týsdagur 23. juni 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
24. JUNI 2020 · NR. 49
Sosialurin
14
SUNDALAGSSTEVNA 2020
Vilmund Jacobsen
Irdi Andreasen hevur verið
forkvinna í Bygdarfelagnum
Varðanum í Hósvík seinastu
5-6 árini, og hon hevur sitið í
nevnd felagsins í eini 12 ár.
Bygdarhúsið
hevur
havt
stóran týdning fyri bygdina,
síðan tað kom fyrst í nítiárun
um, og tað var eisini ein stórur
dagur í bygdini, tá húsið kundi
lata dyrnar upp.
Húsið er ein varði í bygdini
og hevur verið brúkt til nógv
ymisk tiltøk og endamál.
Øðrvísi stevna
Á hvørjum ári í fleiri ár hevur
verið skipað fyri regattasigling
í Sundalagnum, og triðja hvørt
ár er eisini sundalagsstevna í
Hósvík.
Vanligt er á slíkum tiltøkum,
at bygdarhúsið borðreiðir við
mati, og seinni um kvøldið
plagar at vera dansur.
Eitt afturvendandi tiltak,
sum á hvørjum ári er í bygdar
húsinum, er ársveitslan - ella
bygdarballið - sum plagar at
vera í november, áðrenn jóla
frokostarnir byrja.
- Á einari slíkari veitslu eru
vanliga eini 170 fólk, og hetta er
eitt frálíkt høvi at samansjóða
bygdina. Tað eru mest fólk í
bygdini og fólk, sum hava til
knýti til bygdina, sum eru á árs
veitsluni, og hetta er eitt tiltak,
sum mong gleða seg til.
Irdi Andreasen sigur, at nú
sundalagsstevna verður í Hós
vík um vikuskiftið, verður alt
øðrvísi, enn tað plagar at vera.
Í Hósvík og Sunda kommu
nu annars halda tey seg til al
mennu korona-tilmælini, og
her er frástøðan og talið av
fólki, sum kunnu savnast undir
sama taki, eisini galdandi á
sundalagsstevnu.
- Tískil verða eingi tiltøk í
bygdarhúsinum á hesum sinni,
men ymiskt, sum bygdarfelagið
eigur, verður brúkt niðri við
havnalagið, har flestu stevnu
tiltøk verða, leggur hon aftrat.
Eftirspurt til leigu
Millum ár og dag hevur bygd
arhúsið í Hósvík verið nógv
útleigað, bæði til barnadópar,
konfirmatiónir, føðingardagar,
brúdleyp, veitslur og tiltøk av
ymiskum slag.
- Tað eru eisini størri bólkar,
sum eitt nú skúlaflokkar, ið
plaga at leiga seg inn hjá okk
um, og seinnu árini hevur eisini
borið til at leigað kokkin, Ruben
Busk, til matgerð í húsinum.
Ruben Busk leigar annars
ídnaðarkøkin í bygdarhúsinum
til sína Matsmiðju og Street
food-virksemi.
Irena Andreasen vísir á, at
í ovaru hæddini í bygdarhúsi
num er stórur salur, húsar
haldskøkur og wc (eisini til
koyristól) - og í niðaru hæddini
er eitt nú salur, stórur ídnaðar
køkur og kølirúm.
- Umframt stóra ídnaðar
køkin í niðaru hæddini, er ein
húsarhaldskøkur í ovaru hædd
ini, og henda køkin kunnu fólk
og bólkar, sum leiga seg inn í
húsið, brúka.
Forkvinnan í Varðanum sig
ur, at køkurin nýliga er settur
í stand og góðkendur, og hon
veit eisini at siga, at alt húsið
er góðkent og hevur øll neyðug
loyvi til alt tað virksemi, sum
húsið verður brúkt til.
- Umframt, at vit leiga
húsið út, leiga vit eisini eitt nú
steintoy, borð og stólar út úr
húsinum, leggur Irdi Andrea
sen aftrat.
Bygdarfelagið Varðin hevur
umleið 100 limir.
BYGDARHÚSIÐ ER EIN VARÐI
Í Hósvík og Sunda kommunu annars halda
tey seg til almennu korona-tilmælini, og
her er frástøðan og talið av fólki, sum
kunnu savnast undir sama taki, eisini
galdandi á sundalagsstevnu, sum tískil
verður øðrvísi í ár, enn hon plagar
Irdi Andreasen hevur verið í nevndini í Bygdarfelagnum
Varðanum í eini 12 ár og seinastu 5-6 árini sum forkvinna
Bygdarfelagið Varðin hevur bestu umstøður, og hesar umstøður kunnu eisini leigast út til ymisk tiltøk og endamál