Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 144 - 1. august 2000 Nr. 144 - 1. august 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Kurt aftur í gamla lagnum Toppskjúttin hjá Sogndal skoraði einasta málið, tá teir vunnu á útivølli Allir tríggir føroyingarnir vóru á liðnum, tá Sogndal sunnudagin vann 1-0 á útivølli. Við sigrinum styrktu teir um støðuna á triðja plássinum. Lyn, sum hevur 43 stig, og Strømsgodset, sum hevur 31 stig, tykjast hava beina kós móti bestu deildini. Sogndal hevur 29 stig, og teir stríðast við gamla felagið hjá Juliani Johnsson, Kongsvinger, um 3. plássið, sum gevur rætt til at spæla um eitt pláss í bestu deildini. Kongsvinger hevur 27 stig. Kurt høvuðsleikari Ein føroyingur var í hvørjari Sogndal-ketuni á útivølli móti botnliðnum, Skeid. Sogndal var fyri tað mesta undir trýsti, men Hans Fróði Hansen og hinir har afturi megnaðu tó at halda tætt. Tað var ikki minst málverjanum fyri at takka, og varð hann eftir dystin mettur at vera besti maður á vøllinum. Í Sogndal álopinum megnaði Kurt Mørkøre tað, sum eingin á vøllinum gjørdi. Í 38. minutti sendi hann bóltin á tvørtræið og í málið. Átta minuttir undan leikloki varð Kurt tikin av vøllinu. Komandi sunnudag skulu teir tríggir føroyingarnir og hinir í Sogndal aftur spæla á útivølli. Tað verður ivaleyst torført hjá teimum móti Byåsen. STEFAN Í SKORINI Leiftur spældi í gjár á úti- vølli ímóti Breiðabliki, sum eisini er eitt av botn- liðunum í bestu íslendsku deildini. Leiftur var fyri enn ein- um stórtapi, tí at heima- liðið vann heili 5-0, eftir at støðan var 2-0 í hálv- leikinum. Í seinasta um- farinum tapti Leiftur 7-1 fyri Fylki. Tólv mál eru farin inn í tveimum teim- um seinastu dystunum, og tá skuldi ein ávaringar- lúður ljóðað hjá teimum á Ólafsfirði. Breiðablik legði seg framum longu í 12. min- utti, og stutt fyri steðgin øktu teir aftur. Tíggju minuttir inn í seinna hálv- leik gjørdist tað 3-0, og teir seinastu tíggju min- uttirnar fóru tveir bóltar í málið framvið Jens Mart- ini. Næsti dysturin hjá Leiftri verður á heima- vølli 3. august ímóti KR, so teir mugu taka sær um reiggj, skulu teir hava nakranmøguleika at yvir- liva í bestu deildini, nú bara sjey dystir eru eftir. Uni Arge og ÍA av A- kranesi taptu í gjár á úti- vølli 1-0 ímóti meistaru- num KR úr Reykjavik. KR skal í vikuni spæla seinna Europa Cup dystin ímóti Brønby, ið vann fyrra dystin 3-1. Dysturin var sera týdningarmikil fyri ÍA, tí at bæði liðini høvdu 18 stig undan dyst- Leiftur líkist niðurflytara inum. Fyrri hálvleikur var javnur, men tíggju min- uttir inn í seinna hálvleik skoraði KR sigursmálið og er nú eitt stig aftanfyri Fylkir í oddanum. Uni Ar- ge var við í byrjunaruppstillingini hjá ÍA, og hevur hann nú bit- ið seg fastan aftur, eftir at hann var á beinkinum eitt skifti, tí at hann hevur havt ein skaða í økslini. Fylkir hevur 22 stig, meðan KR hevur 21. Síð- ani koma ÍBV og Grinda- vík við 20 stigum hvør, og ÍA er á fimta plássi við 18 stigum. Keflavík, har Páll Guðlaugsson er ven- jari, er á sætta plássi við 16 stigum. Leiftur og Stjarnan liggja føst í botn- inum við 7 stigum hvør, men Stjarnan hevur betri málmun. Tað sær avgjørt ikki bjart út hjá Leiftri, tí at tvey lið flyta niður úr bestu íslendsku deildini, og tað eru heili átta stig upp til tey næstu liðini, sum eru Breiðablik og Fram, ið hava 15 stig. Pól Thorsteinsson og Valur liggja væl fyri í stríðnum um uppflyting úr næstbestu deildini. Val- ur er tvey stig framman- fyri næsta kappingarneyt- an, sum er FH, og í sein- asta dystinum vunnu teir 5-0 á Tindastøll. Valur hevur ongantíð áður verið í næstbestu deildini, og tað er heldur ikki líkt til, at teir hava ætlanir um at steðga har leingi. Tað gongst ikki eftir vild hjá teim- um fýra føroyingunum á Ólafs- firði, og í gjár taptu Leiftur heili 5-0 fyri Breiðabliki Líkt er til, at Valu og Pól Thorsteinsson hava sett beina kós aftur móti fremstu deildini Kurt, soleiðis sum klaksvíkingar kenna hann - og nú eisini norðmenn. Í ferð við at skjóta mál Tjaldrið setti sannførandi punktum 5-mannafør, dreingir: Gamla manningin letur nýggja bátin frá sær uttan at hava mist nakað stig Við 5-mannaførum luttaka dreingir, sum ikki eru fylotir 18 ár áðrenn 1 mei sama kappingarár. Tó kann róð- ursmaðurin vera yvir 18 ár. Soleiðis ljóðar annað stykki í grein 10 í reglunum fyri FM í kappróðri. Tjaldrið vann ólavsøku- aftan 6. róðurin av seks møguligum. Báturin er nýggjur, hann hevur bara róð seks ferðir, og hann hev- ur sostatt vunnið hvørja ferð. Onkur helt, at hurrá rópini hjá landsstýrismann- inum í mentamálum vóru serliga hjartalig, tá hann hevði rætt NSÍ dreingjunum steyp og gullkrónur. Tað tor- a vit ikki at taka dagar í- millum, men tað var ikki undarligt, um so var. Róð- rarfelagið er granni hjá landsstýrismanninum á Glyvrum. Størri parturin av mann- ingini fellur nú fyri aldurs- markinum hjá drengjunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at nú skulunýggjar kreftir royna seg, og hjá teimum verður nakað at liva upp til. At Tjaldurs dreingirnir 2000 fara at síggjast aftur í komandi kappróðrum man vera stórt sannlíki fyri. Á ólavsøkuróðrinum vístu teir enn einaferð, at tað eru knotur í teimum. Havfrúgvin, Kollur og hin báturin hjá NSÍ, Spógvin, royndu at fjeppast uppi í fyrstu løtuna. Á Molanum var Tjaldrið tó leyst av hin- um bátunum, og tað gjørdist ongan tíð spenningur um hvørki fyrsta ella annað plássið. Tjaldrið var tríggjar báts- longdir undan FM-vinnara- num 1999, Havfrúnni, og Havfrúgvin var meira enn leys av drekanum. Spógva dreingirnir í gam- la Tjaldrinum endaðu á 4. plássi. Teir hava aldur at rógva í somu kapping kom- andi ár. Tá teir sleppa fram at í nýggja og lætta Tjald- rinum, er neyvan nakar ivi um, at teir fara at verða við í telvingini um fremsta plás- sið. Umframt at gleðast um sigurin hjá Tjaldrinum, kunnu tey í Runavík eisini fegnast um, at avloysararnir tykjast vera til reiðar at taka yvir Mynd: Jens K. Vang Herfølge er í botninum -Og FCK søplaði sigurin burtur, tá teir taptu í Århus Óli Johannesn er fram- vegis ikki í 1. liðs hóp- inum hjá AGF. Og tað verður helst torført hjá honum at sleppa upp í part, um gongdin fram- vegis verður tann, sum hon hevur verið tvey tey fyrstu umførini. AGF er topplið í super- liguni. Fyri tíggju døgum síðani var hetta púra ó- hugsandi. Undanfarna kappingarár megnaðu teir akkurát at lyfta seg upp um niðurflytingarstrik- una. Undan hesum kapp- ingarárinum vórðu teir roknaðir millum uppløg- du evnini til niðurflyting. Higartil hava teir í Århus gjørt spádómunum til skammar. Fyrst vunnu teir úti mótii Brøndby, og so gjørdu teir á heima- vølli av við FCK. Todi sterkur Í FCK harmaðust teir um 1-0 tapið, og tað er so væl skiljandi. FCK hevði yv- irvág síðsta tíman, og tað skal setast undir kleyvar- skap, at tað ikki eydnaðist teimum at skora. Todi Jónsson var stak væl upplagdur í vinstra borði. Hann megnaði ferð eftir ferð fara framvið mótstøðumonnum og leggja góðar bóltar inn- fyri, men mál komu so eingi burtur úr. Serliga var tað Zuma, sum í tveimum góðum støðum misnýtti eftir innlegg frá Toda. Tríggjar minuttir undan leikloki skoraði so Nocko Jokovic fyri AGF eftir langt útspark og vánaligt FCK verjuspæl. Herfølge er botnlið Jákup Mikkelsen og lið- felagarnir í Herfølge eru ordiligani komnir niður á jørðina. Meistaraliðið hevur einki stig fingið. Í Lyngby vóru teir á odda 1-0, eftir at Steven Lüstu hevði skorað í seinasta álopinum í fyrra hálv- leiki. Henrik Lykke, sum áð- ur hevur spælt við Lyng- by, varð útvístur í 36. minutti, men hóast teir vóru undirmannaðir, sá leingi út til, at Herfølge skuldi vinna ófantaligu uppgerðina. Men so javn- aði Lyngby, og teir skor- aðu ikki færri enn trý mál seinastu 20 minuttirnar. Eitt av málunum settu teir inn eftir brotsspark. Upp og niður Umframt AGF er tað bara eitt annað lið, sum hevur fult stigatal eftir tvey um- før. Tað er AaB, sum sunnudagin vann 2-1 í Haderslev. Brøndby var lítið sannførandi, tá teir leygardagin spældu mál- leysan javnleik móti OB. AB hevði aftur hesa ferð yvirvág uttan at vinn- a, tá Viborg javnaði til 1- 1, og í gjárkvøldið spældu Silkeborg og FC Midt- jylland. Í Herfølge tykjast teir hava tankarnar vendar móti Europa Cup. Áðrenn teir mikukvøldið í kom- andi viku fáa vitjan av Glasgow Rangers, skulu teir gera enn eina roynd at fáa stig í Superliguni. Longu fríggjakvøldið fáa teir vitjan av Viborg. Sunnudagin skal FCK spæla á gamla heimavøll- inum hjá Toda í Lyngby, og AGF skal spæla í O- dense móti OB. JH Byrjanin hjá teimum í Herfølge hevur verið alt annað enn góð Strálan blásti á hagtølini 6-mannafør, menn: Hóast teir enn eina ferð kiksaðu í startinum, so megnaðu strandingar at vinna Í blðanum ólavsøkuaftan søgdu vit, at Strálu menn- inir ongantíð høvdu vunnið á óalvsøku. Heldur ikki í 1991 og í 1992, tá teir vunn- u FM. Tá starturin var av á ó- lavsøku, kundi tað tókst sum um vánaligu ólavsøku- hagtølini skuldu halda fram. Kollfirðingur leyp avstað, Hvessingur og Hósvíkingur vóru honum á baki, og Strálan misti eina lítla hálva bátslongd beinanvegin. Hvessingur setti seg skjótt á spíssin, og so runnu Strálan og Hósvíkingur aft- aná. Í Havnar róðrarfelag høv- du tey vónað, og eisini rok- nað eitt sindur við, at Gong- urólvur fór at gera um seg, men hann heilkiksaði. Start- urin var vánaligur, Gongur- ólvur blandaði seg ongantíð uppí, og hervið var róðrar- árið hjá HR púrasta mis- eydnað. Tá bátarnir komu á Mol- an, var skuturin millum Stráluna og Hvessing farin at minka. Inn til hálvan Molan stóð stavn um stavn, men so fór Strálan at ganga frá Hvessingi. Teir úr Hval- vík/Streymnesi royndu at svara aftur, men munurin, Jarnbardur bjargaði Havnini 6-mannafør, kvinnur: Lómur megnaði hesu ferð at røkka næstfremsta plássinum Kappingarárið hjá høvuðs- staðnum hevur verið soltið. Einasti báturin, sum hevur vunnið, er Jarnbardur við kvinnum. Aftur á ólavsøku vunnu kvinnurnar úr róð- rarfelagnum, Knørri, og harvið staðfestu tær so ruddiliga, at tær hava verið so nógv mest sannførandi. Henda manningin vann FM í 1999. Vit skilja á lag- num, at onkrar ætla sær av landinum í heyst, men tað man lítið vera at ivast í, at Jarnbardur eisini komandi ár fer at vera við í toppinum. Gongurólvur fekk ham- puligan start, men hann dragnaði skjótt. Páll Fangi og Lómur startaðu væl, meðan Hvessingur startaði vánaliga. Hesir tríggir bát- arnir kappaðust um annað plássið. Um fremsta plássið var eingin serliga kapping. Jarnbardur kom skjótt á fremsta plássið, og hóast Páll Fangi og Lómur royndu at bjóða av, so var munurin frá Jarnbardi og aftur til hin- ar ongantíð minni enn ein bátslongd. Páll Fangi var leingi næst- fremst, men á síðstu eitt hundrað metrunum var ein- gin luft eftir hjá klaksvíks- kvinnunum. Argjakvinnur- nar hava gjørt lítið um seg í ár, men á ólavsøku vóru tær sera drúgvar. Tær endau á 2. plássi, og harvið tvífald- aðu tær samlaða stigatalið til tígggju. JH sum hevur verið seinna partin av róðrarárinum, kom aftur hesu ferð til sjóndar. Strálan vann ólavsøku- róðurin og FM, har við er tað ein saga blott, at Strálan við monnum ikki hevur vunnið á ólavsøkuk. JH Hóast starturin ikki var av teimum bestu, so eydnaðist tað Stráluni at vinna róðurin Mynd: Jens K. Vang Ein vanlig sjón, tá talan er um kappróður: Kvinnumanningin av Jarnbardi við gullmerkjum um hálsin Mynd: Jens K. Vang