Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020 SOSIALURIN 50 18 Hýruvognsloyvi Í Tórshavnar kommunu er eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja. Loyvið eru knýtt at bilstøðini AUTO. Umsóknin verður fylt út í sjálvgreiðsluni á torshavn.fo. Umsókn Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi seinasta lagi mikudagin 1. juli 2020. Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um hýruvognsreglur, sum broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember 1990, umsitur vinnunevndin hýruvognsloyvi í kommununi. 66 hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu. torshavn.fo DIREKTØR DIREKTØR P. GORM- PETERSEN P. GORM- PETERSEN OG HUSTRUS LEGAT TIL OG HUSTRUS LEGAT TIL FORDEL FOR SIDSTNÆVNTES FORDEL FOR SIDSTNÆVNTES SLÆGTNINGE. SLÆGTNINGE. Býtið av legatpørtum fyri 2020 fer fram í oktobur mánaða. Støddin av legatpørtunum er millum kr. 500,00 og kr. 3.000,00 eftir nærri áseting nevndarinnar. Legatið verður latið til ástøðiliga og verkliga útbúgving hjá ættarfólki, eisini ætt-leiddum, hjá systkjum Sofíu Louisu Gorm-Petersen, fødd Nielsen. Í undantaksføri kann legatpartur latast til at hjálpa einum av nevndu ættarfólkum í sambandi við fyribils fíggjartrupulleikar í virki teirra, ella fyri at viðkomandi kann byrja yrki, har íløgupeningur er neyðugur. Umsóknarfreistin er 31. august 2020 og saman við umsóknini skal sendast: 1. Bústaður, møgulig teldupostadressa og P-tal umsøkjarans (danskt cpr.nr. hjá teimum sum búsitandi eru í Danmark) 2. Ljósprent av dóps- ella navnabrævi 3. Frágreiðing um hvussu umsøkjarin er ættaður frá einum av systkjum Sofíu Gorm-Petersens 4. Frágreiðing um hvat ætlanin er at nýta legatið til 5. Váttan frá útbúgvingarstað (t.d. skúla ella læruplássi) við frágreiðing um, nær útbúgvingin er byrjað og longdin á útbúgvingini 6. Upplýsingar, um umsøkjarin hevur framíhjáinntøku, fær onnur legat ella fær hjálp frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum 7. Banki, skránr. og kontonummar umsøkjarans Umsøkjari, ið ikki hevur sent inn frammanfyri nevndu upplýsingar og váttanir innan ásettu freistina, kann ikki vænta at umsóknin verður viðgjørd. Umsókn kann sendast legatnevndini sum teldupostur til pen@kallnet.fo ella sum vanligt bræv til nevndarformannin Petur Elias Nielsen, Hammershaimbsvegur 15, 360-Sandavágur. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Denis Podorojnicov, Hvanndalsbrekka 6, 900 Vágur, føddur tann 31.05.1991, deyður tann 14.06.2020, verða við hesum biðin um innan 6 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Birita Sandberg Samuelsen, SÓKN Advokatar, J. H. Schrøtersgøta 7, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 173/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 22. juni 2020 ENDALIGUR SKIFTIFUNDUR Í búnum eftir Henny Helma Agna Amanda Jarnskor, fødd 30. juli 1938, deyð 24. juli 2019 (sks. nr. 262/2019), verður hildin endaligur skiftifundur fríggjadagin tann 21. august 2020, kl. 10.15 á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, til roynd av krøvum og staðfesting av uppskoti til roknskap. Uppskotið við fylgiskjølum kann eftirskoðast á skrivstovuni hjá skiftirættinum. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 25. juni 2020. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Eva Maria Gregersen, Grannatún 7, 600 Saltangará, fødd tann 3. desember 1930, deyð tann 30. marts 2020, og fyrr deyða hjúnarfelaga Pól Gregersen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Patursson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 92/2020, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 15. juni 2020. TROTABÚGV Við avgerð tann 25. juni 2020, er Sp/f Færøy Tankers, Mykinesgøta 5, 100 Tórshavn, skrás.nr. 6280, sks. nr. 3-16/2020, komið undir trotabúarviðgerð eftir áheitan móttikin tann 22. juni 2020 frá likvidator, advokat Óli M. Hansen. Felagið bleiv tikið undir likvidatión eftir áheitan, dagfest tann 18. september 2018, frá Skráseting Føroya um tvingsilsavtøku. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Óli M. Hansen, Faroe Law, Magnus Heinasonargøta 10, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, hósdagin tann 9. juli 2020, kl. 9.45. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 25. juni 2020 fyrst og fremst www.in.fo DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á