týsdagur 23. juni 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 24. juni 2020 · Nr. 49
TÍÐINDI
D TIL
INGAR
Vit brúka orkuna
upp á sjúklingar
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað hevur verið ført fram,
at Landssjúkrahúsið ikki
hevur fingið møguleika at
standa fyri teimum korona
kanningum,
sum
verða
gjørdar á flogvøllinum. Men
hetta er ikki heilt satt
sambært
stjóranum
á
Landssjúkrahúsinum,
Steinar Eirikstoft.
Vit hava fráboðað polit
iska myndugleikanum, at vit
vilja brúka orkuna hjá okk
um uppá sjúk fólk heldur
enn at kanna frísk fólk á
flogvøllinum. Vit hava held
ur ikki fingið til uppgávu at
byggja nakað testsentur upp,
sigur Steinar Eirikstoft.
Hann sigur, at tað er ikki
tí, at sjúkrahúsverkið ikki
hevur førleikar til at gera
kanningarnar, men tí man
vil fokusera uppá sjúklingar
heldur enn frísk fólk.
Vit vóru við til at gera
kanningar á flogvøllinum í
farnu viku, men nú eru vit
púra leys av tí, sigur Steinar
Eirikstoft.
Hann greiðir frá, at um
Landssjúkrahúsið
skuldi
staðið fyri kanningunum á
flogvøllinum, so hevði tað
havt við sær, at man hevði
tikið orku frá øðrum upp
gávum í sjúkrahúsverkinum,
og tað ynskir man ikki.
Spurdur, um Landssjúkra
húsið hevur gjørt nakrar
kostnaðarmetingar av, hvat
tað hevði kostað, um tey
stóðu fyri koronakanning
unum á flogvøllinum í mun
til, hvat privatu fyritøkurnar
taka fyri hetta, sigur Steinar
Eirikstoft, at tað hevur man
ikki.
Tað hevur ongantíð verið
aktuelt, og tí hava vit ikki
eina meting av, hvat tað
hevði kostað, um vit gjørdu
kanningarnar, sigur hann at
enda.
Starvsfólkini á Bakkafrosti
arbeiða nú við masku
Tá ið starvsfólkini á Bakkafrosti á Glyvrum komu
til arbeiðis í gjáramorgunin, skuldu tey taka masku
uppá. – Hetta er partur av fyribyrgjandi átøkum,
sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Vit hava valt at roynt hetta
í eina tíð. Hvussu leingi, veit
eg ikki enn, sigur Regin
Jacobsen
Tað eru starvfólkini, ið
hava beinleiðis samband við
vøruna, ið nýta masku.
– Tað er ikki óvanligt í
vinnuni, har talan er um
hágóðskuvørur, og har pers
ónar hava beinleiðis sam
band við vøruna, at dentur
eisini verður lagdur á at fyri
byrgja smittuvandanum, sig
ur Regin Jacobsen.
Hann vísir aftur, at tað
eru krøv frá keyparunum, ið
gera, at Bakkafrost nú hevur
valt at geva starvsfólkunum
masku, meðan tey eru til
arbeiðis.
– Hetta er ein avgerð, ið vit
sjálv hava tikið, sigur hann.
Verja starvsfólkini
Hann vísir á, at hetta eisini
verður gjørt fyri at verja
starvsfólkini.
– Vit hava 400-500 fólk,
sum arbeiða á Glyvrum. Tað
er sera óheppið um onkur
gerst sjúkur, og um sjúkan
tað kann beiða seg millum
starvsfólkið, so at fleiri ger
ast sjúk. Vit hava hoyrt um
onkur virki í Evropa og
Amerika, har nógv starvsfólk
eru smittað, og tí eru nógv,
sum mugu fara til hús, sigur
stjórin á Bakkafrosti.
Hann vísir á, Bakkafrost
hevur lagt stóran dent á fyri
byrgjandi átøk, so at korona
ikki kemur á virkið.
– Síðani apríl hava vit latið
øll starvsfólkini kannað aðru
ella triðju hvørja viku, og enn
er eingin staðfestur smittað
ur. Vit halda eisini fram við
teimum kanningunum. Vit
leggja stóran dent á at halda
frástøðu, reinføri, og at fólk
skulu hosta og njósa í erm
una. At starvsfólkini nú eis
ini skulu nýta masku, er ein
liður afturat í teimum fyri
byrgjandi átøkunum, sigur
Regin Jacobsen.
50.000 maskur
Men hví er tað nústani, at
starvsfólkini
skulu
nýta
masku, nú tað eru nakrir
mánaðir síðani, at korona
smittan kom?
– Samfelagið letur nú meir
og meir upp, og í tí er ein
ávísur
vandi,
at
smittan
kann koma inn aftur í landið.
At starvsfólkið skal nýta
masku er enn eitt fyribyrgj
andi átak. Hvussu leingi vit
fara at hava tað, veit eg ikki
enn, men vit hava keypt
50.000 maskur, so vit kunnu
hava tað í eina tíð, sigur Reg
in Jacobsen.
Steinar Eirikstoft:
í epidemilógini stendur einki
um, at hvørki fyritøkur ella
myndugleikar hava heimild at
krevja kanning av øllum ferð
andi til Føroya.
– Tað stendur í lógini, at epi
demikommissiónin kann altíð
krevja, at ein, sum mann hevur
illgruna um er smittaður, skal
verða kannaður av lækna. Og
at viðkomandi so eisini skal
verða innlagdur á sjúkrahús til
observatión - um neyðugt, sig
ur Bjørn á Heygum.
Tað er altso ein ítøkiligur ill
gruni um smittu, ið gevur hei
mildirnar at krevja, at fólk
skulu lata seg kanna fyri
koronavirus, og lógin kann
ikki tulkast so breitt sum at
meta ein og hvønn, ið ferðast
um Vága floghavn ella aðrar
innkomuleiðir til Føroya, at
vera undir illgruna fyri smittu.
– Ikki uttan so, at viðkom
andi verður hildin at verða
smittaður ella líður av sjúkuni.
Tá kann kommissiónin krevja,
at viðkomandi skal lata seg
kanna.
– Tú skalt hava illgruna um
ítøkiliga smittu - tað vil siga, at
antin er viðkomandi smittað
ur, ella verður hann hildin at
verða smittaður. Og bert tá
kann mann krevja, at viðkom
andi antin skal lata seg kanna,
ella - um neyðugt - lata seg inn
leggja.
Tá spurdur, um hann tekur
undir við metingini hjá Jógv
ani Páll Lassen, játtar Bjørn á
Heygum.
– Tað skal vera ein ítøkiligur
illgruni um, at viðkomandi er
smittaður. Tað stendur í lógini,
týðiligt og klárt, sigur Bjørn á
Heygum.