Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. JUNI 2020 SOSIALURIN 46 31 urin í niðari hálvu av stiga­ talvuni í hesum umfarinum. TB hevur júst klórað seg upp um niðurflytingarstrikuna við 2-0 sigri á Skála, meðan argja­menn mistu á stokkinum á heima­ vølli móti EB/Streymi. Tí er AB framvegis at finna undir niður­ flytingarstrikuni. Heimaliðið hevur í Mein­ hardti P. Joensen leigað sær ein tryggan aftasta skansa. Hann hevur hildið málið reint í trimum dystum fyri TB. Hann verður aftur í málinum til dystin móti AB, og tað kann fáa avgerandi týdn­ing botnuppgerðina. Argjamenn eru skerdir. As­ bjørn Heðinsson, Bartal S. Petersen og Tróndur á Høvda­ num hava allir leikbann, meðan stóra vónin er at fáa Rógva Poul­ sen aftur á vøllin til botn­brakið. Argjamenn hava ein belgiskan miðvallara til royndarvenjing í løtuni, men honum fáa teir ikki hjálp frá í hesum førinum. Hesi bæði liðini hava havt ilt við at vinna dystir, men okkurt bendir á at TB er í eini betri útgávu í løtuni. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 EB/Streymur-Víkingur (Beinleiðis á FM1) SUNNUDAGIN KLOKKAN 17 Heimaliðið fekk eitt týdn­ingar­ mikið stig móti AB á Argjum týskvøldið, men annars eru stigini komin til høldar á heimavølli við Margáir. Undir van­ligum umstøðum hevði Víking­ur verið ein rímiliga stór­ ur favorittur til hendan dystin, men gongdin í ár hevur verið vánalig móti hinum feløgunum, sum endaði í nirðaru hálvu í fjør. Víkingur hevur spælt mál­ leysar javnleikir móti AB á Argjum og TB í Sarpugerði, og so óvæntaða tapið fyri ÍF miku­ kvøldið. Nú er Víkingur eisini uttan Andreas Lava Olsen, men hevur Boga Reinert Petersen við aftur. Heimaliðið manglar nakað av styrki í álopspartinum, men tað kann eisini sigast um hini trý botn­liðini. Skal EB/Streymur hava stig móti topp-fimm liði frá í fjør, so er hetta besti møgu­ leikin. SOSIALURIN TIPPAR 1-1 HB-NSÍ (Beinleiðis á FM1) MÁNAKVØLDIÐ KLOKKAN 20 NSÍ arnir fóru vælnøgdir til Runa­víkar, eftir at hava stolið eitt stig í Gundadali móti HB. Teir fingu eisini eitt stig í Klaks­ vík, men taptu í Sarpugerði fyri Víkingi. Nú sleppur NSÍ at royna seg móti topp-fimm móstøðu á heimavølli. NSÍ er tað liðið, sum brýtur mest frá hinum í spælskipan, meðan HB nokk er djarvasta liðið til at leggja hinar undir trýst. Tí kann hetta blíva ein áhuga­verdur taktiskur dystur millum tvey lið, sum duga at spæla fótbólt. NSÍ verður framvegis uttan Jákup Jakobsen. Miðverjin var ikki við móti AB og B36, og hann verður heldur ikki tøkur hesa­ ferð. Jóhan Troest Davidsen av­ loysti. Bárður J. Hansen fór av vøllinum í Gundadali og Pætur Hentze avloysti á høgra vong­ bakki. Hópurin hjá HB er pressaður í løtuni. Hesa ferð fór René Shaki Joensen av vøllinum við ein­um priki í baklærinum, men higar­ til er hann meldaður tøkur til dystin mánakvøldið. Hetta verður ein spennandi dyst­ur, sum kann geva eina ábend­ing um støðið hjá NSÍ í topp­dyst­unum. SOSIALURIN TIPPAR: 2-2 TRONDUR@SOSIALURIN.FO Betri deildin kvinnur støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 KÍ 4 4 0 0 8 2 6 12 2 B36 4 1 3 0 6 3 3 6 3 NSÍ 4 1 2 1 6 3 3 5 4 ÍF/Víkingur/B68 4 1 1 2 4 7 -3 4 5 HB 4 0 3 1 5 6 -1 3 6 EBS/Skála 4 0 1 3 1 9 -8 1 Betri deildin menn støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 HB 8 7 1 0 23 6 17 22 2 NSÍ 8 5 2 1 20 4 16 17 3 KÍ 8 5 2 1 23 9 14 17 4 B36 8 5 1 2 23 13 10 16 5 ÍF 8 4 1 3 12 17 -5 13 6 Víkingur 8 3 2 3 12 13 -1 11 7 EB/S 8 2 1 5 6 14 -8 7 8 TB 8 1 2 5 5 11 -6 5 9 AB 8 0 3 5 4 23 -19 3 10 SKÁLA 8 0 1 7 6 24 -18 1 FAKTA 9. UMFAR: SUNNUDAGIN 21. JUNI ÍF-B36 (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 KÍ-SKÁLA (15.00) TB-AB (15.00) EB/STREYMUR-VÍKINGUR (17.00) MÁNADAGIN 22. JUNI NSÍ-HB (20.00) BEINLEIÐIS Á FM1 Fleiri spennandi uppgerðir Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. Tipping: Tipping 3. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: ÍF-B36 2 KÍ-SKÁLA 1 TB-AB 1 EB/STREYMUR-VÍKINGUR 2 NSÍ-HB 1 JÁKUP ÓSÁ: ÍF-B36 2 KÍ-SKÁLA 1 TB-AB 1 EB/STREYMUR-VÍKINGUR 2 NSÍ-HB 2 TRÓNDUR ARGE: ÍF-B36 2 KÍ-SKÁLA 1 TB-AB 1 EB/STREYMUR-VÍKINGUR 2 NSÍ-HB X STIGATALVAN: 1. JÁKUP ÓSÁ 30 STIG 2. TRÓNDUR ARGE 29 STIG 3. LEIVUR FREDERIKSEN 28 STIG Allir tøkir Ikki við: Jákup Jakobsen (lærskaði, 1 vika) Skaddir: Teitur R. Joensen (punkterað lunga), Teitur Poulsen (brotið beinið), Hjalti Strømsten (fótskaði), Karl Martin Johansen (knæið) og Andreas Egeberg Jacobsen (vøddaskaði) Ivasamir: Niels Pauli Danielsen (knæið) og Ronni Møller Iversen (eygnaskaði) Ikki við: Eirikur M. Ellendersen (mjødnin, 1 vika), Bartal Gram (andlitsskaði, 2-3 vikur) Ivasamir: Musah Armah (lærskaði), Ndende Adama Gueyé (knæskaði) Við aftur: Frederik Mehder (eftir heilaskjálvta) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ikki við: Andreas Lava Olsen (lærkrikin) Viðaftur: Bogi Reinert-Petersen (leikbann) TB KÍ