Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020 SOSIALURIN 50 16 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 44. partur V it eru nú í 1935. Tann 6. februar kom eitt farmaskip úr Est­landi við salti úr Miðal­hav­ inum. Tá ið eg inklareraði skipið, var skiparin ógvuliga blíður, og hann bjóðaði mær umborð um kvøldið saman við vinum. Hetta var ógvuliga hugnaligt. Eitt, sum eg legði til merkis, var, at tað vóru konufólk, sum kokkaðust. Hetta var ikki van­ ligt við skandinaviskum og vest­ ur­europeiskum skipum. Hetta má vera komið úr Russlandi, har tað er vanligt at hava konufólk sum manning.Tað finst vist eisini líknandi skipan í Grikkalandi. Afturgongd á Tvøroyri Tann 15. februar vóru vit liðug við útflutnigshagtølini fyri Suðuroy fyri 1934. Tey vísa, at útflutningurin úr Vág var 2,8 mill. kr. og av Tvøroyri varð útflutt fyri 1,25 mill. kr. Hetta gevur eina greiða mynd av, hvussu nógv tað er gingið afturá á Tvøroyri. Í 1920 hevði Tvøroyri nógv tann størsta út­ flutningin í landinum, og nú er hann minni enn helvtin av út­ flutninginum úr Vági. Í Vági vóru tá tveir sera dugna­ ligir keypmenn. Teir vóru Magnus Dahl og Jaspur Hjelm, sum hvør í sínum lagi høvdu arbeitt upp tvær stórar fyritøkur. Tað er mín sannføring, at tær dyggastu fyritøkurmar er har privata initiativið stendur aftanfyri, meðan fyritøkur, har alt verður borið av tí almenna og utttan fíggjarligan váða fyri leiðsluna, hevur minni møgu­ leika. Kommunustýrið hevur lagt fram skattalistan, og vísir hann, at skattaprosentið er komið heilt upp á 19. Hetta var ógvusligt, men tó ikki so ringt, sum tíðindini høvdu gingið. Tað hevði ljóðað, at kommunuskatturin fór at koma heilt upp á 30%. Her má havast í huga, at allar inntøkur hava verið lágar hesa tíðina. Tann stóra fyritøkan J. Mort­ ensen tykist at vera á fallandi fóti, og her er einki at skatta av. Hetta várið vóru skipini hjá hinari Mortensen fyritøkuni, Niels J. Mortensen, seinkað at fara avstað, tí tað var ikki komið nóg mikið av sukur til skipini. Kjøt úr Danmark Í Danmark var kreppa í land­ búnaðinum hesa tíðina. Danski staturin stuðlaði á tann hátt, at hann keypti gomul neyt frá bóndunum. Hesi vórðu dripin, og kjøtið varð fyribeint. Í Føroyum var støðan tann, at nógv høvdu tað trongligt. Tá kom fram tað hugskot, at tað besta av hesum kjøti skuldi sendast til Føroyar at lata teimum, sum høvdu tørv á tí. Hetta varð skipað á tann hátt, at tey ymisku komm­ unu­stýrini skuldu keypa kjøtið fyri kostprís, og skuldi so býta tað millum borgararnar í sóknini. Tað vóru tó kommunur, sum ikki hildu seg til at gera hetta. Tað komu hesi árini stórar send­ingar til Føroya av kjøti. Nógv av tí var heilt gott. Í mars kom Richard Thomsen við einum línubáti, Havellen, sum hann hevði keypt í Noregi fyri 52.000 norskar krónur. Tey vóru nógv, sum saman við mær ynsktu, at hetta fór at vera til eydnu hjá Richardi. Politikkur og vegir Eg var av løgtinginum valdur til formann í eina sjeymannanevnd, sum skuldi gera tilmæli um eina ætlan fyri vegagerð í Før­oy­ um, Hetta var eitt øki, har nógv áhugamál vóru. Allir nevnd­ar­ limir vildu sjálvandi hava veg til sítt øki, men játtanin var avmarkað, so tað var eisini neyð­ ugt at halda aftur. Tað var týðuligt, at sjálv­ stýris­maðurin í Vágum og sam­ bands­maðurin í Suðurstreymoy arbeiddu í felag fyri at Sørvágur skuldi fáa eina havn, og at vegur skuldi koma millum Tórshavn og Vestmanna. Hetta vóru verkætlanir, sum hvør sær kravdu nógvan pening, fyri ikki at tala um, um tær báðar skuldu setast í verk. Afturat hesum kom, at sjálvstýrismaðurin í Eysturoynni hevði nógvar ætlanir, sum hann vildi hava settar í verk í sínum valdømi. Um hetta alt skuldi eftirlíkast vildi tað gera sítt til, at samlaða játtanin fekk eina slag­ síðu. Tann 27. juni var eg í Havn á fundi í veganevndini. Tað eydn­ aðist at fáa semju millum tey ym­ isku áhugamálini aftaná nógvar fundir. Mítt uppskot var, at játtanin til vegir skuldi býtast millum Suðuroy, Streymoy og Eysturoy eftir fólkatalinum. Á henda hátt kundi tryggjast nóg mikið av játtan til vegin mill­ um Fámjin, Øravík og Trongisvág. Tað bar eisini til at fíggja vegin millum Hov og Porkeri sum uppdyrkingarveg. Fyri hendan vegin var neyðugt við eini neyðsemju, annars hevði eingin vegur komið millum hesar báðar bygdir tá. Tískil bleiv nevndin samd um eitt felags uppskot at leggja fyri tingið. Heldur hetta enn at tingmenn komu í tingið við hvør sínum minnilutauppskoti, har eingin visti, hvat úrslitið fór at verða. Tað vóru eisini aðrar hendingar um hesa tíðina. Tann 15. mars varð flaggað í Havn í sambandi við trúlovingina hjá Fredrik krúnprinsi og Ingrid. Vanlukka á bedingini Fyrst í mai hendi ein vanlukka á bedingini, sum við einum und­ur bara kostaði einum av arbeiðsmonnunum eitt skatt bein. Vanlukkan kundi eins væl kosta fleiri monnum lívið. Tað varð arbeitt við at taka hvalabátin Sumba upp á bed­ ing­ina. Tá hendir tað, at spælið brotn­aði, og brotnir metallutir fóru fúkandi í allar ættir. Men bara ein maður varð raktu. Hetta var sjálvur spælmaðurin, Petur í Puntabyrgi. Beinið hjá honum fór heilt illa. Tá var einki eftirlit av slíkum maskinarí á landi, og viðlíkahaldið hevði ikki verið nøktandi. Tí kundi slíkt henda. Ein skemtilig søga hjá Kristiani er um konu fútan, sum gav manninum boð um at skjóta eftir veiðitjóvum SIÐSØGA KONA FÚTAN GAV HONUM BOÐ UM AT SKJÓTA Kristian Djurhuus: Fiskaturking á Tvøroyri. Mynd hjá Kristian Djurhuus