týsdagur 23. juni 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. juni 2020 · Nr. 49
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Samgongan er samd um
skatingina av veiðuloyvum
Nú sær út til, at tingið fer at
samtykkja uppskot um skatting
av sølu av veiðirættindum
Árni Gregersen
Tað hevur tikið drúgva tíð,
men tað er eisini eitt torført
mál at semjast um. Nú er tó
semja í samgonguni um, hvussu
søla av veiðurættindum skal
skattast.
Málið, sum landsstýrismað
urin við fíggjarmálum, Jørgen
Niclasen, hevur lagt fram, skal
tryggja, at landskassin fær sín
stóra part, verða veiðurættindi
seld og avhendað endaliga.
Fíggjarnevndin hevur við
gjørt spurningin og hevur
havt ein hóp av fólki inn til
hoyringar. Nevndin hevur býtt
seg í tveir partar: umboðini
fyri samgonguna og Kristin
Michelsen, Sjálvstýri, í annan
partin og umboðini fyri rest
ina av andstøðuni í hin partin.
Sjálv
lógin
er
rættuliga
teknisk, men verður hugt eftir
hvussu hart skattað ein søla av
veiðurættindum
verður,
so
vísa roknidømini í viðmerk
ingunum til lógaruppskotið, at
skatturin er 67,5 prosent.
Í sjófeingislógini er staðfest,
at tilfeingið er ogn Føroya
fólks.
Tí er rættast við einari rími
liga høgari skatting av sølu
vinninginum, tá veiðirættindi
verða seld.
- Ansast má tó í hesum sam
bandi eftir, at skattingin ikki
verður so høg, at hon fer at
forða fyri sølu av rættindum
og soleiðis forðar fyri dyna
mikki í vinnuni.
- Hetta uppskotið fer at
geva inntøkur til land og
kommunur í tann mun, enda
ligar avhendingar verða. Tað er
ikki møguligt at meta um
støddina á hesum inntøkum, tí
tað veldst um gongdina í fiski
vinnuni frameftir, og hvussu
nógv rættindi verða avhendað,
skrivar meirlutin í álitinum.
Minnilutin ímóti
Málið hevur fingið fulla við
gerð
í
fíggjarnevndini
við
nógvum hoyringum, men and
støðan mælir til at fella málið.
Minnilutin sigur, at tað eru
fleiri orsøkir til at fella málið –
fyrst og fremst er tað ikki
búgvið at seta í verk og at tað
kann vera skaðiligt bæði fyri
fiskivinnuna og samfelagið.
- Í veruleikanum verður lóg
aruppskotið framt av Fólka
flokkinum,
Sambandsflokkinum og Mið
flokkinum, fyri at rættvísgera
eina broyting í lóg um sjó
feingi, sum inniber, at privat -
ið hava fingið fiskirættindi
ókeypis frá landinum - fáa
møguleika at selja hesi víðari
við vinningi, skrivar minnilut
in.
Minnilutin heldur eisini, at
tað hevði verið munandi betri
um tilfeingisgjaldið tryggjar,
at landskassin fekk ágóðan
beinanvegin, heldur enn tá ið
veiðurættindini verða seld.
Tey vísa til tað, sum Lands
bankin sigur:
”Veiðiloyvi hava virðið, um
so er at veiðirættindini eru av
markað, soleiðis at nøkur fáa
rætt at fiska, meðan onnur
ikki hava rætt at fiska. Hesin
framíhjárættur, sum er ein
eksklusivur rættur, gevur sera
stórar inntøkur, og er tí sera
nógv verdur. Tey sum fáa
hendan rættin fram um øll
onnur, eiga tí at gjalda fyri
hann.”
”Tað er tó ikki politiskur vilji
at brúka uppboðssølu. Tað er
tí neyðugt at taka tilfeingis
rentuna á annan hátt – við ein
um roknaðum tilfeingisgjaldi.
Heldur enn hesa lóg um ser
skatt í sambandi við sølu av
rættinum, eiga vit at taka alla
tilfeingisrentuna inn umvegis
tilfeingisgjaldið.”
Minnilutin í fíggjarnevnd
ini, sum eru Aksel V. Jo
hannesen, Javnaðarflokkurin,
Kristina Háfoss, Tjóðveldi og
Bill Justinussen, Miðflokkurin,
mæla landsstýrinum til at
taka málið aftur.
Hetta hendir tó neyvan, tí
semja er í samgonguni um
málið. Millum annað Jóhan
Dahl, Sambandsflokkurin, vildi
hava at hendan skattabroyt
ingin
bleiv
gjørd,
áðrenn
annað av álvara verður gjørt í
lógini um sjófeingi.
Hann sigur eisini nú við
Sosialin, at hann er nøgdur við
uppskotið, sum tingið fer at
viðgera aftur í dag.
Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin, er formaður í fíggjarnevndini
Jóhan Dahl, Sambandsflokkurin, er nøgdur við uppskotið.
Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, mælir
til at uppskotið verður tikið aftur.
Tað sama ger Kristina
Háfoss, Tjóðveldi.
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jørgen
Niclasen, hevur lagt uppskotið fram