóru
røktingarmenn, og í onkrum haga
var meira av áseyði enn skipanin
var.
Tað varð roynt at hava fund
um hetta, men einki kom burtur
úr. Í veruleikanum hevði eg einki
við hetta at gera, tí hetta vóru við
urskifti, sum vóru ásett í almenn
um reglum.
Men tá eg fekk fleiri kærur um
viðurskiftini, avgjørdi eg at fara
til bygdina at royna at loysa hesar
trupulleikar. Eg fekk savnað allar
jarðareigararnar, og tað eydn
aðist at fáa greiði á hesum viður
skiftum.
Arbeiðsviðurskifti
Á Tvøroyri bleiv saltfiskurin
fyri ein stóran part útfluttur
óvirkaður sammett við Vág, har
fiskurin varð turkaður til klipp
fisk. Hetta gav meira arbeiði og
størri inntøku til allar partar.
Ein ávísan dag avskipaðu tey
í Vági 12.000 ballir av klippfiski,
meðan tað av Tvøroyri bara fóru
2.600 ballir.
Eg havi gjørt tað samlaða tapið
fyri Tvøroyri upp til kr. 100.000,
ein stór upphædd tá á døgum.
Eg havi fyrr greitt frá, at ar
beiðararnir vóru fyri vanbýti og
máttu fara í verkfall fyri at fáa
lønina í hondina. Men nú teir
hava fingið síni krøv eftirlíkað,
tykist mær, at teir eisini kunnu
vera órímiligir og seta krøv, sum
ikki grundarlag var fyri. Stundum
skulu teir nýta høvið til at vísa
arbeiðsgevarum, at teir nú høvdu
valdið til at gera av, hvar skápið
skuldi standa.
Ein dag fyrst í januar varð ar
beiðið á bedingini niðurlagt, tí
tað var ónøgd við ein nýsettan
bedingsmeistara. Hann var víst
ein strangur harri, men hann var
dugnaligur og vildi hava meira
av skafti. Hetta kundi eingin siga
hann ringan fyri.
Tað vóru eisini onnur stríðs
mál.
Eina ferð varð eg uppringdur
av arbeiðsmannafelagnum Fylk
ing, har teir greiddu frá, at teir
høvdu skipað fyri eini blokadu
av eini stórari fyritøku, tí hon
hevði fólk í arbeiði, sum ikki vóru
felagsbundin.
Hetta var rættiliga skilaleyst
av arbeiðsgevarum at leggja seg
út við arbeiðararnar á ein slíkan
hátt. Við slíkum umstøðum kundi
ikki verða nøkur framgongd í
bygdini. Tað varð sagt, at tað var
politikkur í hesum spliti millum
partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Men um hetta var so, so vóru
arbeiðsgevararnir sjálvir úti um
tað. Men hetta gav so aftur Petur
Mohr Dam møguleika at vísa sín
stuðul til “slitmannin”.
Eg setti meg í samband við
formannin fyri Fylking og mælti
til, at hetta stríð varð avgjørt av
einum gerðarrætti. Hetta kundi
Fylking góðtaka, um áheitanin
kom frá arbeiðsgevarunum.
Hetta fekk eg teir at gera.
Gerðarrætturin gav arbeiðs
gevarunum viðhald, og hetta
góðtók Fylking.
Sama dag fekk eg fjarrit úr
Havn frá fútanum, sum spurdi,
um eg ynskti at fáa tveir politistar
suður fyri at halda skil á í bygdini.
Arbeiðsgevarafelagið hevði biðið
um eina slíka politiverju. Hetta
var áðrenn úrskurðurin kom. Eg
helt, at vit skuldu síggja tíðina
ann.
Tað undraði meg, at arbeiðs
gevararnir uttan um meg høvdu
biðið fútan um politiverju. Tað
tyktist, sum at teir ikki høvdu álit
á mær á hesum øki, helst tí, at eg
áður hevði stuðlað arbeiðarum í
málinum um at fáa teirra løn út
goldna kontant.
Split um Gráubók
Søgan um gráubók helt fram. Eg
kundi uppliva, at menn stuðlaðu
mínum sjónarmiðum, tá vit vóru
tveireinir, men teir kundu siga
tað mótsatta á almenum fundum.
Hetta var hugstoytt.
Føroyatíðindi fór eisini inn
í málið. Herluf Thomsen, sum
upprunaliga hevði biðið meg um
at stilla upp sum løgtingsmaður,
var blaðstjóri á blaðnum. Hann
var nú mín andstøðumaður í síni
skriving í blaðnum. Hetta helt eg
vera á skeivum grundarlagi og eg
svaraði aftur við gjølla at greiða
frá málinum í blaðnum, men
hetta gjørdi ongan mun.
Adressan móti jarðarlógina
helt áfram, og tað vóru nógv, sum
skrivaðu undir. Tey sum gingu
runt við henni fingu boð um, at
laga grundgevingarnar til júst
umstøðurnar hjá viðkomandi.
Hetta tyktist at rigga væl.
Skipari á Smirli umrøddu ferðina
var Símun Wilhelm á Tjørn.
Theodor Gregersen var
eitt serligt menniskja.
Krambúðin hjá Theodor Gregersen.