Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. JUNI 2020 SOSIALURIN 48 25 TRÓNDUR ARGE S um stigatalvan er í 2. Bundes­liguni í løtuni, so kann Arminia Biele­ feld í ringasta føri blíva nummar tvey. Tað gevur beinleiðis uppflyting til Bundes­ liguna. Jóan Símun Ed­munds­ son hevur sáttmála við Arminia Bielefeld fyri komandi kapp­ ingarár, og tí er líkt til at vit á fyrsta sinni fáa ein før­oyskan spæla í bestu deildina í Týsk­ landi. - Eg hevði ikki væntað, at eg fór at fáa møgueikan at spæla í einum av teimum stóru deild­ unum. Eg helt at tað tokið var farið. Nú sær út til at eg fái ein kjans til tað, og tað eri eg fegin um, sigur Jóan Símun Ed­ mundss­on. Toftamaðurin byrjaði við at skifta frá barndómsfelagnum B68 til Newcastle í Onglandi. Lopið var kanska nakað stórt og síðani spældi hann við fleiri feløg­um og endaði á Argjum í AB. Síðani skifti hann til HB, Vejle og OB, áðrenn hann bleiv seld­ur til Arminia Bielefeld í næst­bestu deildini í Týsklandi. Eftir eitt farmúr kappingarár hevur Arminia Bielefeld vunnið sær uppflyting frammanfyri stórum feløgum sum Hamburg SV og VfB Stuttgart. Sat og hugdi eftir føroyskum fótbólti Endaliga staðfestingin kom týs­kvøldið, tá Hamburg SV spældi javnleik. Dagin fyri hevði Arminia Bielefeld vunnið 4-0 á Dynamo Dresden og næstan tryggja sær uppflytingina. Sjálvur sat Jóan Símun og hugdi eftir dystinum millum B36 og NSÍ, tá verturin á FM1, Heri Simon­sen, ringdi til hansara fyri at for­telja honum, at nú var upp­ flyt­ingin endaliga tryggjað. - Eg sat heima og hugdi eg B36 og NSÍ, tá eg síggi at tú skriv­ar og ringir til mín. Eg hevði ikki fylgt so væl við í dysti­num hjá Hamburg, og at hann endaður við javnleiki. Tað alt eitt sindur fjart beint nú, men tað skal nokk koma tá vit standa á einum Bundesliga-leik­ vølli komandi kappingarár. Tá gongur tað nokk upp fyri ein­ um hvussu kempistórt tað er. Tað er torført at raðfesta hvussu stórt tað er, men at klára hetta yvir eitt kappingarár, tað ger at tað er heilt uppi í toppinum av mínum upplivingum, segði Jóan Símun Edmundsson við FM1 týs­ kvøldið, og legði afturat: -Vit fingu longu kvøldið fyri eina ábending um hvønn veg tað bar, tá vit vunnu okkara dyst. Tá vóru níggju stig niður til Stutt­gart, og vit hava nógv betri mál­úr­tøku enn teir. Tí fylgdi eg ikki so væl við dystinum hjá Hamburg, sum endaliga stað­ festir at vit flyta upp. Vit vinna dystin móti Dynamo Dresden heilt suverent. Vit koma á odda 1-0 og vit vita at vit koma at vinna dystin. Tað var heilt fantast­iskt, segði Jóan Símun Ed­mundsson. Føroyski landsliðsspælarin hevur sitið uttanfyri síðani korona­steðgin. -Tað er sjálvandi einki stutt­ligt at vera skaddur, men eg føli at eg eigi mín stóra part í upp­flyt­ ingini. Nú snýr tað seg um hjá mær at blíva klárur aftur, men vón­andi fái eg nakrar minuttir í komandi kappingarári. Tey signal­ini eg havi fingið er, at hóp­urin verður stórtsæð tann sami til komandi kappingarár, og eg føli at venjarin stólar upp á meg, so eg vænti at spæla eisini í Bundes­liguni, sigur Jóan Símun Edmundsson at enda. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Tað sigur Jóan Símun Edmundsson um at fáa møguleikan einum av teimum heilt stóru deildunum í evropesiskum fótbólti. – Eg hevði ikki væntað, at eg fór at fáa møguleikan at spæla í einum av teimum stóru deildunum. Eg helt at tað tokið var farið, sigur toftamaðurin í Arminia Bielefeld JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON: JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON: EG HELT AT TOKIÐ VAR FARIÐ EG HELT AT TOKIÐ VAR FARIÐ Arminia Bielefeld í Bundesliguna: