týsdagur 23. juni 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. juni 2020 · Nr. 49
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stuðla nú
børnum í Nigeria
Ijeoma Regina Akpu úr Nigeria er nýggjur nevndarlimur í
Føroysku Barnahjálpini og fer Barnahjálpin nú undir at stuðla
børnum í Nigeria við skúlagongd. Nigeria í 7. landið í røðini
av londum, sum Barnahjálpin stuðlar í. Tað eru í dag 579 børn
skrásett í stuðulsskipanini hjá Føroysku Barnahjálpini.
Tíðindaskriv. 23. juni 2020
Nigeria er, við meira enn
200.000.000 íbúgvum, fólka
ríkasta og búskaparliga størsta
landið í Afrika. Hóast tað, liva
nógv í ekstremum fátækra
dømi, og meira enn 10 milliónir
børn í Nigeria sleppa ikki í
skúla. Tað er tað hægsta í øll
um heiminum. Øll børn í Nig
eria hava rætt fría til skúla
gongd, men av tí, at skúlabúni
er kravdur, og foreldrini mugu
gjalda bæði skúlaklæðir, bøkur
og skúlatilfar sjálvi, so hava
nógv ikki ráð at senda børnini
í skúla.
Sambært International Com
mission on Financing Global
Education Opportunity er út
búgvingarskipanin í Nigeria í
álvarsligum trupulleikum. Eitt
nú fullføra bara helvtin av
nigerisku børnunum grund
skúlan ella náa minsta mark
inum fyri læring á altjóða
støði. Útbúgvingarætlanin hjá
Nigeria fyri 2018 – 2020 avdúk
ar, at nigeriska skúlaverkið,
umframt vantandi játtan, eis
ini hevur vánaligar undirvísar
ar, forfallnar og ónøktandi
skúlastovur, mangul upp á
lærubøkur og veikt eftirlit.
Føroyska Barnahjálpin kann
gera mun í Nigeria og hevur tí
gjørt av at byrja at stuðla
børnum har, so tey kunnu
sleppa í skúla og gerast før fyri
at lyfta seg upp úr fátækra
døminum.
Corona stuðul
Í apríl mánaða lýsti Barna
STUÐLA BARNI:
Ynskir tú at stuðla barni, kanst tú seta teg
í samband við Andreu Niclasen.
Teldupostur: andrea@barnahjalp.fo.
Tlf.: 283456. Meira fæst at vita á
www.barnahjalp.fo.Tað kostar 250 kr. um mánaðin at
stuðla einum barni gjøgnum Føroysku Barnahjálpina.
Starvsfólk í Liberia klár at geva rís til tey neyðstøddu.
Florence K. Goannu er leiðari fyri verkætlanini hjá Barnahjálpini í Liberia
Glaðir móttakarar av stórum sekkjum við rísi.
Tað er ikki lætt at halda handreinføri, har vatn ikki er
lagt inn í húsini, og tí komu hesar spannirnar við krana
sera væl við hjá teimum, sum fingu hjálpina.
Nevndin fv.: Ólavur Asafsson Olsen, Andrea Niclasen,
næstforkvinna og skrivari, Rúna Sivertsen, forkvinna, Charlotta
á Váli Olsen, peningarøkil og Ijioma Regina Akpu.