Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 26 TRÓNDUR ARGE – GUNDADALUR, TÓRSHAVN T að hava verið fimm spenn­andi dystir í 8. um­fari. Týskvøldið spældu B36 og NSÍ javn­leik í Gundadali, sum kostaði Jákupi á Borg, venjara hjá B36, eina útvísing. Á Argjum var AB ávegis einum sigri við flottum máli frá Janusi S. Samuelsen, meðan enn eina ferð skoraði EB/ Streymi langt inni í yvirtíðini. Mikukvøldið vann TB sín fyrsta sigur í ár, tá teir vunnu 2-0 á Skála. Í Sarpugerði er eitt sindur av kreppustemningi, eftir at Víkingur tapti á heimavølli móti grannunum úr Fuglafirði, sum nú eru komnir í topp-fimm partin av stigatalvuni. Og so var klassikarin í før­ oyskum fótbólti í Gundadali, har HB og KÍ spældu javnleik 3-3. Tað er okkara “Dysturin hesa viku­na”, og tú kanst lesa meir um tað aðrastaðni í blaðnum. Stuldur í Gundadali B36 var greitt omaná í Gundadali, tá NSÍ var á vitjan. Tølini siga at B36 hevði sjey skotroynir á mál og NSÍ bara tvær, meðan B36 somuleiðis hevði 12 skot fram­ við, meðan NSÍ bara hevði tað eina. B36 fekk eina dreymabyrjan, tá Sebastian Pingel longu aftaná tríggjar minuttir stútaði bóltin í eitt tómt mál, eftir at Árni Frederiks­berg sendi eitt fríspark á tvørstongina. Síðani hevði B36 ein mál­ møgu­leika fyri og annan eftir, men inn vildi bólturin ikki. Partar av ætlanini hjá NSÍ rigga, men Petur Knudsen ásann­ ar at tað var ikki ætlanin, at B36 skuldi koma til so nógvar málmøguleikar. -Eg føli – og tað tosa vit eisini um í hálvleikinum – at vit hava teir har, sum vit skulu. Vit fáa teir at spæla langar bóltar, men síðani eru vit ikki nóg klárir, tí teir fáa møguleikar við at sparka langt afturum verjuna. Tórður Thomsen hevur verið ein brandur og hann bjargar okkum eitt stig í dag, sigur málskjútti hjá NSÍ um málverjan. Í seinna hálvleiki heldur góða gongdin fram og B36 hevur upp­aftur fleiri málmøguleikar. Sebastian Pingel rakar tvør­ stong­ina og tá beint yvir ein tími er farin, er danski áleyparin aftur leysur. Hesa ferð skorar hann, men endurtøkurnar vísa, at hann verður av órøttum dømd­ur fyri rangstøðu. Tá klokkan sigur 66 minuttir fær NSÍ sín fyrsta og einasta stóra málmøguleika. Jann Benja­ min­sen finnur Petur Knudsen og so er 1-1. -Eg síggi at Jann Benjaminsen hevur bóltin, og at verjan hjá B36 hyggur bara bólt. So er at renna afturum verjuna og har var ikki nógv annað at gera, enn at skjóta bóltin í málið. Eitt stig burturúr einum kjansi, tað kunnu vit verða nøgdir við – vit kunnu ikki klaga, sigur Petur Knudsen. Øði kemur í grindina Tað passar B36 illa, at NSÍ skorar upp á eina málmøguleikan, og nú merkist eisini á ávís frustratión í B36-leguni. Bæði á vøllinum og á áskoðarplássunum. Eina løtu kemur róp í og áskoðarar rópa “reyvarhol” eftir dómaranum. Nakað sum formaðurin í felag­ num hevur átalað. Kári á Høvdanum hevur úr at gera við floytuni á vøllinum, men tað sissar ikki B36-leguna. Fimm minuttir fyri tíð fær Jákup á Borg fyrst gult kort. Síðani klárar hann ikki at halda sær og svarar til eina ferð afturat og verður síðani burturvístur. Eftir­fylgjandi var venjarin hjá B36 argur. - Eg fekk eitt býtt reytt kort og skal eisini duga betri at stýra mær, men tað er ótrúligt, at mann