Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. august 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 144 - 1. august 2000 Nr. 144 - 1. august 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart ÁKI BERTHOLDSEN - Ferðin á føroyska búskap- inum er stór. Tí er tað av alstórum týdningi, at rikin verður ein strammur bú- skaparpolitikkur, har al- mennu verklagsjáttanirnar ávirka virksemið í landinum sum minst, og har vit halda aftur í lønarvøkstrinum. Tað segði Anfinn Kalls- berg í løgmansrøðuni, sum hann legði fram, tá ið tingið varð sett ólavsøkudag. Hann vísti á, at føroyski búskapurin er framvegis í stórum vøkstri og tí er tað tað neyðugt at fylgja neyvt við gongdini í búskapinum. Løgmaður segði, at vøkst- urin í lønarútgjaldingunum hesi seinastu árini hevur verið millum 7% og 10%. -Hesin vøksturin sær út til at standa við. Fyrra hálvár í ár eru samlaðu lønarútgjald- ingarnar 10% hægri enn sama tíðarskeið í 1999. Í meðal hava framleiðslu- vinnurnar havt ein lønar- vøkstur upp á 11% í fyrra hálvári í 2000, sammett við sama tíðarskeið í 1999. Vaksin 32% Anfinn Kallsberg segði eis- ini, at rættiliga stórur vøkst- ur hevur verið í innflutn- inginum seinastu árini. Innflutningurin vaks 10% frá 1997 til 1998 og 16% 1998 til 1999. - Tøl eru enn bert tøk fyri fyrsta ársfjórðing í ár, og tey vísa, at samlaði innflutn- ingurin tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár er 32% størri enn somu tíð í fjør. Størsti vøksturin er í inn- flutninginum av brennievni v.m., sum 1. ársfjórðing í ár er vaksin við 101 mió. kr. ella 131% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Innflutningurin av skipum var 1. ársfjórðing 68 mió. kr. ella 118% størri enn sama tíðarskeið í fjør. - Taka vit hesar bólkarnar burtur úr, er samlaði inn- flutningurin 15% hægri 1. ársfjórðing í 2000 enn somu tíð í fjør. - Annars heldur tann stóri vøksturin fram í innflutn- inginum av tilfari til byggi- vinnuna, aðra framleiðslu og av maskinum, har vøkst- urin var ávikavist 21%, 16% og 16%. - Innflutningurin til bein- leiðis nýtslu vaks 6% frá 1998 til 1999, meðan vøkst- urin í fyrsta ársfjórðingi í 2000 var 16% størri enn í somu tíð í fjør. Haraftur- ímóti sær út til, at tann stóri vøksturin í innflutninginum av bilum er steðgaður. Inn- flutningurin av persónbilum var 7% minni fyrsta árs- fjórðingi í ár, sammett við somu tíð í fjør. Men tað er ikki bara innflutningurin sum veksur, tí tað ger útflutningurin eis- ini. - Útflutningurin uttan skip hevur verið í støðugum vøkstri seinastu árini. Ú- tflutningurin vaks frá 1997 til 1998 við 14% og frá 1998 til 1999 við 11%. Út- flutningurin fyrstu 5 mánaðirnar í 2000 er 10% hægri enn sama tíðarskeið í 1999. Annars vísti Anfinn Kallsberg á, at kapp- ingarførið hjá útflutnings- vinnuni er munandi batnað seinastu árini. Tað er av týdningi, at gongdin í lønar- hækkingum verður hóvlig tey komandi árini, so kappingarførið ikki aftur versnar sammett við tey lond, sum okkara útflutn- ingsvinna kappast við. Hann segði, at yvirskot hevur verið á handilsjavn- anum øll 90-árini, men hart trýst hevur verið á hand- ilsjavnanum seinastu árini. Búskaparvøksturin hevur verið stórur, og hóast út- flutningurin er vaksin, er innflutningurin vaksin meira. - Úrslitið er, at avlopið er minkað. Fyrsta ársfjórðing í ár eru tó 68 mió. kr. í avlopi á handilsjavnanum, tá skip ikki eru tald við. Verða skipini tikin við, er avlopið 11 mió. kr. Ferðin á búskapinum sæst aftur í inntøkum landskass- ans. Í 1999 var yvirskotið á fíggjarlógini 648 mió. kr., og broytist gongdin ikki stórvegis, verður yvirskoti minst líka stórt í ár. Fyri- bilsskatturin hjá landskass- anum í fyrra hálvári í 2000 er 61 mió. kr. ella 13% hægri enn sama tíðarskeið í 1999 og hann er væl hægri enn mett á fíggjarlógini. Mugu halda aftur Fíggjarpolitikkurin hevur stórt sæð verið at halda aftur í vøkstrinum í útreiðslunum á fíggjarlógini. Íløgutørvurin hevur verið og er stórur, men hóast tað og stóran búskaparvøkstur hevur borið til at halda aftur í almennu íløgunum. Ar- beitt verður við eini lang- Landskassin: 650 mió í yvirskoti í ár tíðarverklagsætlan fyri landskassan, sum skal sam- skipast við eina langtíðar- verklagsætlan hjá komm- ununum. Ætlanin er at gera eina 10 ára ætlan fyri lands- kassan og eina 5 ára ætlan fyri kommunurnar. Endamálið er at sleppa undan teimum stóru bú- skaparsveiggjunum og meira brúka almenna virk- semið til at stýra búskap- arligu gongdini í samfelag- num. Tað verður hildið ráðiligt í løtuni at byggja fyri 160 — 170 mió. kr. um árið, og roynt verður at leggja íløgurnar har í landinum, sum virksemið ikki er so stórt. Tó verður neyðugt at byrja umvælingarnar á Landssjúkrahúsinum. Hann segði, at ætlanin er at verklagslætlanin skal end- urskoðast hvørt ár. Men sjálvt um tølini verða broytt eftir umstøðunum, er tað umráðandi ikki at víkja frá sjónarmiðnum um at brúka løguætlanina sum eitt amboð at stýra búskapinum, so tað almenna ikki er við til at skumpa undir eina skeiva búskapargongd. Anfinn Kallsberg segði, at tað verðu eisini neyðugt at halda aftur í almennu løn- unum og landsstýrið miðjar framvegis efftir at reka ein varnan lønarpolitikk. Løgmaður segði eisini, at almennu útreiðslurnar eru ikki minkaðar í krónum seinastu árini. Men vøkst- urin hevur verið minni enn vøksturin í inntøkunum. Tað hevur eydnast at økja yvirskot landskassans ár undan ári, og hevur lands- kassin í dag eitt sera gott gjaldføri. - Nettouttanlandsskuldin er burtur. Skuldin hjá landskassanum til danska statin er framvegis 4,5 mia. kr., men nettoskuldin hjá landskassanum er umleið 3 mia. kr., tá ið tað, sum stendur í Landsbankanum, verður tikið við. Netto- skuldin hjá landskassanum er væl lægri, um peningur, sum liggur í grunnum og virðið av Føroya Banka verður tikið við. - Eitt úrslit av rikna politikkinum er, at tað al- menna er ein minni partur av samlaða búskapinum. Hetta er eitt politiskt ynski, sum hevur staðið framm- arlaga hjá samgonguni, segði Anfinn Kallsberg. -Tað verður neyðugt at føra ein varnan lønarpolitikk, bæði á almenna og á privata arbeiðsmarknaðinum, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður í ólavsøkurøðuni. Mynd: Jens K. Vang Ítróttar- og samkomuhøllin á Kambsdali Av tí at verandi leiðari og umsjónarmaður við Ítróttar- & Samkomuhøllina á Kambs- dali nú leggur frá sær, verður starvið sum leiðari/umsjónarfólk hervið lýst leyst at søkja. Starvið umfatar í høvuðsheitum: • Skipa fyri at fáa mest møguligt av tiltøk- um at fara fram í høllini. • Mótøka av bíleggingum um tiltøk og venjingartíðir. • Tilrættalegging av tiltøkum og venjing- artíðum. • Eftirlit við tiltøkum og venjingum í høllini. • Dagligt eftirlit av ognum hallarinnar, bæði innan og uttan. • Dagligt eftirlit og viðlíkahald av bygningi og øllum útbúnaði hallarinnar. • Ábyrgd og eftirlit av dagligu reingerðini í høllini. • Ábyrgd og eftirlit av reinhaldi av uttan- umøki. • Ábyrgd av vanligu innkeypunum til høll- ina. • Dagliga samskifti millum høll og við- skiftafólk. Yvirordnaði leiðarans er hallarnevndin. Viðkomandi skal hava góð samstarvsevni, og annars kunna arbeiða sjálvstøðugt. Tað kann vera fyrimunur, at hava onkra hand- verksútbúgving, men er tó ongin treyt. Løn sambært avtalu. Starvið er ætlað at seta 1. september 2000, ella so skjótt eftir hetta sum gjørligt. Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár. Møguligar umsóknir, ið skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 12. august 2000, skulu sendast til: Hallarnevndina Postbox 38 · 530 Fuglafjørður Kommunuskrivstovan í Gøtu verður stongd vegna summarfrí frá 1. august til og við 7. august. Frá 8. august og til og við 15. sept. verður avgreiðslan opin vanligu dagarnar, tó bert fyrrapart frá kl. 10–12. Skrivari Eitt starv sum skrivari í Almanna- og heilsu- málastýrinum, Starvsfólkadeildini, er leyst til setan frá 1. september 2000 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum: Vanligt skrivstovuarbeiði. Umsiting av starvsfólkamálum. Vit hugsa okkum at tú hevur: Skrivstovuútbúgving. Kunnleiki til starvs- fólkaumsiting er ein fyrimunur. Hollan kunnleika til skrivligt føroyskt. Kunnleika til EDV á brúkarastøði. Góð samstarvsevni. Vit bjóða: Eitt starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis sera áhugavert og mennandi við góðum skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikum. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála ímill- um Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelag- ið í lønarflokki 9 - 12. Setanarøkið umfatar Almanna- og heilsumálastýrið og stovnar undir tí. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Fríða B. Nielsen tlf. 30 40 93. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til: Almanna- og heilsumálastýrið Eirargarður 2 100 Tórshavn. Umsóknarfreist: 15. august 2000 kl. 14.00 Almanna- og Heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin ENDURLÝSING Leiðari til barna- ansing í Nólsoy Við hesum verður søkt eftir leiðara til kommunalu barnaansingina í Nólsoy at seta sum skjótast. Fyrimunur er, um viðkomandi hevur pedagogiska útbúgving. Nærri fæst at vita við at venda sær til Leo Poulsen á tlf. 32 70 12. Samstundis verður søkt eftir 3 hjálparfólk- um at arbeiða fulla tíð á stovninum. Løn eftir sáttmálanum hjá Pedagogfelag- num. Umsóknarfreist 8. august. Nólsoyar Kommuna Tlf. 327038 · Nólsoy Um stovnin: Fram til summarfrítíðina vóru 12 børn á stovninum, væntandi verða fleiri í heyst. Ansingin hevur verið skipað í eini 10 mánaða royndartíð og verður so skjótt leiðari er settur skipað fast framyvir. Sumbiar Kommuna Ætlanin er at seta barnaansing á stovn í Sumbiar Kommunu, um tørvur er á barna- ansing. Umsóknir um ansingarpláss skulu vera Sumbiar Kommunu í hendi áðrenn 15. august 2000. Sumbiar Kommuna FO-970 Sumba Skráseting Føroya hevur í dag skrásett ni›anfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3027 Navn: Sp/f Hjá Símuni Adressa: Nólsoyar Pállsgøta, 700 Klaksvík Kommuna: Klaksvíkar Kommuna Stovningardato: 22.06.2000 Vi›tøkudato: 22.06.2000 Kapitalur: Kr. 300.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 300.000,00 í ø›rum vir›um til kurs 100. Stovnari: Símun Akursmørk, Uppsalagøta 2, 700 Klaksvík. Nevnd: Jonna Elisabeth Akursmørk, Uppsalagøta 2, 700 Klaksvík (forma›ur), Símun Akursmørk, Uppsalagøta 2, 700 Klaksvík og Elisabeth Akursmørk, Skálatavegur 17, 700 Klaksvík. Stjórn: Símun Akursmørk, Uppsalagøta 2, 700 Klaksvík. Tekningarreglur: Felagi› ver›ur bundi› vi› undirskrift av nevndini ella einum stjóra. Grannsko›ari: : Finnur Sivertsen, Búskaparstovan, 700 Klaksvík. Roknskaparár: 01.01. - 31.12 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2000 - 31.12.2000 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil og anna› virksemi í hesum sambandi. Felagi› er stovna› vi› umskipan av virki eftir umskipanarlógini. Skráseting Føroya tann 26. juli 2000 Kristin Balle _____________________