Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020 SOSIALURIN 48 20 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 43. partur Í hesi áhugaverdu frásøgnini hjá Kristani Djurhuus eru vit komin til 1934, tá ið nógv er á vási bæði í lands­ politikki og lokalt á Tvøroyri. Kristian greiðir frá: Aftur flogfaravitjan og aftur trupul ferð við Smirli Tann 15. september var vitjan av tveimum enskum Sunderland flogførum. Ætlanin var, at tey skuldu fyrst lenda á reduni í Havn, men tey hættaðu ikki at lenda, sum líkindini vóru. Tískil fóru flogførini til Trongisvágs, har tey lendu í øllum góðum. Hetta var eitt stórt vónbrot í Havn. Nógv var fyrireikað, og bretski konsulin, Valdemar Lüt­ zen, hevði bjóðað nógvum gestum við til móttøku í samband við hesa vitjan. Men hetta varð nú av ongum. Ein trupulleiki av hesi avlýsing var, at flogførini skuldu bunkra flúgvarabensin í Havn. Tað mátti nú fáast til Trongisvágs. Tískil varð Smiril sendur ein eykatúr til Tvøroyri við hesum bensini. Hetta var á kvøldið, so eg passaði mær løgir at fara suður við. Men tað var nógvur mjørki, tá ið vit fóru, og vit høvdu ikki land­ kenning fyrr enn við innsiglingina til Trongisvágsfjørð. Hetta var ein rættiliga óvanlig ferð. Tá var einki, sum æt radari. Tað einasta, teir høvdu av hentleikum at sigla eftir var kumpass, klokka og floyta. Við floytuni kundi fáast eitt ekkó, um land var fyri framm­ an. Tað kundi geva eina hóming av, hvar skipið var statt. Tað var so tjúkt í mjørka, at lan­ternurnar máttu sløkkjast fyri ikki at gera ilt verri. Vit kundu ikki so frægt sum síggja niður á sjógv, sjálvt um lýst varð við lummalykt. Tað var sum at sigla gjøgnum mjólkarvatn. Tá ið vit høvdu siglt so leingi, at skiparin helt, at vit skuldu verið við inn­siglingina til Trongisvág, og vit ikki enn høvdu fingið land­kenning, gav skiparin boð um at ankra. Tá ið vit høvdu ligið ankraðir ein tíma, lætti so mikið í, at vit sóu sunnara part av inn­ siglini inn á Trongisvág, so nú var sloppið. Tað er eingin ivi um, at skip­ar­ in, Símun Wilhelm, var ein dugna­ ligur navigatørur. Hann var skipari á Smirli frá 1934 til 1949. Dagin eftir var eg umborð á einum av flogførunum, og seinni um dagin var móttøka hjá Rich­ ard Thomsen, keypmanni. Eg fór skjótt norður aftur til ting­ar­ beiðið. Í september fingu vit boð frá Sjálvstýrisflokkinum, at teir kort­ini ikki fóru at taka undir við teirri fíggjarætlan, sum vit ann­ars høvdu verið samdir um. Men hon varð kortini samtykt av løg­tinginum. Hart at panta Tá ið eg kom suður aftur mátti eg byrja panting av kommunuskatti, ikki júst eitt hugaligt arbeiði. Tey flestu evnaðu at gjalda. Men so vóru tað tey, sum vóru all­ar ringast fyri, har lutir skuldu takast úr heim­in­um fyri ógoldna skattin. Eg vildi helst sloppið und­ an, men hetta var mín em­bætis­ skylda. Serliga minnist eg gomlu konuna, sum græt, tá ið eg fór avstað við hennara seymi­mask­ inu. Í summum førum var talan um húski, sum ikki høvdu fyri mat í munnin. Tá kundi eg siga við kon­ una í húsinum: ”Far út til konu mína og heilsa frá mær og sig, at hon skal geva tykkum okkurt at eta og klæði at lata børnini í”. Tey vóru ikki so fá, sum tóku við hesum tilboði, og eingin fór óhjálp­in av stað aftur. Tá var tað huga­ligt at fáa heilsanina: ”Gud væl­signi tykkum!” Fólk ræddust sakførarar sum pestin Eg var í mong ár umboð fyri Færø Amts Sparekasse í Suðuroy. Virk­ semið var økt nógv seinastu árini. Tað vóru nógv innskot og nógv lán. Rentur og avdráttir vórðu goldin til mín, sum so sendi peningin víðari. Mannagongdin var, at tá ið nakr­ir dagar vóru farnir framvið við gjaldfreistina av lánum, sendi sparikassin skuldina uttan ávaring til sakførara at krevja inn. Hetta kostaði sjálvandi eyka og var sum svullur oman á sár hjá fátækum skuldarum, sum ofta høvdu tað nóg trupult framm­ an­undan. Ein sýslumaður, sum eisini var í fremstu røð í politikki, hevði nógv um at vera. Kristian Djurhuus royndi eisini at hjálpa illa støddum fólki SIÐSØGA FÓLK RÆDDUST SAKFØRARAR SUM PESTIN Tað var aftur flogfaravitjan á Tvøroyri, hesa ferð av Sunderland flogførum. Kristian Djurhuus var nógvar ferðir við Smirli Henda myndin er tikin umborð á Smyrli 4. august 1959 á veg norður til Havnar. Aftast: Kristian Djurhuus, Niels Holm Jacobsen og Dion Nolsøe. Fremst: Mortan Erik Leo (sonur Alla Leo) og Jóannes Ismarsson Joensen. Myndaeigari er: Jóannes I. Joensen Kristian Djurhuus: