týsdagur 1. august 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Argjabáturin hevur ikki ver-
ið til at skala. Hetta hava
vit aftur og aftur staðfest.
Kappingin hevur staðið um
næstfyrsta plássið. Hon
hevur stór, men í fyrstu
fimm róðrunum megnaði
Toftabáturin, sum nú er gul-
ur og verður mannaður í
Kappróðrarfelagnum NSÍ,
at enda næstfremst.
Hesa ferð megnaðu teir í
Heiðunum ikki at vinna so
at siga fasta plássið. Vest-
menningar í Gullbrandi
høvdu ein øgiligan enda-
spurt, teir endaðu næstfrem-
stir, og harvið fingu teir
bronsukrónurnar
í
FM
kappingini.
Fyri klaksvíkingar í Nev-
inum Reyða var talan um
stórt vónbrot. Teir hava
flestu
ferðirnar
verið
nummar trý. Á vestanstevn-
uni duttu teir aftur á fimta
plássið, tí teir hingu fastir í
startinum, og hesa ferð høv-
du teir ætlað sær annað
plássið, sum teir hava mett,
at teir hava havt førleikan
at bjóða av um.
Men Gullbrandur snýtti
Nevið Reyða. Klaksvíking-
ar endaðu á fjórða pláss-
inum, og harvið mistu teir
bronsukrónurnar til Vest-
manna. Undan ólavsøku-
róðrinum høvdu bæði Gull-
brandur og Nevið Reyða
seytjan stig. Vestmenningar
hava vunnið og vinna so
nógv, meðan tað hjá klaks-
víkingum hevur verið meiri
soltið nógvu tey seinnu ár-
ini. Vit nevndu eftir vestan-
stevnuna, at kjølurin longu
er strektur til eitt nýtt Nevið
Reyða. So fáa vit at síggja,
hvussu tað fer at hilnast hjá
teimum komandi ár.
Stóra kappingin
Argjabáturin var aftur hesa
ferð framúr. Kanska fingu
mongu viðhaldsfólkini á
Argjahøvda
ein
lítlan
kvøkk, tá tað ikki heilt bein-
anvegin á fyrstu metrunum
var greitt, at Argjabáturin
var fremstur, men tað var
skjótt, at hann hevði vunnið
seg eina hálva bátslongd
framum hinar bátarnar.
Munurin var ongantíð so
øgiligur, men tað var eingin
ivi um, at tað var Argjabát-
urin, sum hevði tak á tí, og
so at siga stýrdi øllum róð-
rinum.
Øgilig kapping var um
næstfremsta plássið. Mið-
vingurin,
Heiðabáturin,
Toftabáturin, Húsavíkingur-
in, Gullbrandur og Nevið
Reyða vóru allir framvið.
Munurin teirra millum var
lítil og eingin, og tað sigur
ikki so lítið um, hvussu tætt
tað var, at Miðvingur, sum
endaði á sjeynda plássi,
leingi var við í kappingini
um næstfremsta plássið.
Tað hevur verið sera hug-
aligt í summar, at tólv 8–
mannafør hava verið við í
kappingini. Argjabáturin
hevur verið suverenur, og
Argjabáturin sveik ikki nógvu
viðhaldsfólkini
8–mannafør: Fyri klaksvíkingar var tað stórt vónbrot, at
teir ikki megnaðu at vinna at vinna bronsukrónurnar
vit endurtaka lukku ynski
við FM heitinum, sum vit
heilsaðu teimum við eftir
vestanstevnuna. Einki tykist
at vera at ivast í, at tað eisini
komandi ár fer at vera stór
luttøka í hesari bátastøddini.
Síðani FM kappingarnar
í 1973 fingu tað snið, sum
tær hava nú, hava átta bátar
vunnið á ólavsøku. Sigurin
hesa ferð var tann sætti hjá
Argjabátinum. Ørvur og
Kvívíkingur hava eisini
vunnið seks ferðir.
Sigurin í ár er sjeyndi FM
sigurin hjá Argjabátinum
síðani 1973. Harvið er
Argjabáturin mest vinnandi
8–mannafarið. Ørvur hevur
vunnið seks ferðir, Kvívík-
ingur hevur vunnið fimm
ferðir, Oyndri fýra ferðir,
Knørrur tríggjar ferðir og
Miðvingur tvær ferðir. 1973
var fyrsta árið, tá stig vórðu
givin í øllum seks róðrunum
(frammanundan var eftir
ólavsøku skipað fyri serlig-
ari FM stevnu). Gøtu Trón-
dur vann fyrstu FM kapp-
ingina millum 8–mannafør.
JH
Føroyameistarar við
fullum stigatali gjørdust
teir av Argjabátinum
Mynd: Jens K. Vang
Tað er ein so fasinerandi
sjón, sum hon annars ikki
sæst í føroyskari liðítrótt.
Størstu bátsmanningarnar
liggja í stilli og eitt sindur
av mjørkatámi á startmál-
inum. Startdómararnir kom-
a við síðstu vegleiðingu-
num. Stýrimaðurin heldur
bátinum á kósini, og saman
við teimum tíggju væl
trimmaðu bátsfeløgunum
roynir hann at halda kob-
lingini millum kreftirnar,
teknikkin og hugan, sum
skal syrgja fyri, at alt fer
fram, sum teir hava avrátt
frammanundan.
Vestmenningar eru í serflokki
10–mannaførini: Eingin megnar sum teir, tá mest um ræður, at halda høvdið kalt og fáa fulla nyttu burturúr
evnunum
Ein av avtalunum á tú-
sund metra málinum – og
serliga á ólavsøku har tað
bara er 901,31 metrar – er
at fáa so mikið av ferð á
bátin beinanvegin, at hann
stingur seg framum hinar.
Eydnast tað, so verður lætt-
ari at stýra kappingini.
Hesin fyrsti taktikkurin
kann í mesta lagi eydnast
hjá einari manning. Við-
hvørt er starturin hjá øllum
umleið eins góður ella ván-
aligur, men viðhvørt kemur
tað fyri, at ein bátur bein-
anvegin leypur avstað.
Vestmenningar hava ikki
verið kendir fyri at vera
skjótir í startinum. Teir hava
vant startin nógv í summar,
og á ólavsøku eydnaðist tað
teimum at stinga seg fram-
um beinanvegin. Hóast
munurin aftur til kapping-
arneytarnar ikki var stórur,
so var hann har, og tað hevði
stóran týdning, bæði fyri
manningina á Vestmenningi
og á hinum bátunum.
Fyritreytirnar
Kappingin ólavsøkuaftan
var ikki so lítið lík eitt hund-
rað metra renning. Olymp-
isku leikirnir í Australia eru
á skránni í september. Ein
tann mest intensa og spenn-
andi løtan verður, tá dóm-
arin og finaluluttakararnir í
eitt hundra metra renningini
fara at gera klárt.
Sammetingin skal sjálv-
andi takast við øllum fyri-
varni, men starturin hjá 10–
mannaførunum ólavsøku-
aftan var ikki so ólíkur eini
sovornari kapping á 100
metrum.
Á styttsta renningarteini-
num vinnur tann, sum er
best fyri og sum er mest
kaldur, tá tað stendur mest
á.
10–mannafarið hjá vest-
menningum vann ólavsøku-
aftan, tí teir vóru best fyri,
og tí teir vóru mest kaldir,
tá mest um galt. Teir eru í
góðari venjing, teir hava
nógvar kappróðrarroyndir,
og teir høvdu besta taktiska
skilið í góðveðrinum á
Havnarvág.
Kappingin
Vestmenningurin
fekk
skjótt
stavnin
framum.
Eysturoyingur royndi í fyr-
stuni at leggja framat fyri
at bøta um vónbrotið, sum
kappingarárið hevur verið
fyri teir, men tann royndin
var ikki serliga drúgv.