vil sleppa í fokus. Tað er frusterandi at vit aðrir, sum fylgja við føroyskum fótbólti, ikki klára at flyta okkum á sama stig sum spælararnir. Tá ein spælari hjá mær spælir illa, so spælir hann ikki næstu ferð. Heldur enn at verja hvønn annan og fortelja hvussu góður tú er, so heldur seta viðkomandi upp á pláss, so viðkomandi ikki dømir næstu ferð. Spælararnir skulu hava rós, men vit rundanum – tað kann verða venjarar, nevndir og onnur – vit klára ikki ordiliga at fylgja við, sigur Jákup á Borg. Hann rósar spælarunum á vølli­num fyri ein góðan dyst, og tykist fílast á dømingina uttan at siga tað beinleðis. Venjarin hjá B36 er eisini firstin um, at liðið bara fær eitt stig í einum dysti har B36 er so nógv betri. -Úrslitið er av hundan og til, men avrikið kann eg ikki seta fingurin á. Eg eri ófatiliga stolt­ur av tí, sum teir avrikaðu í dag, men tað er frustrerandi at vit bara fáa eitt stig bruturúr. Er hetta innstillingurin og dirvið til at spæla hvørja ferð, so kunnu vit koma rættiliga langt, sjálvt um vit hava mist dekan ov nógv stig longu nú. So nøgdur við alt uttan úrslitið og at eg skal brúka meg so illa, sigur Jákup á Borg. Runavíkingar fóru rímiliga væl nøgdir til Havnar, eftir at hava fingið stig í Gundadali, sum ikki er so óvanligt. -Eg eri nøgdur við partar av spæli­num, men tað eru eisini ting, sum vit kunnu gera betri. Tað er tor­ført fyri øll lið at koma í Gunda­dal at spæla, men tú kanst eisini hyggja við øðrum brillum og siga, at málið hjá teimum er heppið. Nú hava vit ikki tapt í Gundadali í tvey ár, so vit fara rímiliga nøgdir til Runa­ víkar, sigur Petur Knudsen. EB/Streymur javnaði í yvirtíðini 27. juli í fjør – dagin fyri ólav­søku­ aftan – var EB/Streymur gestur á Argjum. Tá var heimaliðið á odda, inntil í 97. minutti, og so javn­aði EB/Streymur. Tað var stórt ólavsøkuvónbrot fyri teir á Argjum. Týskvøldið var AB frammanfyri, tá ið klokkan var farin av 90 minuttum. Fimm minuttir undan steðgi­num legði Janus Svabo Samuel­sen heimaliðið framum 1-0 við fínum skoti, eftir at hann hevði sneitt seg leysan í brotsteiginum. Fyrstu løtuna var EB/ Streym­ur sera ágangandi, og Arn­bjørn Hansen hevði bólt­ in á stólpanum, og tað vóru fleiri aðrar spentar støður í heimabrotsteiginum. Men AB reið stormin av, og sum hálv­ leikurin leið, fingu heima­ menninir betri tak á spælinum, og so eydnaðist tað at skora til 1-0. Sum tað leið fram ímóti dystar­enda, bendi alt meiri á, at tað skuldi eydnast AB at vinna ársins fyrsta sigur, men so gekk tað, sum tað gjørdi á ólavsøku í fjør. Fríspark varð lagt í AB brotsteigin, og har eydnaðist tað Niklas T. Kruse at seta bóltin í málið, og so var 1-1. Sum á ólavsøku fyri einum ári síðani. Stórur skelkur í Sarpugerði Ein tann størsti skelkur í ár var, tá ÍF í dýrdarveðri í Sarpugerði mikukvøldið vann Betri deildin menn 8. umfar: Petur Knudsen bleiv dagsins maður fyri runavíkingar, sum stjólu eitt stig í Gundadali. EB/Streymur skoraði enn eina ferð langt inni í yvirtíðini á Argjum, ÍF setti grannarnar upp á pláss og er í topp-fimm, meðan TB vann sín fyrsta dyst 8. umfar: PETUR STJÓL EITT PETUR STJÓL EITT STIG STIG Í GUNDADALI OG Í GUNDADALI OG ØÐI KOM Í GRINDINA ØÐI KOM Í GRINDINA