Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. juni 2020 · Nr. 49 hjálpin á Facebook eftir stuðli til Liberia og India, har Corona rakti hart fíggjarliga. Fólk sluppu, eins og her, ikki til arbeiðis. Har fáa tey onga løn, tá tey ikki arbeiða, og einki trygdarnet er at lofta teimum. Nógv av foreldrunum hjá børn­ unum, sum Føroyska Barna­ hjálpin stuðlar, liva av at selja á marknaðum. Tað bar ikki til at forvinna nakað, tá myndug­ leik­arnir bóðu fólk um at halda seg heima. Eisini í India merktu tey av­ leiðingarnar av Corona. For­ eldr­ini hjá børnunum har liva av at samla burturkast og eru mill­um tey allar fátækastu í heim­inum. Fólk tóku væl undir við at stuðla og inn komu góðar 33.000 kr. til Liberia og 10.000 kr. til India. Í Liberia hava einar 300 fam­iljur fingið coronastuðul frá Barnahjálpini. Okkara fólk í Liberia hava keypt fam­ilj­un­ um sekkir við rísi, og eisini fingu tey spannir við krana fyri at tryggja handreinføri. Í India hava 50 familjur fingið hjálp við mati og enn fleiri fara at fáa hjálp, tá allur pen­ingurin er komin fram. Bank­arnir hava verið stongdir, so tað hevur verið trupult at fingið hendur á pengunum. 500 børn fáa stuðul Føroyska Barnahjálpin varð stovnað í 2006 undir navninum ABC barnahjálp og í samstarvi við ABC barnahjálp í Íslandi. Í 2015 gjørdist Barnahjálpin sjálv­ støðugur føroyskur felags­ skapur og hevur síðani virkað und­ir navninum Før­oyska Barna­hjálpin. Barnahjálpin stuðlar børn­ um á Filipsoyggjunum, India, Kenja, Liberia, Pakistan og Senegal, og nú verður byrjað at stuðla í Nigeria eisini. Tey 12 árini, stuðulsskipanin hjá Barna­hjálpini hevur virkað, er talið á børnum í skipanini økt fyri hvørt ár. Undirtøkan at stuðla børnum persónliga er nógv økt gjøgnum árini og fáa nú 500 børn í teimum sjey ymisku londunum stuðul til skúlagongd gjøgnum Barna­ hjálpina. Í løtuni eru 79 børn í stuðulsskipanini, sum mangla stuðul. Barnahjálpin byrjaði í 2008 at stuðla børnum, fyrst í Liberia og Senegal. Fleiri av hesum børnum eru nú vaksin. Barnahjálpin ynskir at takka øllum fyritøkum og einstaklingum fyri stuðulin So er klárt at koyra rís út til familjurnar. Fátækradømið og neyðin í India eru stór og hjálpin kærkomin. Fátækradømið í Nigeria er ógvusligt, og 10,5 milliónir børn sleppa ikki í skúla, tí foreldrini hava ikki ráð at gjalda fyri bøkur og annað skúlatilfar.