Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 29 Teitur dagsins maður í Gundadali Tað sigur ikki so lítið um dystin, at ein málverji, sum letur trý mál inn, verður dagins maður. Tað ber boð um nógvar málmøguleikar og at KÍ mundi hava teir flestu, hóast HB arnir eisini vóru næskir. Tað kemst ikki uttanum mál­verjan hjá HB, sum stór­bjargaði einum brotssparki og hevði minst fýra aðrar stórar bjargingar. Tað er illa til at siga, at hann kundi gjørt nakað við málini. Ungi maður­in í miðverjuni, Samuel Chuk­ wudi spældi seg upp eftir eina avbjóðandi byrjan. Bartal Wardum átti nakrar týdningarmiklar taklingar, men kostaði eisini eitt býtt brots­spark. Á vinstra bakki spældi Daniel Johansen væl og skoraði eitt, og átti stóran lut í 3-3 málum, sum tó er noterað sum sjálvmál. Miðjan kom rímiliga væl frá uppgávuni, meðan Pætur Petersen og René Shaki Joensen vóru ein støðug hóttan, men Øssur Dalbúð var farin í arbeiðshandskarnar. Hjá KÍ sær Kristian Joensen ikki so gott út í fyrsta málinum, men hevur aðrar bjargingar. Restar eitt sindur í FM-forminum frá í fjør. Í verjuni koma bakkarnir væl frá tí. Millum annað skorar Jóannes Kalsø Danielsen. Í miðverjuni er Odmar Færø eitt sindur stinnari, men Jesper Brinck er eisini drúgvur. Deno Pavlovic er altíð til staðar tá hann spælir, meðan spælararnir á fremstu rekkju gjørdu tað væl. Í mun til hvat er væntað, so var Jóannes Bjartalíð eitt sindur spakur. Spælarametingar: Betri deildin 8. umfar HB 1 3 KÍ 2 3 GUNDADALUR, TÓRSHAVN, 18. JUNI 2020 8 5.5 5.5 6.5 6 5 6 6 6 5.5 7 4 7 6 6 6 7.5 6 6 7 6.5 6 TEITUR M. GESTSSON HERI H. MOHR MIKKEL FRANKOCH RENÉ S. JOENSEN MATHIAS NYGAARD ØSSUR M. DALBÚÐ DAN Í SOYLU PÆTUR J. PETERSEN BARTAL WARDUM SAMUEL CHUKWUDI DANIEL JOHANSEN KRISTIAN JOENSEN JÓANNES K. DANIELSEN JÓANNES BJARTALÍÐ ODMAR FÆRØ DENI PAVLOVIC JONN JOHANNESEN JESPER BRINCK JÁKUP B. ANDREASEN OLE ERIK MIDTSKOGEN ÍSAK SIMONSEN PATRIK JOHANNESEN Jógvan Rói Davidsen, 55.min Kevin Schindler, 84.min Alessio Hyseni, 57.min Boris Dosljak, 62.min Páll A. Klettskarð, 76.min 6 5 5 5 5 Dómari: Alex Troleis Tað eru óiva smálutir, sum kundu verið øðrvísi, men sa- manumtikið kom dómarin væl frá uppgávuni. Alex Troleis er við útmerka seg sum ein góður dómari til stórdystirnar 8 HB – KÍ 3-3 (1-2) 1-0: Daniel Johansen 8. 1-1: Jóannes K. Danielsen 28. 1-2: Patrik Johannesen 30. 2-2: Jógvan Rói Davidsen 56. 2-3: Jonn Johannesen 58. 3-3: sjálvmál 73. Dómari: Alex Troleis HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr (Jógvan Rói Davidsen, 55.), Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu - René S. Joensen (Kevin Schindler, 84.), Øssur M. Dalbúð, Pætur J. Petersen Gult kort: Bartal Waradum Venjari: Jens Berthel Askou KÍ: Kristian Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (Alessio Hyseni, 57.), Jesper Brinck, , Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (Páll A. Klettskarð, 76.) – Jonn Johannesen (Boris Dosljak, 62.), Ole Erik Midtskogen Gult kort: Patrik Johannesen Venjari: Mikkjal Thomassen NÝGGJAR SPÆLARA­METINGAR (2020): 1-3: Avrikið er ikki gott og tað kostar liðnum meir ella minni 4-6: Avrikið er miðal. Spælarin ger tað, sum verður væntað av honum 7-9: Avrikið er yvir miðal og spælari eigur lut í liðið kemur betri frá uppgávuni 10: Verður bara givið heilt framúr avrik, sum er alt avgerandi fyri dystin. Verður bara givið í serligum føri. KÍ: TAÐ VERÐUR HELST TILGONGD Flytingarvindeygað er opið og KÍ er sett samband við Heina Vatnsdal. – Eg fari ikki at viðmerkja einstakar spælarar, men vit hava mist tveir spælarar og tað er ivasamt um leigan av Alessio Hyseni heldur fram eftir summar. Við kappingarbyrjan hildu vit hópurin var passaligur, men ikki ov stórur. Nú mangla tveir, sigur Mikkjal Thomassen.