hósdagur 25. juni 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020
SOSIALURIN 50
17
Komandi partur
Kristian Djurhuus kemur aftur um tvær vikur. Komandi partur verður um føroyingin,
sum byrjaði eina Black Lives Matter rørslu fyri 117 árum síðani, og hvørs myndir eru
grundarlag fyri part av hesi rørslu í dag.
Systkinabarnið misti
sítt einasta barn
Tann 2. mai komu syrgiligu boðini
um, at systkinabarn mítt, Johan
Danielsen, hevði misti sítt einasta
barn, Hans Christian. Hann
var deyður eftir ein skurð fyri
blindtarmin.
Eg var saman við Margrethu
og soni okkara, Ejler við til jarð
arferðina. Jákup Dahl, próstur,
helt eina kensluborna røðu, og
aftan á hevði Johan eitt stillisligt
farvæl til sonin. Konan hevði
stutt frammanundan føtt eina
deyðfødda gentu. Tey fingu ikki
onnur børn, og tey saknaðu eitt
barn restina av lívinum.
Nú kom sonurin Johan heim
við Tjaldrinum at halda summ
arfrí, og Margretha og Ejler vóru
komin til Havnar at taka ímóti.
Johan var í einum av mínum
gomlum slipsum, og vísti hetta
hansara nøgdsemi.
Nógv skipavitjan
á Tvøroyri
Tá ið eg kom til Tvøroyrar var
tað sjáldan, at ensk og skotsk
fiskiskip komu á Tvøroyri. Tað
varð sagt, at sýslumaðurin und
an mær, Oliver Effersøe, var so
ófyrikomandi við hesi skip, at
tey heldur fóru til aðrar havnar
enn Tvøroyri at kroka ella fáa
gjørt umvælingar. Hesi pláss vóru
serliga Klaskvík, Fuglafjørður og
Vestmanna, sum fingu ikki lítla
inntøkur av hesum vitjanum.
Men sum frá leið fóru vitj
anirnar at økjast, og Tvøroyri
bleiv tann mest nýtta havnin hjá
hesum skipum. Tey fingu sær
umboðsmann á Tvøroyri, sum
var Jørgen Mortensen og Søn, og
við hesum fylgdi ikki so lítið av
umvælingararbeiði.
Men allar medaljur hava sína
baksíðu, og tað hevði mest sam
band við rúsdrekka. Tað kundi til
dømis henda, at ein fullur trolara
skipari fór at nýta floytuna mitt
um náttina. Tá var neyðugt at
fáa gjørt eina reglugerð at forða
hesum.
Tað var ikki altíð so nógvur
fiskur at fáa á útróðri. Tað bleiv
nógvur vinskapur millum fólkið á
Tvøroyri og hesar fiskimenn. Tey
vóru mong, sum fingu forerandi
eina kurv av fiski frá bretskum
fiskiførum. Tað var eisini fast, at
ein kurv av fiski varð send niðan á
sjúkrahúsið við fyrsta floks fiski.
Læknin fekk eisini fisk, um hann
var sjúkraørindi umborð.
Tað hendi seg eisini, at fólk
fingu til gávus ein sekk ella tveir
av koli. Hetta var vist ikki heilt
eftir reglunum, og skiparar kundu
fáa trupulleikar við reiðaran, um
hetta frættist heima.
Tingsetan 1935
Tingsetan í 1935 byrjaði sum van
ligt við kirkjugongd, og presturin
á Viðareiði, Børge Kielberg, talaði
um ”talentirnar”. Hetta var ein
góð byrjan til tað ábyrgdarfulla
løgtingsarbeiðið.
Tað vóru longu 190 tingmál
løgd fram, so tað kundi roknast
við, at henda tingsetan bleiv eins
drúgv og tann undanfarna.
Eg plagdi at búgva heima hjá
okkum í Ólastovu, men hetta var
nóg so strævið hjá mammu, so
óregluligar sum máltíðirnar vóru,
so eg kom at búgva nærindis á
Hotel Djurhuus (sum í dag er
Áarstova).
Longu tann 2. August legði
Jóannes Patursson fram uppskot
um, at ”í Føroyum skulu bert ráða
Føroyingar og Føroya løgting í
øllum førum.”
Hetta uppskot byrjaði eitt
drúgt orðaskifti millum Paturs
son og Andras Samuelsen. Paturs
son vísti til, at hann hevði fingið
uppskot góðkent á einum fundi í
kommunuskúlagarðinum í Havn!
Hetta uppskot fekk ikki undir
tøku, og kom heldur ikki í nevnd,
tí bara 5 tingmenn atkvøddu
fyri tí, millum hesar var Dam.
Hetta kann hava verið taktikk
ur. Hann hevur merkt, at tað var
vaksandi undirtøka fyri sjálv
stýrishugsjónini, so tað kundi
vera til nyttu at fylgja streym
inum.
Tingið hevði fingið jarðar
lóggávuna aftur frá stjórnini.
Orsøkin kann hava verið stóra
mótstøðan hjá Patursson og
tann adressa, sum hann hevði
skipað fyri. Tí var ynskt at fáa
viðmerkingar til støðuna.
