hósdagur 25. juni 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020
SOSIALURIN 50
7
Orsøkin til at tað bleiv Hann
over og ikki okkurt annað av
teimum feløgunum, sum eisini
høvdu áhuga, er, at í Hannover
komi eg væntandi at fáa júst
sama leiklut, sum eg hevði í
BSH. Tað vil siga, at eg skal vera
fyrstaval á høgra vongi, og so er
ein annar ungur leikari til plássið.
So eftir ætlan spæli eg at kalla
60 minuttir hvørja ferð og skal
vera fastur brotskastsskjútti í
Hannover, sigur Johan avgjørdur.
Hann ráðførdi seg eisini
við einum av sínum landsliðs
feløgum, áðrenn hann tók av
gerð um at skifta til týska felag
ið.
Eg hevði aðrar møguleikar,
men Hannover passaði best til
mín beint nú. Eg tosaði eisini
við mín liðfelaga á danska
landsliðnum, Morten Olsen,
sum spældi í Hannover fram til í
summar, og hann rósti felagnum
nógv og helt tað vera eitt gott
stað hjá mær at spæla, sigur
Johan á Plógv Hansen.
Hann leggur afturat, at Hann
over er eitt felag á veg fram, og
tá ið Bundesligain bleiv avblást í
vár av korona, lá felagið nummar
fýra í kappingini.
Unnustan bakkar
upp um Johan
Sum nýklaktur pápi kundi
tað kanska verið eitt sindur
trupult at skift tryggu tilveruna
í Silkeborg út við ein nýggjan
gerandisdag í Týsklandi, men
Johan á Plógv Hansen stúrir
als ikki fyri hesum. Tí hann
hevur fullan stuðul frá donsku
unnustu síni, Astrid.
Eg fái fullan uppbakning frá
Astrid. Hon hevur altíð sagt, at
hon bakkar meg 100 prosent
upp, uttan mun til hvar eg fari.
Men sjálvandi er tað eitt pluss,
at eg fari til Hannover, tí tað
er ikki so øgiliga langt frá Dan
mark. Hennara foreldur búgva í
Skanderborg, og frá Hannover til
Skanderborg er bara hálvurfimti
tími í bili, so tað ber til at vitja av
og á, sigur hann.
Sum áðurnevnt byrjar Johan
í týska felagnum mikudagin, og
hann dylur ikki fyri, at tað er
eitt spennandi kappingarár, ið
stendur fyri framman.
Tað er eitt spennandi ár fyri
framman. Bundesligain verður
mett sum sterkasta hond
Eftir ætlan
spæli eg at kalla
60 minuttir
hvørja ferð og
skal vera fastur
brotskastsskjútti í
Hannover