Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020 SOSIALURIN 50 8 bólts­kappingin í heiminum, og vónandi fái eg ein stóran leiklut á liðnum hjá Hannover. Í vetur skal Danmark so verja heimsmeistaraheitið í hond­ bólti, og tað er eisini eitt av mín­um málum. Eg vil við til heims­meistarakappingini í Egypta­landi, og tað er eisini ein av or­s­økunum til, at eg havi valt at skifta til Týsklands. Á tann hátt fái eg víst meg fram fyri lands­liðsvenjaranum á einum hægri støði enn frammanundan, og mínir kappingarneytar á landsliðnum, Lasse Svan og Hans Lindberg (blðm.), spæla báð­ir í somu kapping, og tá ber eisini betur til hjá Nikolaj Jacob­ sen at samanbera okkum, sigur hann avgjørdur. Føroyskur hondbóltur hevur flutt seg nógv Hóast hann hevur búð í Dan­ mark í 10 ár, so hevur Johan á Plógv Hansen tó fylgt við før­ oysk­um hondbólti, og hann held­ur, at tað er hent nógv hesi árini. Eg haldi, at føroyskur hondbóltur hevur flutt seg nógv. Tá ið eg var við til Challenge- kap­p­ing í 2012, fingu vit at vita, at tað vóru ongir pengar til lands­liðshondbólt. Men síðani er myndin broytt, og tað er ótrúliga stuttligt at síggja, hvussu væl U17-landsliðið stóð seg, og eisini U21-landslið, sum kom til HM-endaspælið. Í dag spæla teir allarflestu á A-landsliðnum eisini uttanlands, og tað var næstan eingin, sum gjørdi tað fyri fáum árum síðani, so tað er gott at síggja, sigur hann. Hann dugir tó væl at síggja, at føroyingar hava ein stóra av­bjóðing við tí kropsliga partinum. Tann fysiski parturin hevur verið ein avbjóðing hjá føroysku leikarunum, tí fleiri av hinum liðunum eru væl størri, men tað kann man arbeiða við. Áðrenn eg flutti til Danmarkar, hevði næstan ikki styrkivant, so eg var langt aftan fyri mín javnaldrar, tá ið eg kom niður, greiðir hann frá. Í Føroyum spældi Johan høgri bakkur, men tá ið hann kom til Danmarkar, fekk hann at vita, at hann var ov lítil til at spæla á bakkinum, og tí bleiv hann ístaðin koyrdur út á høgra vong. Men eg eri ein lutfalsliga stór­ ur vongur, leggur hann afturat. Krevur hart arbeiði og offur Johan á Plógv Hansen er komin longri enn nakar føroyingur undan honum er komin í hond­ bóltshøpi, men hann heldur, at aðrir ungir føroyingar saktans kunnu røka somu málum sum hann. Um tú skalt koma langt í ítrótti, so mást tú arbeiða hart fyri tí. Vit snakka um kropsliga part­in, men íslendingar eru til dømis heldur ikki so stórir. Men teir eru kendir fyri sína styrki og kontanta verjuspæl. Hjá summum er tað ein fyrimunur at vera høgur, men tað er heldur ikki nøkur forðing, um man er lítil at vøkstri. Tað snýr seg um hart arbeiði, um man vil røkka langt, sigur hann. Eisini á øðrum økjum er neyðugt at offra summi ting, um man vil røkka langt. Man forsømir nógv familju og vinir. Eg havi heldur ikki verið á ólav­søku í 10 ár, men eg fái so nógvar aðrar upplivingar, og ólav­søkan er har framvegis, tá ið eg eri liðugur at spæla hondbólt, sigur hann. Vanligt er, at europeisku hond­bóltskappingarnar liggja stillar frá á jólum til einaferð seint í januar, men hetta hev­ur heldur ikki givið Johan á Plógv Hansen møguleika at vitja foreldur og aðra familju í Før­ oyum so ofta, sum hann kundi hugsað sær. Tá ið kappingar liggja stillar í januar, havi eg seinnu árini verið upptikin av endaspølum við danska landsliðnum, so tað er ein luksustrupulleiki, sigur hann. Neyðugt at fara av landinum Sum tey flestu vita, eiga vit í Føroyum eitt ættarlið av hond­ bóltsspælarum á veg, sum eru óvanliga góðir. Her hugsa vit serliga um U17-landsliðið hjá dreingjum, sum vann European Open í Svøríki í fjør. Johan á Plógv Hansen hevur eisini fylgt væl við hesum dreingjunum. Har eru ótrúliga nógv spenn­ andi talent á liðnum. Tríggir av teimum, Elias á Skipagøtu, Pauli Joensen og Hákun West av Teigum, gingu á Skanderborg, har sum eg sjálvur gekk á sinni. Eg tosaði við Elias, tá ið hann fór heim aftur til Føroya seinasta summ­ar, og eg skilji væl, at hann fór heim, sigur hann. Nú gongur leiðin hjá Elias Ellefsen á Skipagøtu til Savehof í Svøríki, har hann hevur gjørt sáttmála. Man hoyrdi, at tað vóru nógv feløg, ið høvdu áhuga í honum. Men eg haldi, at hann hevur tikið eitt skilagott val við at fara til Svøríkis. Tað, sum er mest umráðandi hjá honum, er, at hann fer til eitt felag, har hann fær spælitíð, og har hann hevur ein venjara, sum hugsar menn­ing, heldur Johan á Plógv Han­sen. Hann dylur ikki fyri, at eftir hansara tykki er tað alt­av­ gerandi, at ungu leikararnir fara av landinum at royna seg sum skjótast. Eg haldi, at tað mest um­ ráðandi fyri hesar ungu leikar­ ar­nar er, at teir fara at royna seg uttan fyri Føroyar. Til dømis við at fara á hondbóltseftirskúla ella á eitt elitu akademi sum tað í Skanderborg. Sjálvur var eg kanska í so gamal, tá ið eg fór avstað, hóast eg bara var 16 ár. Eg spældi eisini fótbólt, til eg var eini 15 ár, men so valdi eg hondbóltin burturav. Tað var táverandi venjarin hjá KÍF, Jan Ottosen, sum fekk meg at umhugsa at fara niður til Dan­ markar at royna meg. So tað var eitt sindur av tilvild, greiðir Johan á Plógv Hansen frá. Hannover eitt stig á eini longri leið At skifta til toppin av týskum hond­bólti er eitt stórt lop, men stendur tað til Johan á Plógv Han­sen, so steðgar yrkisleið hans­ara ikki í Hannover Burg­ dorf. Hannover er eitt stórt felag, men tað kann eisini við tíðini gerast lopfjølin til eitt enn størri felag, sigur hann. Spurdur, hvar hann sær seg sjálvan um fimm ár, sigur havnar­maðurin á danska hond­ bólts­landsliðnum avgjørdur: Um fimm ár spæli eg fast á einum liði, sum er millum 10 tey sterk­astu í heiminum. Eg fái fullan uppbakning frá Astrid. Hon hevur altíð sagt, at hon bakkar meg 100 prosent upp, uttan mun til hvar eg fari Um fimm ár spæli eg fast á einum liði, sum er millum 10 tey sterkastu í heiminum