hósdagur 25. juni 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020
SOSIALURIN 50
15
eind og eina nýggja granskingar-
og framtakseind, sum báðar verða
skipaðar undir leiðslu av hvør
sínum prorektara (tveir av nú
verandi dekanunum). Eindirnar
skulu tryggja og styrkja dygdina
í okkara útbúgvingarskipanum í
samsvari við Bologna-tilgongdina,
og eindirnar fara eisini at økja um
okkara granskingarorku.
Vit hava sett okkum greið mál
fyri útbúgving og gransking, og
vit fara at tryggja okkum, at vit
hava álítandi hagtøl og vitan til
at máta og meta um gongdina. Vit
taka okkum praktiskt av teimum
leiðsluavbjóðingum, sum eru,
eisini teimum, ið eru gamlar og
rótfestar. Og vit stuðla starvs
fólkum at finna nýggjar hættir
at gera sítt besta, vit eftirmeta,
um vit gera tað rætta á besta hátt,
vit bøta um samskifti, vit styrkja
samstørvini og mangt annað.
Í øllum hesum leggja vit dent
á at vera Fróðskaparsetur Føroya
– fyri Føroyar og føroyingar. Vit
raðfesta okkara ábyrgd at verja
og menna føroyska málið og
føroysku mentanina. Hetta er
ein ábyrgd, ið vit taka í fullum
álvara, saman við tí breiðu og altíð
praktisku ábyrgdini at arbeiða fyri
burðardyggari búskaparligari,
samfelagsligari og mentanarligari
menning.
Tær næstu vikurnar fara
starvsfelagar á Setrinum at hava
greinar í hesum blaði um tey lyfti
og tær raðfestingar, sum vit hava
stungið út í kortið í okkara nýggju
strategisku ætlan. Hesir høvundar
halda, eins og onnur starvsfólk á
Setrinum, at tíðarhóskandi og
vælútgjørdir hægri lærustovnar
hava heilt avgerandi praktiskan
týdning í dagsins samfelag og í
framtíðini, og at fá universitet
hava so ítøkiligan og serligan
týdning fyri teirra samfelag sum
okkara universitet, Fróðskapar
setur Føroya.
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum,
sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini
eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er
viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Vit stuðla starvsfólkum at finna
nýggjar hættir at gera sítt besta, vit
eftirmeta, um vit gera tað rætta á besta
hátt, vit bøta um samskifti, vit styrkja
samstørvini og mangt annað