hósdagur 25. juni 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020
SOSIALURIN 50
20
TRÓNDUR ARGE
Í
føroyskum fótbólti spæla vit
tríggjar ferðir móti hvørjum
í einum kappingarári. Nú
er ein triðingur farin og øll
liðini hava spælt eina ferð móti
hvørjum. Tí seta vit nú ársins
lið higartil. Tað eru altíð nógvar
meiningar um hvør skal á liðið,
og hvussu liðið skal veljast út.
Hvussu nógv hava liðavrikini at
siga, tá talan er um einstaklingar,
ið skulu á liðið?
Í ár er tað sermerkt, at NSÍ hev
ur fýra umboð á liðnum, meðan
oddaliðið HB bara hevur tveir. Í
høvðusheitum verður hugt eftir
persónligu avrikunum, men tað
er ein fyrimunur um ein spælari
hevur spælt nógv minuttir. Eitt
nú er Adrian Justinussen úr HB
ikki á liðnum, sjálvt um hann
hevur skorað sjey mál og er
deildur toppskjútti, men hann
hevur bara spælt fýra av níggju
dystum.
Í øðrum førum kann tað
verða, at kappingin um eitt ávíst
pláss er harðari enn til okkurt
annað pláss. Millum annað hev
ur Teit M. Gestsson spælt væl í
málinum hjá HB, men Tórður
Thomsen hevur bara verið upp
aftur betri í málinum hjá NSÍ.
Fleiri feløg hava skift nógv
út, tí tey hava ein stóran hóp,
ella tí spælarar hava snuddir.
Hetta kann eisini ávirka heildar
metingina, sjálvt um spælarin
ikki kann lastast fyri tað. Aftur
gangandi fyri liðið hesa ferð,
at spælararnir hava luttikið
í næstan øllum umførunum
og hava verið næstan allar
minuttirnr á vøllinum.
Málverji: Tórður
Thomsen (NSÍ)
Her stóð valið millum Tórð
Thomsen úr NSÍ og Teit M.
Gestsson úr HB. Teir hava verið
teir mest sannførandi mál
verjarnir í hesum fyrsta trið
inginum. Serliga Tórður Thom
sen hevur útmerkað seg við
einari stórbjarging fyri, og aðrari
eftir. Hann er høvðusorsøkin til,
at NSÍ bara hevur latið fýra mál
inn. Eisini luttekur hann væl, tá
NSÍ skal rudda vekk eftir inn
legg.
Teitur M. Gestsson hevur
somuleiðis staðið avbera væl
fyri HB. Hann hevur ein serligan
eginleika at standa á rætt stað til
røttu tíð. Hartil er hann avbera
sterkur í avspælinum, sum HB
fær stóran gang av.
Vektin á vágskálini var dyst
urin mánakvøldið, tá Tórður
Thomsen og NSÍ vunnu 2-0 á
HB og Teiti M. Gestssyni.
Av øðrum kunnu nevnast
Milos Budakovic, sum hevur
vart málið hjá ÍF væl, Meinhardt
Joensen, sum í vikarleiklutinum
í málinum hjá TB hevur verið
stórspælandi.
Høgri bakk: Jóannes
K. Danielsen (KÍ)
Klaksvíkingurin vinnur harða
tvídystin við Bárð J. Hansen úr
NSÍ. Jóannes K. Danielsen hevur
spælt allar minuttirnar fyrsta
triðingin og hevur skorað tvey
mál. Bæði týdningarmikil mál
í topp-fimm uppgerðum. Hann
hevur verið tryggur í verjustøðu
og luttekur væl í vælvirkandi
uppspælinum hjá KÍ.
Harðasta kappingin kom úr
NSÍ, har Bárður J. Hansen hevur
verið stinnur á høgra vong
verjanum. Hann hevur eisini
skotið tvey mál. Millum annað
móti HB mánakvøldið.
Av øðrum kunnu nevnast Ari
Olsen hjá Víkingi, sum eisini
hevur verið málfarligur í álops
spælinum, og Benjamin Heine
sen, sum hevur verið avbera
framrættaður í sínum spæli í
B36. Eisini er vert at nevna
Sjúrður Paula Nielsen, sum er
útleigaður úr NSÍ til ÍF. Hann
er ein týðandi spælari hjá fugl
firðingum.
Miðverji: Oddur
Højgaard (NSÍ)
Hann trívist væl miðverjin í
miðjuni av trimum. Hann er
stórur og sterkur, og tað kemur
mangan til sjóndar, tá NSÍ er í
verjustøðu. Hann vinnur eina
ørgrynnu av luftdystum og fleiri
ferðir hevur hann vunnið av
gerandi tvídystin, tá NSÍ verður
kroyst aftur í egnan brotssteig.
Hann hevur saman við Jákupi
Jakobsen bara spælt seks dystir,
men báðir hava verið avbera
stinnir í sínum avrikum. Oddur
hevur verið partur av seinastu
dystunum og sigur á HB telur
upp.