Havnarbáturin ynskti eis-
ini at vísa nógvu viðhalds-
fólkunum, at hóast teir ikki
høvdu møguleika at vinna
FM, so kundu teir bjarga
árinum hjá sær sjálvum og
Havnar Róðrarfelagi, men
tað eydnaðist ikki. Vest-
menningar vístu teimum frá
sær, tá havnarmenn, sum
lógu undir Molanum, bornir
av áskoðarafjøldini, royndu
at gera sítt.
Umborð á Kjøli søgdu
teir eftir kolldømingina á
jóansøku, at málið hjá teim-
um var at vinna á ólavsøku.
Teir ætlaðu at taka Vest-
menningin í startinum, men
tað eydnaðist ikki. Á veg
fram við Molanum gjørdu
teir tvær ella tríggjar royndir
afturat, men Vestmenningur
stóð stinnur.
Onkuntíð hevur verið at
sæð, at yvirkátir róðrar-
menn eru lopnir úr bátinum,
tá teir hava vunnið á ólavs-
øku. Tað gjørdu vestmenn-
ingar ikki. Eyðkenda kaldi
og sáttligi stílurin, sum er
so týdningarmikil, tá inten-
siteturin er so stórur, sást
eisini, tá teir fingu at vita,
at tað vóru teir, sum høvdu
vunnið, og at tað vóru teir,
sum vóru meistarar. Uppi-
borið var tað, og vit ynskja
teimum tillukku.
Vónbrotini
Sjálvandi var tað eitt vón-
brot hjá Havnarbátinum, at
teir ikki megnaðu at vinna
á Havnarvág, og at teir –
hóast teir fleiri ferðir vóru
framvið – ikki megnaðu at
vinna nakran róður fyrsta
árið, teir róðu við nýggja
bátinum.
Hjá Nólsoyinginum var
talan um stórt vónbrot. Teir
høvdu møguleika at vinna
FM, men so var neyðugt hjá
teimum at vinna á ólavsøku.
Teir fingu vánaligan start,
og hóast frástøðan til fremru
bátarnar ikki var so ógvu-
liga stór, so kom tað ong-
antíð upp á tal, at nólsoy-
ingar blandaðu seg í kapp-
ingina um fremsta plássið
og harvið FM heitið.
Eysturoyingar, sum iva-
leyst vóru mettir av sigrum
og vóru óhepnir í fyrstu róð-
runum, gjørdu lítið um seg.
Tað frættist, at fleiri útskift-
ingar vera á Eysturoyingi
komandi ár. Vit hava áður
víst á, at tað er gott ungt
fólk í felagnum, og eingin
ivi er um, at guli báturin
eisini komandi árini fer at
blanda seg uppí, har tað
gongur fyri seg.
Størsta vónbrotið í hesum
árinum hevur verið tað hjá
vágbingum. Teir fóru tíðliga
á árinum at venja í gamla
bátinum.Teir gleddu seg til
at fáa nýggja bátin, sum teir
avgjørt ætlaðu at gera seg
galdandi í, men tað kiksaði
fullkomuliga. Báturin kundi
ikki brúkast størsta partin av
róðrarárinum. Í staðin fyri
at rógva í einum nýggjum
og lættum báti, noyddust
vágbingar at kappast í ein-
um gomlum Sumbingi. Tá
teir fingu møguleika at
royna seg í nýggja bátinum,
vóru ongar ábendingar um,
at teir skuldu blanda seg upp
í kappingina um fremstu
plássini.
JH
Teir vóru pøstir, tá teir endiliga vunnu um málið, teir á Vestmenningi. Teir fingutó løn fyri stríðið, og kunnu komandi árið rópa seg føroyamestarar hjá 10-mannaførum
Mynd: Jens Kr. Vang
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 144 - 1. august 2000
Nr. 144 - 1. august 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart