Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 26. JUNI 2020 SOSIALURIN 50 9 Sjóvarfalsdrekar verða veruleiki í Vest­manna­sundi, nú fyrri drekin verð­ur settur út í næst­um, og seinni drek­in seinni í ár. Verk­ætl­anarøkið er frið­að fyri fisk­ ing og sigling í roy­nd­ar­tíð­ar­ skeiðnum SEV Tíðindaskriv: Arbeiðið við sjóv­ ar­fals­verk­ætl­an­ini hjá svensku fyri­tøkuni Min­esto og SEV í Vest­m­ann­a­sundi gongur væl. Fyrra und­ir­støð­ið á hav­botn­i­ num eru liðugt, og í næstum verð­ur kað­al lagdur inn á Oyr­ar­ gjógv, har eitt eftir­lits­rúm er sett upp at fylgja við el­orku­fram­ leiðsl­uni í Vest­manna­sundi. Tá kað­al­in er lagd­ur, verður fyrri drek­in settur út í sjógv­in. Seinni drek­in, saman við und­ir­støði og kaðali, verða sett út seinni í ár. Minesto er millum fremstu menn­arar av havorkutøkni, og svenska felagið hevur fyrireikað sjóv­arfals­verkætlanina saman við SEV í sløk tvey ár. Sjóvarfalsorkan er serstakliga á­hug­a­verd. Talan er um støðu­g­ astu varandi orkukeldu á okkara leið­um. Í mun til vindorku, vatn­ orku og sólorku, sum eru tengdar at veðr­inum, og harvið eru ó­støð­ug­ar orkukeldur, ber altíð til neyvt at spáa um, nær og hvussu hart rákið verður kring oyggj­ar­nar. Sostatt verður talan um stórt nýbrot, um sjóv­ar­fals­ ork­an loysir seg búskaparliga. Altjóða viðurkendir ser­frøð­ ing­ar meta, at tilsamans á jørðini er sjóv­ar­falsorka svarandi til 80 GW, og nøgdin av sjóvarfalsorku kring Før­oyar er tilsamans 1 GW. Av hes­um ber væntandi til at gag­nnýta 15-20 prosent, sum svara til 150-200 MW. Til sam­an­ ber­ing­ar kann nevnast, at tá mesti eftirspurningur er eftir el­ orku í Føroyum, er samlaða fram­leiðsl­an nakað oman fyri 60 MW. Ymiskt er, hvussu tað rekur á ymsu firðunum, so um sjóv­ar­ fals­tur­bin­urnar verða spjaddar kring oyggjarnar, ber til at hava sjóv­arfall sum ein støðugan part av var­andi orkukeldunum í fram­t­íðini. Verkætlanarøkið friðað fyri fisking og sigling Neyðugt er at fara varliga fram kring verkætlanararøkið í Vest­ mann­asundi. Sjóv­ar­fals­drek­ar­ nir eru festir í undirstøði á botni, og teir sveima runt í sjónum í ein­um 8-tali. Á drekunum situr ein turbina við einari skrúvu, sum í ferðini melur og framleiðir el­orku. Verður eitt nú fiskað tætt við drek­ar­nar er vandi fyri, at línan fløk­ist í útgerðini. Hetta kann skaða bæði reiðskapin og drek­ ar­nar. Økið er tí friðað fyri alla sigl­ ing og allan fiskiskap í tey tvey ár­ini, royndarverkætlanin varir. Øk­ið ella sonevndi kassin á sjó­ kort­i­num, sum vísir verk­ætl­an­ ar­øk­ið, ligg­ur mitt í sund­inum – mill­um Oyr­ar­g jógv á vág­a­landi­num og Egilsnes á strey­m­oy­ar­land­inum. Almennu koronatiltøkini høvdu við sær, at kunn­ing­ar­ fund­i­rnir, sum SEV ætlaði at hava fyri borgarum í Vestmanna, Kví­vík og Vágum vórðu av ong­ um. Í staðin hevur verið kunnað í miðl­u­num, og plakatir, sum lýsa verk­ætlanina, verða settar upp við nærmastu bátahyljarnar. Tað ber til at taka knatt­støð­ ur­nar fyri kassan niður á hesi QR-kotu við leinki til Google Maps, sum vísir neyva verk­ætl­ an­ar­økið í fartelefonini. Verk­ ætl­an­ar­økið er eisini sjónligt á www.fishin.fo. Steðga undir grindarakstri Um tað gerst neyðugt at reka grind ígjøgnum Vestmannasund, skal sýslumaðurin boða vakt­ hav­andi á Fossáverkinum hjá SEV í Vestmanna frá. Drekarnir verða síðani steðgaðir, so teir ikki órógva raksturin. Um illa vil til, og útgerð – ant­ in hjá einum sjálvum ella hjá SEV – fær skaða, so skal SEV boð­ast frá. Er okkurt hent, so at vandi er á ferð, ella er okkurt áfatt, sum kann hava vanda við sær, er umráðandi at boða sjó­ bjarg­in­garstøðini, MRCC, frá bein­an­vegin. Djóralívið skal eygleiðast Øll neyðug loyvi til roynd­ar­verk­ ætl­an­ina eru fingin til vega, og her­undir er ein góðkend ár­ins­ meting, sum liggur á hei­m­a­síð­ uni hjá Umhvørvisstovuni www. us.fo. Ein treyt fyri góðkenningini av verkætlanini er, at djóralívið á stað­num skal eygleiðast, og sostatt skal SEV eygleiða og skrá­seta, hvørji møgulig árin drek­ar­nir hava á djóralívið í øki­ num. Skuldi tað hent seg, at fólk varn­ast nakað óvanligt við djóra­ lívi­n­um í økinum, verða tey bið­ in um at siga SEV frá hesum í teldu­posti til menning@sev.fo. NÝBROT Í VEST­ MANNASUNDI Tað ber til at taka knatt­støð­ur­nar fyri kassan niður á hesi QR-kotu við leinki til Google Maps, sum vísir neyva verk­ætl­an­ar­økið í fartelefonini. Verk­ætl­an­ar­økið er eisini sjónligt á www.fishin.fo Neyðugt er at fara varliga fram kring verkætlanararøkið í Vest­mann­asundi. Sjóv­ar­fals­drek­ar­nir eru festir í undirstøði á botni, og teir sveima runt í sjónum í ein­um 8-tali. Á drekunum situr ein turbina við einari skrúvu, sum í ferðini melur og framleiðir el­orku