týsdagur 23. juni 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. juni 2020 · Nr. 49
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Til minnis um Per Højgaard
Tað vóru sorgarboð, ið bórust mær hósdagin
í farnu viku. Per er farin. Maðurin, pápin,
sonurin, journalisturin, men fyri meg fyrst og
fremst vinurin, er farin. Bert 49 ára gamal.
Góði Per
Ikki hevði eg væntað, at eg
skuldi skriva minningarorð um
teg. Ein mann í bestu árum. Tað
kennist ikki rætt. Eg eri meira
enn fjórðingsøld eldri enn tú.
Tað átti at verið øvugt.
Tú hevur drigist við heilsu
trupulleikar stóran part av lív
inum, men ta styrkina tú ikki
hevði kropsliga, hevði tú sinnis
liga. Tú hevði mót upp á lívið.
Stóð ongantíð í stað, og onki
tóktist óført hjá tær. Tú koyrdi
bara á. Ongin gav sær far um, at
likamið argaði viðhvørt. Tú læt
tær ikki sjúkuna lynda, men at
enda
gjørdist
bardagin
ov
stórur, og sjúkan vann.
Tú hevur verið mær ein góð
ur vinur og dyggur stuðul í so
mong ár. Tað er óskiljandi, at tú
ikki ert longur. Seinasta tíðin
hevur tó verið stríggin, og eg
uggi meg við, at tú nú hevur
fingið frið.
Mánadagin ringdi Maikin og
segði mær, hvønn veg tað bar
hjá tær. Lukkutíð var eg júst
lendur í Keypmannahavn fyri
fyrstu ferð síðani koronufar
sóttin fór at herja um okkara
leiðir. Eg fór beina leið á
Bispebjerg Hospital at siga tær
farvæl.
Hendan løtan er ein teirra, ið
festir seg í minnið. Í meira enn
ein tíma hildu vit í hondini á
hvørjum øðrum. Vit samskiftu,
hóast tú ikki átti orð. Men
egnabráið segði mær, at tú skilti.
Skilti, hvussu nógv eg helt av
tær. Men eisini, at endin var nær.
Dugdi alt og kundi alt
Eg minnist einu ferðina vit
skuldu gera eina upptøku í sam
bandi við Náttúrulundina við
Streymin. Vit vóru farnir í bátin
og stimaðu aftur og fram við
brúnna, so myndirnar gjørdust
so nógvar og góðar sum gjørligt.
Tú bað um at verða settur av á
einum av stabbunum undir
brúnni, so tú kundi filma, meðan
eg stimaði framvið. Streymhart
var. Eg gav mær ikki far um
vandan, ið kundi standast av
hesum. Hevði tú fingið eitt
herðindi tá, hevði tað ikki verið
lukkuligt.
Men
tú
læt
ikki
sjúkuna stýra tær. Tvørturímóti
læt tú henni ikki við teg koma
og livdi lívið til fulnar. Eisini ta
løtuna.
Eg minnist, at tá tú onkuntíð
kundi gerast móður kropsliga,
kundi tú bara leggja teg niður
eina lítla løtu, løða, og so var tað
áfram við fullari ferð aftur. Tú
hevði altíð nógv jørn í eldinum,
og alskurin til lívið var stórur.
Tú hevði nøs fyri politikki.
Útbúgvin journalistur, arbeitt á
flestu miðlum í Føroyum og var
eisini partur av Tíðindastovuni á
Christiansborg. Flestu minnast
teg
helst
frá
ótroyttiliga
dekninginum,
tá
fullveldis
samráðingarnar koyrdu upp á
tað harðasta á Christiansborg
síðst í farnu øld. Eisini vart tú
miðlaráðgevi í táverandi Eik
Banka og hjá Tórshavnar komm
unu.
Vit komu at kennast, eftir at
eg var valdur á Fólkating í 2007,
og tú komst at arbeiða á
skrivstovuni hjá mær. Vit funnu
beinanvegin stevið, og okkara
arbeiði er væl skjalprógvað í
bókini
tú
skrivaði
um
tíð
ina, Okkara maður á Christians
borg.
Tá eg var afturvaldur í 2019,
vart tú skjótur inni á Christ
iansborg aftur. Tað er løgið at
hugsa sær, at tú vart við til
setanarorðaskiftið á Fólkatingi í
oktober – og nú endaorðaskiftið
er í dag, ert tú ikki longur okkara
millum.
Familjumaður og vinur
Tað var skjótt, at tú fórt frá at
vera starvsfólk til at vera vinur.
Ikki bara hjá mær, men allari
familjuni. Vit hava havt mangar
góðar løtur saman – bæði heima
hjá okkum á Oyrarbakka og í
hugnaligu íbúðini hjá tykkum á
Christianshavn. Vit hava eisini
mangan ferðast saman – bæði í
arbeiðsørindum
og
privat.
Mangar ógloymandi løtur – fyri
bæði meg og Edfríð.
Góðu Ingrid, Artur, Barba og
Hákun. Pápi tykkara er farin,
men minnini eiga tit rík. Tit
skulu vita, at pápi tykkara hevur
sett varðar eftir seg. Fyrst og
fremst í tykkum, hansara kæru
børnum, men sanniliga eisini í
samfelagnum. Hann var vitugur
og arbeiðssamur sum fáur.
Góðu Nicolina og Johan Eli.
Seinastu árini hava verið tung
hjá tykkum. Ongi foreldur eiga
at siga barni sínum farvæl. Mín
ir tankar eru hjá tykkum og
familjum tykkara í hesi sváru
tíð.
