Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020 SOSIALURIN 50 21 Vinstri miðvøllur: René S. Joensen (HB) Føroyski landsliðsspælarin er við at koma fyri seg eftir drúgv­ an skaða, og hann spælir seg upp fyri hvønn dyst. Hann hevur bæði eginleikarnar at skjóta mál, men eisini at arbeiða hart og skil­a­gott í verjustøðu. Nógva ferðin hevur eisini loyst upp til nógvum á HB-liðnum. Við seks málum og nógvu minuttum á vøllinum hevur hann mun­in á lið­felagnum, Adrian Justinus­ sen, sum er skaddur og bara hevur spælt fýra dystir. Hann vinnur plássið í harð­ari kapping við Meinhar E. Olsen úr B36, men avrikini hjá runa­ víkinginum eru ov óstøðug í verju­støðu. Í álopsstøðu er hann stinn­ur, men tá talan er um heildar­avrik, so stendur René Shaki Joensen væl sterkari. Álop: Petur Knudsen (NSÍ) Hann hevur verið millum størstu profilarnar í kappingini higartil. Hann hevur skorað sjey mál og hevur lagt upp til fimm mál. Hann er ágangandi í sínum spæli og teknisku førleikarnir eru til stóran fyrimun álopsspælið hjá NSÍ. Hann hevur spælt sum ann­ar av tveimum í álopinum, men mánakvøldið spældi hann sum vinstri vongur. Hann hevur onkrar ónollur við sinnalagnum, men tað skal tað eisini vera pláss fyri. Hann vinnur plássið í kapp­ ing við Philip Djordjevic úr ÍF. Hann hevur eisini havt eitt gott kappingarár, har hann hevur lagt upp til fimm mál. Álop: Uros Stojanov (ÍF) Nýggi áleyparin hjá ÍF hevur veru­liga gjørt um seg fyrsta trið­ ingin. Hann hevur verið mun­ urin á ÍF og hinum botn-fimm liðunum í fleiri førum. Hann er stórur og sterkur, og klárar væl at halda upp á bóltin. Hann fær eisini góða hjálp frá Philip Djordjevic. Teir passa væl sam­ an. Hann hevur skorað seks mál og tey eru deild yvir fimm dystir móti feløgum sum HB og KÍ í toppinum, og Skála og EB/ Streym í hinum endanum. Tað eru fleiri um boðið til hetta plássið. Klæmint A. Olsen úr NSÍ, Sebastian Pingel og Ole Erik Midtskogen úr KÍ hava verið drúgvir, men valið fellur á Uros Stojanov. Venjarin: Jens Berthel Askou (HB) Nýggi venjarin hjá HB hevur ført kollveltingina hjá Heimi Guð­ jóns­son víðari. Hann hevur lagt afturat spælinum og krøvunum til spælararnar. Hann er komin við einum nýggjum spælistíli, har HB leggur óvanliga høgt trýst og tað hevur riggað av­ bera fyrstu sjey umførini, har HB vann allar dystirnar sann­ førandi. Móti KÍ gekk ikki sum ætlað við spæliætlanini, og í Runa­vík sóu vit fyri fyrstu ferð veikleikar á HB-liðnum. Tað er tó nokk til at verða ársins venj­ ari higartil. Harðastu kappingina fær hann frá Ólavi Larsen og Hans Jøgren Djurhuus, venjarar hjá ÍF. Teir hava lyft ÍF úr einum holi og tað er spennandi at fara til fótbólt í Fuglafirði. Ársins lið fyrsta triðingin: TÓRÐUR THOMSEN JÓANNES K. DANIELSEN JÓANNES BJARTALÍÐ ODDUR HØJGAARD MICHAL PRZYBYLSKI UROS STOJANOV ODMAR FÆRØ MATHIAS NYGAARD PETUR KNUDSEN JANN BENJAMINSEN RENÉ S. JOENSEN Venjari: JENS BERTHEL ASKOU