Eg var framsøgumaður fyri
Sambandsflokkin, tá ið málið
fekk 2. viðgerð. Men Patursson
var ógvuliga spakur. Kanska
hevði hann fingið munnkurv frá
teimum av sínum floksfeløgum,
sum stuðlaðu samtyktu lógina,
sum til dømis Mitens og Gunnar
Winther.
Eitt mál var um tilskot til eina
skúlabarnaferð til Danmarkar.
Hetta fekk breiða undirtøku,
men Patursson var ímóti. Hann
helt, at børnini lærdu meira, um
tey fóru til eitt annað land enn til
Danmarkar. Hann nevndi einki
land, men eingin ivaðist í, at hann
meinti Noreg.
Kona fútan: Skyd så Niels!
Um hesa tíðina hitti eg nýggja
fútan Niels Westerby og konu
hansara Agnete. Tað tyktist, sum
at hann ikki var so avgjørdur í sín
um meiningum, meðan konan var
ein ógvuliga sjálvstøðug kvinna,
sum eisini tosaði nógv.
Um hesa tiðina komu frá
boðanir úr Norðoyggjum um, at
fleiri bretskir trolarar fiskaðu
innan fyri mark. Tað var tá einki
verjuskip undir Føroyum. Ofta
vórðu tey flutt til aðrar partar
av ríkinum at taka sær av øðrum
uppgávum.
Men fútin fekk at vita, eisini
frá konu síni, at hann mátti gera
okkurt við hetta. Tiskil leigaði
hann bátin ”Álkan” frá Skipa
felagnum. Hesin bátur hevði eina
gamla signalkanón, sum tó bara
kundi skjóta við leysakrúti.
Men hetta var besta ”krígsskip”,
sum var tøkt. Teir fóru so avstað
saman við staðkendum monnum.
Fútin var eisini við saman við
konu síni. Í skýmingini komu
teir fram at trolarunum. Tað var
hildið skipsráð um, hvat ið skuldi
gerast. Tað var mestur hugi til at
skjóta eitt ávaringarskot, áðrenn
tað varð farið í holt við at taka
trolararnar. Hesum vildi fútin
bíða við. Hann var kendur fyri at
hugsa seg væl um, áðrenn hann
gjørdi nakað. Men hini umborð
høvdu bestan hug at skjóta, eisini
konan Agnete. Kanónin var klár
at skjóta, og skjúttin var eisini til
reiðar.
Men tá er tað, at Agnete misti
tolið og segði: ”Så skyd dog Niels”.
Hetta avgjørdi málið, og fútin
gav boðini ”skyd”, og tað kom eitt
øgiligt buldur. Manningin small í
dekkið, og ”Álkan” ristist, sum um
hon var við at detta sundur.
Hetta tyktist eisini at ávirka
teir umborð á trolarunum, sum
beinanvegin fóru at taka reið
skapin inn og sleptu sær út um
mark. So skjótt krútroykurin var
lætnaður, varð full ferð sett á
”Álkuna”, tí nú skuldu teir freku
veiðutjóvarnir handtakast. Men
”Álkan” hevði við síni 6 míla ferð
ongan møguleika móti teimum
skjóttgangandi trolarunum.
Farið varð aftur til Havnar
uttan nakra handtøku. Men okk
urt var komið burturúr kortini.
Trolararnir høvdu fingið ein
hvøkk, og mundu práta nógv
sinámillum um hetta nýggja før
oyska verjuskipið, sum ikki bakk
aði fyri at skjóta móti teimum.
Tað var nógv fólk á bryggjuni,
tá ið Álkan kom aftur til Havnar,
og tað kundi sigast sum rætt var,
at teir høvdu skotið eftir trol
arunum, sum tó allir vóru rýmdir.
Frú Agnete bleiv ein kend
kvinna eftir hesa hending, og tað
bleiv eitt tiltak, tá fólk við einum
smíli tóku til ”Skyd Niels.”
Eg kom ofta saman við fúta
hjúnunum, tey vóru hugalig fólk.
Westerby var ein vælmeinandi
persónur, sum ikki vildi gera
nøkrum órætt. Eg haldi, at tað
píndi hann at vera ákærari. Tá
ið hann skrivaði kærurit, kundi
hann leggja afturat, ”men på den
anden side” kundi ikki útilokast,
at tað kundi vera ”formildende
omstændigheder”. Tað er annars
upp til verjan at koma við slíkum
sjónarmiðum í rættinum.
Westerby var fúti í Føroyum
frá 1935-1947. Eftirmaður hansara
var Erik Landau.
Magnus Dahl í Vági. Ein tann
stóri vinnulívsmaðurin í
Suðuroy um hesa tíðina.
Richard B. Thomsen hevði havt trolarar, nú keypti hann
eitt línuskip. Hann hevði Uttari Handil á Tvøroyri.
Fútin, Niels Westerby. Konan
gav honum boð um at skjóta.
Àlkan, sum skapti søgu sum vaktarskip.