Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 24. JUNI 2020 · NR. 49 Sosialurin 12 SUNDALAGSSTEVNA 2020 Vilmund Jacobsen Tá Sunda kommuna fyri nøkr­ um árum síðan út­stykkj­aði í Hósvík, fóru fleiri grundstykki tey næstu árini, men síðan lógu nøkur grundstykki eftir, sum fólk ikki hildu vera eins attraktiv. Hesi stykkini, eini fimm í tali, lógu heldur verri fyri og kravdu meira spreinging og planering. Hesi grundstykki lógu heilt har uppi og norðalaga í økinum. - Tá hesi grundstykki vóru liggjandi, gjørdu vit í kom­ mununi av at geva fólki, sum vildu byggja her, ein góðan av­ sláttur í prísinum. Endamálið var, at fólk í staðin fyri at rinda fulla upphædd fyri hesi stykki, kundu brúka spardu krónurnar til spreinging og planering. Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjórin í Sunda kom­mu­ nu. - Tað loysti seg hjá kom­mu­ nuni at lækka prísin á nevndu grundstykkjum, tí tá prísurin lækkaði, vórðu grundstykkini seld beinanvegin, og eg haldi, at flestu - fyri ikki at siga øll - nú eru avgrivin, sum borgarstjórin tek­ur til. Tað er umráðandi, heldur Heðin Zachariasen, at fólk brúka teir møguleikar, sum kom­munan skapar, og hann fegnast um, at eisini hesi grund­stykkini nú eru seld. Nýggj útstykking Sjálvur hevur Heðin Zacharia­ sen alment boðað frá, at hann fer ikki at lata seg stilla upp aftur á kommunuvalinum í heyst. - Nú havi eg verið so leingi við í býráðspolitikki, at nýggjar kreftir eiga at taka eftir, og mín av­gerð um ikki at stilla upp aftur, verður ikki broytt. Borgarstjórin vísir á, at tey í Sunda kommunu hava roynt at havt tøk grundstykki í øllum bygdum í kommununi, og hann heldur, at hetta hevur gingið hamp­iliga væl. - Eg haldi, at eitt, sum eig­ ur at liggja frammarlaga hjá ein­um nývaldum býráði í kom­mununi, er ein nýggj út­ stykking í Hósvík. Heðin Zachariasen vísir á, at tað er onkur privatur, sum hevur umsókn liggjandi hjá kommununi um privata verk­ ætlan til húsabygging. Streymnes veksur Men, tað er ikki bara í Hósvík, at fleiri vilja seta búgv í kom­ mun­uni. - Hósvík er størsta einstaka bygdin, tá Hvalvík og Streym­ nes verða roknaðar sum tvær bygdir, men Hósvík er í harðari kapp­ing við Norðskála, ið næstan er líka so fjølment. Heðin Zachariasen vísir á, at Streymnes er tann bygdin í kommununi, har vøksturin í set­húsum hevur verið størstur, men annars hevur vøksturin verður rímiliga javnur í ávika­ vist Hósvík, Streymnesi og Norð­skála. - Tað vísir seg, sum vøksturin í sethúsum kemur í bylgjum, og tað vísir seg eisini, at har ungar familj­ur fyrst hava sett búgv, leggj­ast aðrar ungar familjur aftrat. Borgarstjórin sigur, at tey í Sunda kommunu seinnu árini hava selt grundstykkini fyri 200 krónur fyri fermeturin. Tá er stykkini ikki planerað, men í staðin eru allar íbindingar írok­ naðar og vegur, ljós, vatn, el og kloakk er lagt til grundstykkini. EIN NÝGGJ ÚTSTYKKING MÁ GERAST Í HÓSVÍK - Tað vísir seg, sum vøksturin í sethúsum kemur í bylgjum, og tað vísir seg eisini, at har ungar familjur fyrst hava sett búgv, leggjast aðrar ungar familjur aftrat, sigur borgarstjórin, Heðin Zachariasen - Hósvík er størsta einstaka bygdin í kommununi, tá Hvalvík og Streymnes verða roknaðar sum tvær bygdir, men Hósvík er í harðari kapping við Norðskála, sigur borgarstjórin - Eg haldi, at eitt, sum eigur at liggja frammarlaga hjá einum nývaldum býráði í kommununi, er ein nýggj útstykking í Hósvík, sigur borgarstjórin, Heðin Zachariasen, sum ikki stillar upp aftur til kommunuvalið í heyst