hósdagur 25. juni 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020
SOSIALURIN 50
6
ORÐ: TERJI NIELSEN
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN
T
að hevur verið eitt
óvanligt vár hjá hond
b ó l t s l e i k a r a n u m
Johan á Plógv Hansen.
Eftir ætlan skuldi hann spæla
sítt seinasta kappingarár við
Bjerringbro/Silkeborg liðugt,
áðrenn leiðin gongur til Týsk
lands. Samstundis skuldi hann
eisini gerast pápi á fyrsta sinni.
Eg minnist, at vit spældu
dyst í Nordsjælland einaferð
mánaðarskifti februar/mars, og
tað var uttan áskoðarar. Tað var
heilt løgið, og eg minnist, at eg
hugsaði, hvussu leingi vit skuldu
spæla soleiðis. Men so eina viku
seinni bleiv kappingin steðgað
og kappingarárið síðani avblást.
Tað var ein løgin kensla, greiðir
hann frá.
Men onki er so ringt, at tað
ikki er gott fyri okkurt.
Tað hevur so havt við sær, at eg
havi havt barnsburðarfarloyvi
í eini tríggjar mánaðar. Dóttir
okkara, Nora, bleiv fødd 28 mars,
og eg havi verið heima síðani,
umframt eg var heima nakrar
vikur frammaundan. Tað er
ógvuliga óvanligt, at ítróttar
fólk á mínum støði hava møgu
leika fyri at hava barnsburðar
farloyvi, men tað havi eg so havt
møguleika fyri takkað verið
korona, sigur Johan á Plógv
Hansen.
Lært nógv í Bjerringbro
Tað var í 2015, at tann tá 21 ára
gamli Johan skifti frá miðal
liðnum Skanderborg til Bjerring
bro/Silkeborg, ið lá og bardist
frammi í oddinum. Og væl gekk,
tí longu í sínum fyrsta ári í BSH,
sum felagið eisini verður rópt,
gjørdust teir danskir meistarar.
Eg havi havt fimm góð ár í
Bjerringbro/Silkeborg, og tað
er sjálvandi harmiligt ikki at
fáa møguleika at siga ordiliga
farvæl við bæði felag og áskoð
arar, tí felagið hevur havt nógv
at siga fyri meg. Tað er í BSH, at
eg eri farin frá at vera ein ungur
spælari til at vera ein etabler
aður spælari. Eg haldi sjálvur,
at eg havi flutt meg nógv sum
spælara, meðan eg havi verið
í felagnum. Eg havi vunn
ið danska meistaraheitið við
felagnum, og eg havi luttikið í
Champions League og fingið
eina rúgvu av fantastiskum
hondbóltsupplivingum við BSH,
sigur Johan á Plógv Hansen.
Karmarnir í BSH eru eisini
nakrir aðrir, enn teir eru í
Skanderborg, og harafturat hava
liðfelagarnir havt sera stóran
týdning fyri menningina hjá
Jóhan.
Tá ið eg fór frá Skanderborg
til BSH, kom eg til eitt annað um
hvørvi. Krøvini eru heilt øðrvísi í
BSH, enn tey eru í Skanderborg.
Í Skanderborg er tað í lagi, um
man vinnur ein dyst og so tapir
tann næsta. Í BSH skal man
vinna hvørja ferð. Í BSH havi eg
eisini spælt saman við leikarum
sum serliga Michael V. Knudsen
og Jesper Nøddesboe, sum hava
roynt alt í hondbóltsheiminum,
og sum hava spælt líka til teir
hava verið eini 40 ára gamlir.
Teimum havi eg lært ómetaliga
nógv av, tí tað er ikki uttan orsøk,
at teir eru komnir so langt. Tað
liggur ein heil hondbóltsmentan
í teimum, sigur Johan á Plógv
Hansen.
Sama leiklut í Hannover
Tað var longu í heyst, at tað gjørd
ist greitt, at havnarmaðurin á
danska landsliðnum fór at skifta
frá BSH til týska toppliðið Hann
over Burgdorf, og tá frættist
eisini, at fleiri onnur topplið í
eitt nú Týsklandi høvdu áhuga í
honum. Hví bleiv tað so akkurát
Hannover?
Føroyskur hondbóltur
hevur flutt seg nógv
seinnu árini
26 ára gamli danski landsliðs
leikarin í hondbólti Johan á Plógv
Hansen byrjar í komandi viku í
nýggja felagi sínum Hannover
Burgdorf í týsku Bundesliguni. At
røkka so langt sum yrkisleikari
krevur hart arbeiði, ljóðar tað frá
havnarmanninum, sum í løtuni
er í Føroyum og vitjar familjuna
HART ARBEIÐI
HART ARBEIÐI AT
AT
RØKKA TINDINUM
RØKKA TINDINUM
Nú byrjar týska ævintýrið hjá Jóhan á Plógv Hansen