týsdagur 23. juni 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SUNDALAGSSTEVNA 2020
MIKUDAGUR
24. JUNI 2020 · NR. 47
Sosialurin
11
Vilmund Jacobsen
Hósvík er fyrsta bygdin í Sunda
kommunu, tá koyrt verður
úr høvuðsstaðnum og norður
eftir, og Hósvík er eisini størsta
einstaka bygdin í kommununi,
tá Hvalvík og Streymnes verða
roknaðar sum tvær bygdir.
Bygdin telist helst millum
elstu bygdir í Føroyum. Fitt
av jørð hoyrir til bygdina - 19
merkur - og í Hósvík eru nakrir
bóndagarðar.
Lendið kring bygdina er so
leiðis háttað, at væl hevur ligið
fyri at velt, og víðfevndu teig
arnir undir landsvegnum hava
givið umstøður til jarðarbrúk.
Í 1897 varð fyrsti skúlin
bygdur, og nýggjur skúli varð
bygdur í 1968. Í 2008 varð stór
útbygging gjørd av skúlanum.
Felagslívið trívist væl í
Hósvík. Bygdin eigur bygdar
hús, og Hósvíkar Róðrarfelag
er eitt virkið felag. Í Hósvík er
eisini lutfalsliga nýtt bátafelag,
sum hevur góðar umstøður við
felagshúsi og egnari atløgu.
Í Hósvík verður stórur dent
ur lagdur á, at bygdin og um
hvørvið kring bygdina er reint
og ruddiligt.
Av vinnulívi er eitt nú
Reiðaravirkið P/F Thor, sum
bæði arbeiðir í oljuvinnuni og
fiskivinnuni, og her er mat
vøruvirkið P/F Krás.
Í Hósvík er hvs-veitarin,
RenoVent, sum eftirhondini
hevur fleiri ár á baki, og her
er einasta bitumengoymsla í
Føroyum. Alt bitumenið, sum
verður brúkt í Føroyum til
asfalt, verður flutt hiðani í
tangabilum, og tað er Lands
verk, sum eigur goymsluna.
Í Hósvík, sum í ár hýsir
sundalagsstevnu, eru eisini
smærri fyritøkur innan flutn
ingsvinnu,
handverk
og
tænastur.
NÝGGJAR TÍÐIR SKAPTU
NÝTT VIRKSEMI Í HÓSVÍK
Í Hósvík, sum um vikuskiftið verður
karmur um sundalagsstevnu, verður stórur
dentur lagdur á, at bygdin og umhvørvið
kring bygdina er reint og ruddiligt