Góða Maikin. Tú hevur altíð
staðið sum ein klettur undir lið
ini á Peri. Meðan hann alsamt
gjørdist
veikari,
gjørdist
tú
sterkari. Tú gjørdist einsamøll
við børnunum, áðrenn tú gjørd
ist einkja. Eg veit, at sorgin er
stór. Og ongi fløvandi orð kunnu
fylla tómrúmið tú kennir eftir
Peri beint nú. Men Per livir
víðari í tær og tínum kæru
børnum.
Góði Per. Takk fyri tíðina tær
untist her á fold.
Hvíl í friði, kæri vinur
Edmund Joensen
Poul Jóhan 70 ár
Mánadagin 22. juni fór Poul Jó
han Djurhuus á Glyvrum um tey
sjeyti. Vøggan stóð í høvuðs
staðnum, og Poul Jóhan er
havnarmaður á Skálafjørðinum,
har hann hevur búð í mong ár.
Barnaheimið var úti í Grøn
landi í Havn. Poul Jóhan er eink
arsonur Hervør, sum er ættað úr
Húsavík, og Andrew Djurhuus,
sum var ættaður innan Glyvur,
og sum var ein av stovnarunum
av bilstøðini Auto, har hann
koyrdi hýruvogn í mong ár. And
rew andaðist í 1999, og Hervør
býr framvegis í húsunum úti í
Grønlandi.
Poul
Jóhan
lærdi
innan
handilsyrkið hjá Valdemar Lüt
zen, og eftir lokna útbúgving fór
hann til Onglands, har hann
gekk á Moorlands Bible College,
sum er bíbliuskúli, har fleiri før
oyingar hava gingið.
Frá heilt ungum av var Poul
Jóhan virkin í samkomuni í Eb
enezer, og hann var tannáring
ur, tá ið hann saman við øðrum
fór at halda sunnudagsskúla á
Hvítanesi.
Eftir at hava arbeitt sum ferð
andi sølumaður hjá Farodane,
legði Poul Jóhan miðskeiðis í
áttati árunum arbeiðið frá sær
og fór í fulltíðartænastu innan
kristiligt arbeiði.
Poul Jóhan giftist í 1973 við
Else, sum er ættað úr Keyp
mannahavn. Hon flutti til Før
oya miðskeiðis í sekstiárunum
saman við manni sínum Brynleif
Hansen. Hann var við flogfar
inum, sum datt niður í Mykinesi
í 1970, og Else sat einkja við fýra
smábørnum.
Tað var vorðið sum uppgáva,
sum Poul Jóhan tók á seg at
vera í faðir stað hjá fýra børnum.
Vitnisburðurin hjá børnunum
er, at hann hevur ikki bara verið
í faðir stað, men at hann er pápi
teirra. Else og Poul Jóhan fingu
tvey børn. Barnaflokkurin er
Billy, Filip, Miriam, Anita, And
rew og Hervør Sabina. Tveir teir
elstu synirnir búgva uttanlands,
og hini búgva øll í Eysturoy.
Barnabørnini eru 19, og nú er tað
av álvara farið at leggjast aftrat í
næsta ættarliðnum.
Umframt í heimasamkomuni,
sum er Berøa í Saltangará, so
ferðast hjúnini kring landið og
eisini uttanlands við góðum
hjartalagi at vitja og uppmuntra
og kveikja og tala í samkomum.
Else er manninum góður stuðul,
og gestablídnið er stórt. Tey
hava verið nógv uppi í verkinum
í Zarepta, og tey hava í skiftum
verið í Kristnastovu í Keyp
mannahavn og á Malta í Hirts
hals, og í nógv ár hevur Poul Jó
han verið við í hjálpararbeiði í
Eystureuropa. At vitja í fanga
húsum í Rumenia og bera fang
um glaða boðskapin hevur Poul
Jóhan kent sum serligan forrætt
og avbjóðing.
Ein av uppgávunum hevur
verið á møtum at umseta úr
eingilskum. Eitt nú tá ið argent
inski prædikumaðurin Luis Pal
au vitjaði í Føroyum síðst í átta
tiárunum og eisini, tá ið Tom
Roberts vitjaði her í fjør. Heilt
serligt mundi tað vera at umseta,
tá ið rumenski presturin Richard
Wurmbrand
var
í
Føroyum
seinnapartin av sjeytiárunum
og m. a. helt fundir í ítróttarhøll
ini á Hálsi. Tá var nógv øsing,
mótmæli og skriving um tað,
sum gesturin greiddi frá um for
fylging av kristnum í Rumenia,
og hvussu hann og onnur kristin
vórðu pínd og plágað í fanga
húsum.
Eftirtíðin hevur víst, at veru
leikin mundi vera ógvusligari og
ótespiligari,
enn
Wurmbrand
megnaði at greiða frá. Wurm
brand hjúnini og teirra lív og
boðskapur høvdu so stórt árin á
Else og Poul Jóhan, at tey kall
aðu dóttrina upp eftir Sabinu
Wurmbrand.
Hóast hann er náddur til
dustsins ár, so er Poul Jóhan
framvegis virkin og arrangørur.
Eitt nú skipar hann fyri bíbliu
og sangferðum við Norrønu,
hann hevur kristiligu tíðinda
tænastuna, og saman við sam
verkarmonnum sínum er hann í
Atlantic mission.
Hjartaliga til lukku við runda
føðingardegnum Poul Jóhan.
Else og tær og øllum tykkara
verður ynskt alt tað besta.
Jóannes
Myndin er av Peri, tá hann vitjaði á Christiansborg í
sambandi við setanarorðaskiftið 1. oktober 2019. Undir liðini
á honum situr systirin, Svanna Højgaard Joensen
NØVN