Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 27 grannauppgerðina ímóti Víkingi við 2-1. Við sigrinum hevur ÍF vunnið seg fram á fimta plássið og trýst Víking niður á sætta plássið. Fuglfirðingar vístu fínan hug­burð og arbeiddu framúr væl, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð varð fagnaðurin í reyðu og hvítu leguni øgiligur. Hans Jørgen Djurhuus, sum hevur spælt 261 dystir í bestu deildini - nógv teir flestu fyri GÍ og Víking - var í síni tíð eyðkendur stríðsmaður á mið­ vøllinum. Hesa ferð eydnast honum og Ólavi Larsen at fáa teirra menn at stríðast og vísa hug­burðin, sum minti nógv um tann hjá venjaranum, tá ið hann var spælari. Innskifti Gundur E. Petersen, sum longu í 19. minutti avloysti skadda Boga Løkin, legði ÍF framum, tá ið seinni hálvleikur var eitt korter gamal. Filip Djor­ djevic, sum sýndi sera góðan hug­burð, var í góðari støðu, men bólturin stakk til Gundur E. Petersen, sum skoraði. Uros Stoja­ nov økti um mun­in til 2-0, tá ið tað restaðu 17 minuttir. Aftur var tað Filip Djor­djevic, sum nógvu tey sein­ astu árini hevur spælt við Vík­ingi, men í vetur skifti til Fugla­firðar, sum átti uppleggið. Hann var ein øgiligur brandur. Tíggju minuttir undan leik­ loki minkaði Finnur Justinussen um munin til 2-1. Aftur var Finn­ ur Justinussen á beinkinum frá fyrsta bríksli. Longu eftir stórt korter varð hann skiftur inn fyri Andreas Lava Olsen, sum fór skaddur av vøllinum. Hetta var fyrsta málið hjá Finni síðani hann tíðliga í vár flutti aftur til Víking eftir at hava verið fleiri ár í Danmark. Víkingur hevði væl fleiri at­ sóknir enn gestirnir, og tað var onkra ferðina heilt vandamikið í sambandi við hornaspørk, men tað eydnaðist ikki at fáa bólt­in framvið sera stinna ÍF mál­verjanum Milos Budakovic og Jákup Nolsøe Olsen, sum av­loysti, tá ið Milos Budakovic í 71. minutti fór skaddur av vøllinum. Helst er talan um kross­bandsskaða. Fagnaðurin í ÍF leguni var stór­ur, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og tað er lætt at skilja. Sigurin ber við sær, at ÍF nú leyp bukk upp um grann­ar­ nar og favorittarnar í Víkingi, sum nú ikki eru millum tey fimm ovastu. So vann TB Í áttandi royndini eydnaðist tað TB loksins at vinna ein dyst í ár. Tað gjørdu teir við 2-0 sigri á Skála. TB hevur serliga á heima­ vølli verið nær við, men nú komu stigini á útivølli og uttan at avrikið var so sannførandi. -Í fleiri dystum á heimavølli hava vit verið væl nøgdir við leik­liga avrikið, men tá hava vit ikki vunnið úrtøku. Í kvøld spældu vit ikki serliga væl. Talan var um ikki so skipaðan dyst, men vit vunnu, og í tí støðu, sum vit nú eru i, hevur tað mest at siga, sigur Poul Ingason og legg­ ur afturat: -Áskoðararnir stuðla okkum nógv, og bæði teir og vit harmast um, at tað ikki enn er eydnast at vinna stig á heimavølli, tí vit hava verið tætt við, og vit hava spælt væl á heimavølli, sigur Poul Ingason Fyrra málið stútaði miðverjin Ndende Adama Guéye við hand­ ara stólpa eftir horna úr vinstru. Tá var ein tími farin. So spenti heimaliðið álopsbogan, og tað vóru fleiri spentar støður og stórir møguleikar frammanfyri TB málið, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið. Høvuðsorsøkin til, at tað ikki eydnaðist Skála at skora, var TB málverjin Meinhardt P. Joen­sen, sum var ein sannur brand­ur millum TB stólparnar. Tað eydnaðist Heðini Klakstein at fáa bóltin í TB málið, men tá veittraði hjálpardómarin fyri rang­støðu. Í tíðini, sum dómarin legði aftr­at, økti TB um leiðsluna til 2-0, sum varð úrslitið. TRONDUR@SOSIALURIN.FO TÝSKVØLDIÐ: AB – EB/Streymur 1-1 (1-0) 1-0: Janus Svabo Samuelsen 39. 1-1: Niklas T. Kruse 91. Dómari: Aron Sofus Vest AB: Silas Eyðsteinsson – Tróndur J. á Høvdanum, Sørin N. Samuelsen, Bjarni Skála – Jesper Van Der Heyden, Jákup Pauli Breckmann, Bartal S. Petersen (Tóki á Lofti, 75.), Asbjørn Heðinsson – Janus Svabo Samuelsen, Jón Krosslá Poulsen (Adeshina Lawal, 53.), Bjarki C. Nielsen Gul kort: Tróndur á Høvdanum, Asbjørn Heðinsson, Bartal Petersen, Bjarni Skála Útvísing: Asbjørn Heðinsson Venjari: Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen EB/Streymur: Rói Zachariasen – Petur Zachariasen, Árni G. Olsen, Andras Ó. Olsen, Ragnar Danielsen – Fannhard Skoradal, Gestur Bogason Dam – Niklas T. Kruse, Teitur H. Johannesen, Teitur D. Olsen – Arnbjørn T. Hansen Gul kort: Niklas Kruse, Petur Zachariasen og Gutti Dahl-Olsen Venjari: Jákup Martin Joensen B36 – NSÍ 1-1 (1-0) 1-0: Sebastian Pingel 1-1: Petur Knudsen Dómari: Kári J. á Høvdanum B36: Rói Mørk Hentze – Erlendur Magnussen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard (Benjamin Heinesen, 80.min) – Eli Falkvard Nielsen, Sebastian Radosavljevic (Brian Jakobsen, 85.min) – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel Gul kort: Stefan Radosavljevic, Árni Frederiksberg, Meinhard Olsen Útvísing: Jákup á Borg, venjari Venjari: Jákup á Borg NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen (Pætur Hentze, 61.min), Búi Egilsson (Aron Knudsen, 41.min), Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen, Jann S. Benjaminsen – Petur Knudsen (Steffan Løkin, 92.min), Klæmint A. Olsen Gul kort: Búi Egilsson, Aron Knudsen, Pætur Hentze Venjari: Glenn Ståhl MIKUKVØLDIÐ: Skála – TB 0-1 (0-0) 0-1: Ndende Adama Guéye 59. 0-2: Poul Ingason br 92. Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen Skála: Bárður á Reynatrøð – Jóhan Waag Høgnesen, Kristian Martin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen, Djóni Petersen – Heðin Klakstein, Mikal á Reynatrøð, Niels Pauli Danielsen (Jónhard Frederiksberg, 76.), Poul Kallsberg (Ronni Møller-Iversen, 60.) – Aksel B. Danielsen (Andreas Egeberg Jacobsen, 54.), Jan Ingason Hansen Gult kort: Niels Pauli Danielsen, Poul Kallsberg, Kristian Martin Jakobsen Venjari: Bill Jacobsen TB: Meinhardt P. Joensen – Sebastian Kroner, Rasmus Kawiecki Møller, Ndende Adama Guéye, Musah Armah – Rógvi Joensen (Jens Erik Bruhn, 81.), Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo, Nikolei Johannesen (Einar Thorsteinsson, 52.) – Mads Raben, Poul Ingason (Andreas Midjord, 93.) Gult kort: Dánjal Godtfred Venjari: Michael Winter Víkingur – ÍF 1-2 (0-0) 0-1: Gundur E. Petersen 60. 0-2: Uros Stojanov 73. 1-2: Finnur Justinussen 80. Dómari: Bjarki Danielsen Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomis, Elias Lervig (Ingi Jonhardsson, 77.) – Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar – Lukasz Cieslewicz (Arnbjørn Svensson, 77.), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Andreas Lava Olsen (Finnur Justinussen, 28.) Gult kort: Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar Venjari: Eyðun Klakstein ÍF: Milos Budakovic (Jákup Nolsøe Olsen, 71.) – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Karl Løkin, Hákun Edmundsson – Bogi Løkin (Gundur E. Petersen, 19.), Filip Djordjevic, Ari Ó. Ellingsgaard – Uros Stojanovic Gult kort: Karl Løkin, Andy Ó. Olsen, Ari Ó. Ellingsgaard Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen HB – KÍ 3-3 (1-2) 1-0: Daniel Johansen 8. 1-1: Jóannes K. Danielsen 28. 1-2: Patrik Johannesen 30. 2-2: Jógvan Rói Davidsen 56. 2-3: Jonn Johannesen 58. 3-3: sjálvmál 73. Dómari: Alex Troleis HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr (Jógvan Rói Davidsen, 55.), Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu - René S. Joensen (Kevin Schindler, 84.), Øssur M. Dalbúð, Pætur J. Petersen Gult kort: Bartal Waradum Venjari: Jens Berthel Askou KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Alessio Hyseni, 57.), Jesper Brinck, , Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Páll A. Klettskarð, 76.) – Jonn Johannesen (Boris Dosljak, 62.), Ole Erik Midtskogen Gult kort: Patrik Johannesen Venjari: Mikkjal Thomassen Fakta 8. umfar: Betri deildin menn støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 HB 8 7 1 0 23 6 17 22 2 NSÍ 8 5 2 1 20 4 16 17 3 KÍ 8 5 2 1 23 9 14 17 4 B36 8 5 1 2 23 13 10 16 5 ÍF 8 4 1 3 12 17 -5 13 6 Víkingur 8 3 2 3 12 13 -1 11 7 EB/S 8 2 1 5 6 14 -8 7 8 TB 8 1 2 5 5 11 -6 5 9 AB 8 0 3 5 4 23 -19 3 10 SKÁLA 8 0 1 7 6 24 -18 1