Miðverji: Odmar Færø (KÍ)
Tað er hørð kapping um hitt
pláss í miðverjuni. Valið fellur
á Odmar Færø, sum hevur verið
stinnur í mann til mann spæli
num í verjuni hjá KÍ. Lands
liðsspælarin kom aftur úr
norskum fótbólti til hetta kapp
ingarárið. Hann hevur verið eitt
sindur óheppin í onkrari støðu,
men tykist spæla betri fyri hvørt
umfar.
Fleiri aðrir miðverjar vóru
eisini upp á tal. Liðfelagin,
Jesper Brinck, hevur eisini verið
stinnur, men avrikini hava verið
meiri óstøðug. Rógvi E. Nielsen
úr NSÍ hevur eisini verið stinnur.
HB er oddalið, men hevur verið
nógv útskifting í miðverjuni og
tí blíva Bartal Wardum, Heðin
Hansen og Delphine Tshiembe
ov stuttir. Nógv hevur verið
væntað av Sonna Ragnar
Nattestad í B36, men hann
tað sæst at hann hevur verið
skaddur í longri tíð. Eisini kann
Jens Joensen út ÍF nevnast,
hann er týdningarmikið fyri ÍF.
Vinstri bakk: Jann
Benjaminsen (NSÍ)
Toftamaðurin á vinstra vong
verja hevur av álvara fingið
sítt gjøgnumbrot í føroyskum
fótbólti. Hóast hann er høgra
beintur, so stórtrívist hann í
vinstru á NSÍ-liðnum. Hann ar
beiðir hart og luttekur í øllum
pørtum av spælinum, men
serliga er tað álopsspælið, ið er
imponerandi. Hann hevur lagt
upp til sjey mál, sum er fleiri
enn nakar annar. Jann Benja
minsen er í holt við sítt stóra
gjøgnumbrot í ár.
Av øðrum kunnu nevnast
Daniel Johansen úr HB og
Ísak Simonsen úr KÍ. Daniel
Johansen hevur verið neyvur í
álopsspælinum, har hann bæði
hevur lagt upp og skorað mál.
Ísak Simonsen hevur eisini
fingið eitt avbera flott mál,
men er ikki líka neyvur í inn
leggsspælinum.
Høgri miðvøllur:
Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Tað var ongantíð ein spurningur
um Jóannes Bjartalíð skuldi
við, men heldur hvar hann skal
spæla. Hann er toppskjútti sjey
málum og hevur lagt upp til seks
mál sambært Faroesoccer.com.
Sermerkt við teimum sjey mál
unum er, at fimm av teimum eru
komin upp á brotsspark. Hann
hevur eisini lagt upp til mál við
hornaspørkum og fríspørkum,
so tað er upp á deyðbóltar, at
hann útmerkar seg í hesum
kappingarárinum. Tó er ringt
at seta fingurin á vanliga spælið.
Onnur boð eru Árni Frederiks
berg úr B36 og Pætur Petersen
úr HB. Árni Frederiksberg hevur
verið góður í álopsspælinum,
men fyrstu umførini restaði ov
nógv í verjupartinum. Tað er
umvent hjá Pæturi Petersen, har
verður runnið nokk, men hann
er ikki eins dystaravgerandi og
kappingarneytarnir.
Miðvøllur: Mathias
Nygaard (HB)
Danski miðvallarin hjá HB
hevur spælt allar dystirnar og
avrikar støðugt. Hann hevur
nógvar eginleikar, uttan at skara
framúr til nakað ávíst. Hann er
rennistekur, kropssterkur og
blandar seg upp í alt. Bæði í
verjustøðu og álopsstøðu. Vinn
ur tvídystir og bjoðar seg fram at
fáa bóltin.
Hann hevur spælt næstan
allar minuttirnar og hevur verið
drúgvur í flest øllum dystin, tó
uttan at fara við yvirskriftunum.
Onnur boð eru Eli F. Nielsen
hjá B36 og Betuel Hansen hjá
NSÍ. Teir hava báðir staðið væl í
fleiri dystum.
Miðvøllur: Michal
Przybylski (B36)
Pólski føroyingurin hevur verið
ein støðug hóttan í álopsstøðu
hjá B36. Tað er høvðusorsøkin,
at skjóti miðvallarin er komin
á ársins lið fyrsta triðingin.
Aftur er talan um ein drúgvan
spælarar, sum hevur verið á
vøllinum næstan allar minutt
irnar. Hann hevur skorað fimm
mál, har talan hevur verið bæði
um stútarar og skjótálop.
Betri deildin menn: Ein triðingur er farin av kappingarárinum
og tað er tíð at seta ársins lið higartil. Sermerkt við liðnum
er, at NSÍ er best umboðað, meðan tað bara er pláss fyri
tveimum spælarum úr HB, sum tó eisini hevur venjaran
NSÍ ER BEST
NSÍ ER BEST
UMBOÐAÐ
UMBOÐAÐ
Á LIÐNUM
Á LIÐNUM
Ársins lið higartil: