hósdagur 25. juni 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020
SOSIALURIN 50
14
Fróðskaparsetur
Føroya - fyri Føroyar
og føroyingar
Eg havi ikki altíð arbeitt á
universiteti. Eg havi arbeitt í
byggivinnuni, handilsvinnuni og
í miðlaheiminum. Eg havi eisini
arbeitt í almennari fyrisiting,
í einum bústaðarfelag og sum
yrkistónleikari. Eg eri praktiskur
av lyndi, og eg havi – sum føroy
ingar plaga at taka til – »pissað í
saltan sjógv.«
Tað, at eg eri praktiskur, er í
roynd og veru orsøkin til, at eg
nú í nógv ár havi arbeitt í uni
versitetsverðini. Sum týskt-am
erikanski sálarfrøðingurin Kurt
Lewin orðaði tað: “Tað er einki
so praktiskt sum eitt gott ástøði,”
og í dag er lítið, sum hevur størri
praktiskan týdning enn tíðar
hóskandi, vælútgjørdir hægri
lærustovnar.
Tað er ikki bara eg, sum hugsi
so. Í øllum londum, sum vit sam
anbera okkum við, skilja bæði
stjórnir og fólk, hvussu avgerandi
tað er, at alsamt fleiri borgarar
fáa atgongd til hægri lestur, og
at útbúgvingarnar – ígjøgnum
granskingina – eru knýttar at
framleiðslu av nýggjari og nyttu
ligari vitan.
Ongantíð hevur hetta verið
greiðari enn nú. Og ongantíð havi
eg verið meira sannførdur um
týdningin hjá einum einstøkum
universiteti, enn eg eg eri um tann
týdning, ið okkara universitet,
Fróðskaparsetur Føroya, hevur
fyri føroyska samfelagið.
Tað man vera eyðsýnt fyri tey
flestu, hví Setrið hevur so stóran
týdning. Í strategiskjalinum Fróð
skaparsetur Føroya – Mál og mið
(2014-2024) vóru fleiri av høvuðs
orsøkunum staðfestar, og eg skal
bara nevna nakrar fáar av teimum
her.
Í altjóða høpi hóttir veður
lagskreppan framvegis, og tørv
urin á burðardygd í øllum tætt
um er átrokandi. Fleiri og fleiri
viðurkenna, at talan er um eina
vanlukku, sum krevur snarligt
altjóða aftursvar. Vit mugu laga
okkum eftir broyttu umstøðun
um, og vit mugu gera okkara part
fyri at sleppa undan ringastu
avleiðingunum. Slíkt krevur
útbúnar borgarar, borgarar, ið eru
upplýstir við bestu og nýggjastu
granskingini og førir fyri virkið
og praktiskt at gera sítt besta fyri
at skapa eina betri – og liviligari
– framtíð. Universitet hava
ómetaliga stóra ábyrgd í hesi til
gongdini.
Vit standa eisini við einum ar
beiðsmarknaði, ið broytist skjótt
og ógvusliga. Tøkni og tólmenni
broyta størv og vinnugreinar,
og starvsfólk verða noydd at
laga seg og flyta seg. Samfelagið
hevur tørv á útbúnum borgarum,
sum vilja læra alt lívið, og sum
hava serstakar førleikar, sum
júst er aðalmerkið hjá hægri út
búgvingum. Slíkir borgarar verða
førir fyri at spyrja rætt og svara
væl, laga seg og seta í verk, leiða,
síggja framtíðina og geva sítt íkast
til ta burðardyggu búskaparligu
og samfelagsligu menning, ið
okkum tørvar.
Korona-farsóttin hevur gjørt
avbjóðingarnar enn týðuligari.
Føroyingar hava higartil megna
støðuna væl, men aðrastaðni í
heiminum hevur tað ikki gingið
eins lætt. Farsóttin – og stríðið at
steðga henni – hevur havt stórar
avleiðingar og fer ivaleyst at
hava ógviliga stór langtíðarárin.
Núverandi rák verða styrkt, og
nýggj rák stinga seg upp. Búskapir
og samfeløg fara at broytast
munandi, vit vita ikki enn hvussu,
men í framtíðini fara vit uttan
iva at tosa um heimin áðrenn og
aftaná Covid-19.
Tað hevur verið eggjandi at
sæð tað arbeiðið, sum Setrið og
starvsfólk á Setrinum hava gjørt í
samband við Covid-19. Í samstarvi
við aðrar lyklapersónar í føroyska
samfelagnum reageraðu starvs
fólkini á Setrinum skjótt og posit
ivt og vístu, at tey megnaðu at
brúka sín serkunnleika til nýggju
avbjóðingarnar í broyttu støðuni
og at samskifta við bæði myndug
leikar og almenningin. Tey styrktu
almennu myndina av Setrinum og
vístu týdningin, ið Setrið hevur í
føroyska samfelagnum. Tað vil eg
rósa teimum fyri.
Føroyska landsstýrið og før
oyska samfelagið eiga eisini rós
uppiborið fyri at vilja lurta eftir
tí kunning og fylgja teimum ráð
um, sum serfrøðingarnir komu
við. Her í Bretlandi, haðani eg
sendi hesa heilsan, má eg bara
staðfesta, at høvdu bretar duga
líka væl at lurta og fylgt ráðum
sum føroyingar, so hevði støðan
verið ein onnur, og fleiri mannalív
høvdu verið spard.
Tað sær út til, at ein ítøkiligur
og virðismikil fyrimunur við
at vera eitt lítið samfelag sum
Føroyar er ein góður dynamikkur
millum vælútbúnar borgarar,
vælútgjørdar granskarar við
góðum sambondum og eina at
komiliga politiska skipan. Tað
hevur týdning fyri framtíðina, at
vit skilja hendan góða dynamikkin
og styrkja hann. Og tað er týðuligt,
at Setrið eisini í framtíðini fer at
hava ein týdningarmiklan leiklut
í føroyska samfelagnum.
Fróðskaparsetur Føroya hevur
ment seg nógv tey seinastu árini.
Tað er millum annað fyrrverandi
stjórum fyri at takka. Men tað er
framvegis nógv, sum má gerast,
skal Setrið megna tey krøv og
tær avbjóðingar, ið liggja fyri
framman.
Fyri stuttum samtykti Stýrið
fyri Fróðskaparsetur Føroya at
dagføra Strategisku ætlanina
2020-2024. Í dagførdu strategiini
verður staðfest, at vit í 2024 skulu
vera komin langt. Fyrstu fetini
fram ímóti málinum er longu sett
í verk, og vit eru takksom fyri, at
landsstýrið vil stuðla hesi menn
ingargongd.
Vit styrkja fyrisitingina á
Setrinum fyri at skapa eitt meira
samanhangandi, tíðarhóskandi og
framkomið universitet. Vit hava
sett á stovn eina nýggja góðsku
Tíðargrein
Chick Collins
Tað hevur týdning fyri framtíðina, at
vit skilja hendan góða dynamikkin
og styrkja hann. Og tað er týðuligt, at
Setrið eisini í framtíðini fer at hava ein
týdningarmiklan leiklut í føroyska samfelagnum