Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 28 TRÓNDUR ARGE – GUNDADALUR, TÓRSHAVN L øtan undan fyrsta svarinum sigur alt. Bæði Mikkjal K. Thomassen, venjari hjá KÍ, og Jens Berthel Askou, venjari hjá HB, anda djúpt inn og næsrmast rista upp á høvdið við einum smíli, tá teir skulu seta orð á 3-3 javn­leikin í Gundadali. -Vit kenna ikki okkara vitjarn­ar­tíð í dag. Vit spæla ein ótrú­liga góðan dyst í dag, og eg haldi eisini at HB arnir eru góðir. Tvey góð lið, sum eru álops- og presssinnað. Eg haldi vit vísa okkum frá okkara góðu síðu og eg vænti at øll rundanum fingu ein góðan dyst, sigur Mikkjal Thomassen, sum tó ikki var nøgd­ur við eina stigið. -Uha, hetta var hektiskt. Tað er stutta lýsingin av hesum dyst­ unum. Hetta var ein intensur dystur og spælararnir sita í skifti­ rúminum púra tømdir fyri ørku. Vit máttu seta hjálparvenjaran inn eina løtu, fyri at fáa nakað av royndum á vøllin, og vit hava ein 16 ára gamla miðverja, ið verður av­bjóðaður, men seinastu tjúgu minuttirnar eigur hann allan vøllin. Vit hava ein málverja, sum er tann besti eg havi sæð í Før­oyum og vit vísa vilja, dirvi og alt tað mótstøðuføri, ið tú sum venjari kann ynskja tær, sigur Jens Berthel Askou. Fleiri av áskoðarunum tóktust næstan standa sum kán­us, tá dómarin bríkslaði fyri sein­astu ferð, eftir 90 minuttir við seks málum, fullari ferð og dysturin var ongantíð avgjørdur. 16 ára gamal í miðverjuni Tveir ungir mans gjørdu um seg. Fyri HB var talan um 16 ára gamla Samuel Johansen Chuk­ wudi. Hann fekk sínar fyrstu minuttir í fjør og byrjaði fyri fyrstu ferð inni farna viku­ skiftið, tá HB vann 3-0 á Skála. Bæði Delphin Tshiembe og Heðin Hansen eru skaddir og tí fekk Samuel Chukwudi møgu­ leikan frá byrjan aftur. Í fyrra hálvleiki hevði hann stórar trupulleikar av álops­ spæli­num hjá KÍ, har serliga Ole Erik Midtskogen var stinn­ ur. Í seinna hálvleiki spældi mið­verjin seg upp, og tað end­ aði við at hann vann flestu nær­dystirnar seinastu tjúgu minutt­irnar. -Hann verður avbjóðaður í fyrra hálvleiki, men eg havi sjáldan sæð ein ungan spælara reist seg so væl í leypi av einum dysti. Seinastu tjúgu minuttirnar eigur hann allan vøllin. Síðani eg kom til HB er hann farin frá at verða ein drongur til at verða ein ungur maður, sigur Jens Berthel Askou um Samuel Johansen Chuk­wudi. Jonn er nú áleypari 18 ára gamli Jonn Johannesen er eitt sindur longri í fótbólts­menn­ ingini enn mótstøðumaðurin úr HB. Hann fekk sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið hjá KÍ í 2018, og spældi ein størri leiklut í fjør, tá KÍ vann FM. Í flestu førunum hevur hann spælt á vonginum, men í ár er Jonn Johannesen at síggja sum áleyp­ari. Hann skoraði eisini eitt ordans áleypara mál, tá hann setti stórutá á eitt innlegg frá Jóannesi Bjartalíð í seinna hálvleiki. -Tað er nakað við hansara renn­ing­ur og time’ing. Sum áleyp­ari ert tú altíð í brots­teigi­ num, meðan tú sum vongur mangan kemur inn sum annar ella triði maður. Hann dugur tey grundleggjandi tingini út frá álopsplássinum. Góða fyrstu nerting, dugur væl við rygginum móti málinum, sterkur í høvdinum, gott skot og kann skjóta við báðum beinum. Hann er eisini skjótasti spælari í hópinum hjá okkum, sigur Mikkjal Thomas­ sen um Jonn Johanne­sen. Eitt fýrverk av einum fótbóltsdysti Tað byrjaði longu aftaná sjey minuttir, tá Daniel Johansen sendi fríspark beinleiðis á KÍ- málið. Fríspark er úr spískum í høgru, men vinsti bakkurin hjá HB meddaði til og so bleiv Kristian Joensen ov seinur. Jóannes K. Danielen javnaði til 1-1 í 28. minutti, og næstu løtuna høvdu klaksvíkingar møgu­leika at avgera. Patrik Johanne­sen var ovurfegin, tá ið hann við sínum fyrsta máli í ár legði KÍ á odda, tá ið ein hálvur tími var farin. Fýra minuttir seinni peikaði dóm­arin á brotssparksblettin. Jóannes Bjartalíð fekk gilta møgu­leikan at økja um leiðsluna, men Teitur M. Gestsson bjargaði meistarligt. Liðformaðurin hjá HB, Jógv­ an Rói Davidsen, loysti Hera H. Mohr av á høgra bakki, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minutt­ir gamal. Ein stóran minutt seinni smekkaði hann til úr 22 metrum, og bólturin sigldi flatt eftir vøllinum millum vinir og fíggindar og í málið. HB fagnaðurin stórur í tveir minutt­ir, so streyk Jóannes Bjarta­líð avstað og legði flatt inn­fyri úr vinstru, har tveitti Jonn Johannesen seg fram við nærra stólpa og stýrdi bóltin í málið. Tað lá í luftini, at nú høvdu klaks­víkingar av álvara fingið fatur á rætta endanum, men seytjan minuttir undan leikloki javnaði sera eyðsýndi Daniel Johansen við langskoti. Á dómara­seðlinum stendur, at Patrik Johannesen hjá KÍ er skrá­settur fyri at gera sjálvmál. Tað vil siga, at bólturin tók í KÍ spælaran og snýtti KÍ málverjan. René S. Joensen hevði møgu­ leika at leggja HB á odda, og í yvir­tíðini var innskifti Páll A. Klett­skarð um reppið at verða dagsins maður, tá ið hann var í góð­ari støðu eftir innlegg úr høgru, men tað varð blokerað til KÍ horna, og so bríkslaði Alex Tro­leis fyri síðstu ferð. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Tað var framúr undirhald í Gundadali, tá KÍ gjørdist fyrsta liðið, sum tók stig frá HB í ár. Gestirnir úr Klaksvík vóru omaná, men eitt skert HB-liði við Teiti M. Gestsson í stórformi og 16 ára gamla Samuel Johansen Chukwudi í miðverjuni megnaðu at standa ímóti Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... HB: VIT LEITA EFTIR ONKRUM SPÆLARA Flytingarvindeygað er opið og hópurin hjá HB er tunnur. – Tað er tað klárt, at vit hyggja eftir nøkrum spælarum, men tú veist ongantíð hvussu tað spælir av. Vit vilja hava spælarar, sum vilja menna seg og flyta seg, men teir vilja onnur eisini hava. Vit hava ikki nógvr pengar, men bjóða eitt gott umhvørvi, sigur Jens Berthel Askou HB-KÍ 3-3 FANTASTISKT FANTASTISKT UNDIRHALD UNDIRHALD Í Í GUNDADALI GUNDADALI