Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. juni 2020 · Nr. 49 Bilrøkt selur nú MG elbilar Bilrøkt umboðar nú eitt nýtt bilmerki umframt Kia. Talan er um bilmerkið MG, sum hev­ ur ein nýggjan elbil í síni vøru­ skrá. Talan er um MG ZS EV sum fæst í útgávunum Com­ fort og Luxury. MG ZS EV er ein kompaktur eldrivin 5-persóna SUV við 140 hk, hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 8,2 sek, koyrir 263 km upp á eina løðing og kann løð­ ast upp til 80% upp á einans 40 min­uttir. Bilurin er sera rúmligur við 448 litra viðførisrúmi, hevur 5-stjørnaðan trygdarpakka. 5 ár ella 150.000 km garanti eins og háspenningsbattaríið hevur 8 ára garanti ella 150.000 km. MG ZS EV er sera væl út­ gjørd­ur, Luxury útgávan hev­ ur leðurkabinu, el-stilling av for­setrunum, sóltak o.m.a. MG er upprunaliga eitt gam­alt enskt bilmerki. Navnið MG stendur fyri Morris Gar­ age, og vóru MG í mong ár smá­ir sportbilar og sport­út­ gáv­ur av teimum vælkendu Morris og Austin bilunum hjá BMC (British Motor Cor­por­a­ tion). Tað var í 2005 at kinesarar keyptu bilmerkini MG og Rov­ er og fluttu framleiðsluna til Kina. Í dag er tað SAIC (Shang­ hai Automotive Industry Cor­ poration), sum eigur MG. SAIC er størsti bilframleiðari í Kina. Øll eru vælkomin at síggja og royna bilarnar, sum kosta úr kr. 219.900 við afturbering av mvg, sigur Vinjard Jo­han­ sen, sølustjóri hjá Bilrøkt. Vinjard Johansen, Høgni Eysturoy og Jákup á Borg frá Bilrøkt Lýsingagrein