Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 30 TRÓNDUR ARGE S tóri dysturin í seinasta um­farinum í fyrsta trið­ inginum verður mána­ kvøldið í Runavík, har NSÍ tekur móti oddalinum HB, sum setti síni fyrstu stig til í vikuni, tá teir spældu javnleik 3-3 móti KÍ í avbera undirhaldandi dysti. Eitt skert ÍF-lið fær vitjan av B36, sum avrikaði væl í dysti­ num móti NSÍ í vikuni, men uttan at fáa fulla úrtøku. ÍF vann mikukvøldið góða 2-1 sigur í Sarpu­gerði og hevur fyribils sløkt fyri øllum práti um topp- og botn-fimm, tí nú er ÍF á fimta plássi – frammanfyri Víking. Víkingur er á vitjan í Sunda­ lagnum, har EB/Streymur tekur ímóti. Heimaliðið hevur vunnið tvær ferðir við Margáir í ár, og vann sær stig í evstu løtu móti AB týskvøldið. Skal Víkingur ger sær nakrar tankar um Evropa komandi kappingarár, so skal lið­ið hava fult sunnukvøldið. Mest spennandi dysturin sunnu­dagin er í Trongisvági, har tvey av botnliðunum møt­ ast. Heimaliðið vann sín fyrsta dyst í ár um vikuskiftið, tá TB vann 2-0 á Skála. Við sigrinum er TB komið undan niður­flyt­ ingarstrikuni, meðan argja­menn við trimum stigum eru undir niður­flytingarstrikuni. Í Klaksvík er KÍ stórfavorittur, tá Skála kemur á vitja. KÍ hevur av­rikað væl í at kalla øllum dyst­ unum í ár, men í mun til í fjør, so koma sigarnir ikki í hús í løtuni. Skála liggur aftast við einum stigi og tað skal nógv óvæntað henda, um tað verður broytt sunnu­dagin. UEFA: Stórar broytingar ávirkar eisini føroysk lið Føroysku feløgini, sum skulu í kapping í summar skulu bara spæla ein dyst hvørt umfar. Tað boðar UEFA frá, sum gjár hevði ein stóran tíðindafund, har tað bleiv kunngjørt hvussu kappingarnar hjá evropesisku fót­bóltssamgonguni verða av­ greidd­ar. Fyri føroyska feløg hevur tað ávirkan, at undankappingini til Champions League og Europa League verður broytt til eitt dyst fyri hvørt undanumfar. Tað verður lutakastið, sum avger um eitt lið fær heimavøll ella útivøll. Vanlig hava føroysku liðini spælt ein heimadyst og ein úti­ dyst. Mangan hava avrikini verið betri á heimavølli enn útivølli, og tað sparir eisini heimaliðnum fyri nógvar ferðaútreiðslur. Tí kemur lutakastið at hava ein stóran týdningin fyri møgu­ leikar at koma víðari, og fyri penga­kassan. KÍ, sum skal spæla ú undan­ kapp­ingini til Champions League, skal spæla 18. ella 19. august, meðan HB, NSÍ og B36 skulu spæla 20. august. Restin av hesum kappingarárinum Í Champions League kappingin verður gjørt eitt endaspæl í Portugal frá 12. til 23. august. Nakrar 1/8 finalur mangla at blíva spældar. Tær eru Man­ chester City-Real Madrid, Juvent­us-Lyon, Bayern Mün­ chen-Chelsea og Barcelona- Napoli, og verða avgreiddar 7. ella 8. august. Bæði fjórðingsfinalurnar og hálv­finalurnar verða spældar yvir ein dyst og síðani verður Champions League finalan í Lissabon 23. august. Í Europa League verða fjórðingsfinalur, hálv­finalur og finalan spæld í Týsk­landi. Felags fyri báðar kapp­ing­ ar­nar er, at liðini kunnu skifta fimm spælarar og feløgini kunnu innlima tríggjar nýggjar spælar­ar í Champions League hópin, men ikki spælarar, sum eru keyptir í summar. EM 2021 verður eins EM 2020 var ætlað. Vertsbýirnir verða teir somu og tað merkir mill­um annað, at Parkin í Keyp­manna­ havn í Danmark verður vertur fyri trimum dystum. Finalan verður á Wembley 11. juli 2021. Nations League kappingin og seinastu play-off dystirnir til EM-endaspælið verða í heyst. Dystirnir verða spældir í septembur, oktobur og novem­ bur. Hartil verða eisini venj­ ingar­dystir. Væntandi kemur ein skrá út í næstum. ÍF-B36 (Beinleiðis á FM1) SUNNUDAGIN KLOKKAN 15 Tað verður eitt munandi skert ÍF-lið, sum skal fylgja upp uppá vælsmakkandi sigurin í Sarpu­gerði mikukvøldið. Milos Buda­kovic bleiv koyrdur á sjúkra­húsið, eftir at hann fór av vølli­num við álvarsamum skaða í knænum. -Tað kastar sjálvandi skuggar, at Milos Budakovic var so óheppin. Tað tóktist vera heilt galið við knænum, og vit kvíga fyri, at tað er krossbandið, sum er farið, tíverri. Jákup Nolsøe Olsen stóð seg sera væl teir 20 minuttirnar, sum hann var á vøllinum, og nú fer hann at kappast við Tórð Traðará um pláss­ið millum stólparnar, segði Hans Jørgen Djurhuus, venjari hjá ÍF, eftir dystin móti Víkingi. Eisini Bogi Løkin fór av vølli­ num við skaða. Hann hevur fingið eina fibur og verður vænt­ andi úti í nakrar vikur. Yngri bróðurin, Karl Løkin, skal eisini sita yvir, tí hann hevur fingið fýra gul kort. Dánjal á Lakjuni var ikki við mikukvøldið og tað er ivasamt um hann spælir móti B36. B36 verður uttan Erling Dávidsson, sum hevur sitið uttan­fyri meginparin av kapp­ ingarárinum. Nú eru boðini, at hann spælir ikki aftur fyrr enn um tríggjar til fimm mánaðir. -Er hetta innstillingurin og dirvið til at spæla hvørja ferð, so kunnu vit koma rættiliga langt, sjálvt um vit hava mist dekan ov nógv stig longu nú, segði Jákup á Borg, venjari hjá B36, eftir dystin móti NSÍ. Skal B36 bjóða av í oddinum, so skulu teir nokk til at vinna í Fuglafirði, har tað enn er fótbóltsfebur. SOSIALURIN TIPPAR: 1-3 KÍ-Skála SUNNUDAGIN KLOKKAN 15 KÍ er stórfavorittur, tá Skála kemur á vitjan. Heimaliðið spælir væl í løtuni, hóast sigarnir ikki koma í hús í løtuni. KÍ hevur spælt 1-1 móti NSÍ á heimavølli og 3-3 móti HB á útivølli. Í báðum før­um hevur KÍ verið betra liðið. Higartil hevur KÍ vunnið dystirnar móti hinum liðnum, sum endaðu á niðari hálvu farna kapp­ingarár. Teir hava eisini fleiri streingir at spæla upp á í álops­ partinum og tí er líkt til, at KÍ fer at vinna dystin móti Skála. Gestirnir eru knáir í flestu av innanhýsis botndystunum, men higartil er tað bara blivið til eitt stig. hartil eru skaðar farnir at gera um seg, og tað merkist skjótt í einum tunnum og óroyndum hópi. SOSIALURIN TIPPAR: 4-0 TB-AB SUNNUDAGIN KLOKKAN 15 Hetta er mest spennandi dyst­ Upptakt 9. umfar: Betri deildin menn: Um vikuskiftið verður níggjunda umfar, sum bjóðar upp á eina toppuppgerð og eina botnuppgerð. B36 og KÍ eru favorittar, meðan stórt trýst er á Víkingunum at vinna í Sundalagnum Ikki við: Filip í Liða (ryggurin, 2-4 mánaðir), Hans Jákup Anfinnsson (brot í fótinum, 2 mánaðir), Asbjørn Heðinsson (leikbann), Tróndur á Høvdanum (leikbann, 1 dyst), Bartal S. Petersen (leikbann, 1 dyst) Ivasamur: Rógvi Poulsen (fóturin, 1 viku) Ikki við: Erling Dávidsson (Knæskaði, 3-5 mánaðir), Símun Rógvi Hansen (Knæskaði, ógreitt hvussu leingi), Hugin Samuelsen (Búkskaði, 3 vikur), Ragnar Samuelsen (Fótlið, 1-2 vikur) Ikki við: Poul G. Olsen (meniskur), Hjalti K. Djurhuus (knæ), Bjarki Zachariasen (knæ) Ikki við: Adrian Justinussen (brot í fótinum, 8-12 vikur), Tróndur Jensen (krossband, 10 vikur), Hørður Askham (krossband, 10 vikur), Jákup L. Thomsen (knæið, óvist), Teit Jacobsen (skurðviðgjørdur í knænum, 10-16 vikur), Delphin Tshiembe (lærkrikin, 2 vikur), Heðin Hansen (lærkrikin, 2 vikur) Ikki við: Milos Budakovic (helst krossbandsskaði), Bogi Løkin (fibur, 3-4 vikur), Pól Jákup Lundsbjerg (knæið, 4-6 vikur), Dánjal á Lakjuni (lærkrikin 1 vika), Karl Løkin (leikbann 4 gul) LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR ÍF STÓRI DYSTURIN STÓRI DYSTURIN ER MÁNAKVØLDIÐ ER MÁNAKVØLDIÐ