hósdagur 25. juni 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020
SOSIALURIN 50
22
TRÓNDUR ARGE
E
in
triðingur
er
farin
av
hesum
kappingarárinum og
um vikuskiftið verður
hol sett á annan triðingin.
Byrjað verður fríggjakvøldið
við Margáir, har EB/Streymur
fær vitjan av B36 í einum dysti,
sum eisini er ein stevnudystur.
Sunnudagin eru tríggir
dystir klokkan 15. Í Sarpugerði
verður topp-fimm uppgerð
millum Víking og KÍ, meðan
tað í Fuglafirði verður botn-
fimm uppgerð millum ÍF og
TB. Spæla úrslitini væl av fyri
fuglfirðingar, so eru teir aftur í
topp-fimm og pilka við tosið um
tey stóru og lítlu.
Á Skála tekur botnproppurin
ímóti oddinum. Her fáa vit
eina ábending um hvussu
stórur munurin er í føroyskum
fótbólti. Seinasti dysturin
verður spældur klokkan 17
sunnukvøldið á Argjum, tá
argjamenn taka móti NSÍ, sum
plagar at hava lætt spæl móti
argjafrensum.
Símun Samuelsen:
FSF má traðka til
Tað sigur venjarin hjá AB, eftir
at dysturin móti TB sunnudagin
átti útsetast eitt korter, tí liðið
ikki kom til suðuroynna fyrr
enn klokkan 14.35. Dysturin
skuldi byrja klokkan 15, men
bleiv útsettur til klokkan 15.15.
Argjamenn ætlaðu sær suður
áðrenn, men ferðaætlanin og
gistingarmøguleikarnir vildu
ikki sum argjamenn vildu.
-Vit ætlaðu at fara leygardag,
og tá eru tvey tíðspunkt tí tað
er jóansøka. Tað er klokkan
tíggju fyrrapartin ella klokkan
23.45. Tað seinna verður útiloka,
tí tað er ov seint. So vit ætla at
fara fyrrapartin 10, men tað
er ongin gisting til 20-25 fólk,
sum er nøktandi, sigur Símun
Samuelsen og fortelur víðari.
-Vit velja at fara sunnudagin,
men tá er tað aftur broyting í
ferðaætlanini, og Smyril siglir
ikki fyrr enn klokkan 12. Hann
er seinkaður hálvan tíma og fer
ikki fyrr enn klokkan 12.30, og
leggur at klokkan 14.35. Vit fáa
útsett dystin eitt korter, men
her má Fótbóltssambandið
traðka meiri fram, sigur Símun
Samuelsen, sum saman við
Tonny Brimsvík er venjari hjá
AB.
Símun Samuelsen heldur fyri,
at ein slíkan dag má dysturin
spælast leyardag. Hetta ynskti
AB eisini, men av tí at TB spældi
mikukvøldið og AB spældi
týskvøldið, so vildu tvøramenn
ikki geva argjamonnum tann
fyrimunin.
- Eg skilji væl TB, men her má
FSF traðka til. Vit kunnu ikki
fara suður 36 tímar áðrenn dyst.
Tað gera feløgini í Champions
League ikki eingongd, sigur
Símun Samuelsen at enda.
Dysturin endaði við javnleiki
1-1.
EB/Streymur-B36
(Beinleiðis á FM1)
Fríggjadagin klokkan 19
DÓMARI: BJARKI DANIELSEN
Vit skulu bara aftur til sjeynda
umfar, fyri at síggja munin á
hesum báðum liðunum. B36 vann
greiðan 4-1 sigur í Gundadali.
B36 er eisini stórfavorittur at
vinna fríggjakvøldið, men nú
er tað við Margáir. Tað gevur
EB/Streymi eitt sindur meiri at
spæla við, men tað lítið hugsandi
at heimaliðið fer at skjóta fleiri
mál. Spurningurin er heldur
hvussu leingi EB/Streymur
klárar at halda málið reint. Í
farna umfari vann Víkingur
ikki fyrr enn 83 minuttir vóru
spældir.
B36 var ikki so sannførandi
í verjupartinum móti ÍF, men
skoraði trý mál og kundi fingið
fleiri. EB/Streymur hevur
ikki somu hóttan í sínum
álopsspælið. Tí kundi verið
líkt til ein sigur til gestirnar,
har Árni Frederiksberg ella
Meinhard E. Olsen spæla ein
leiklut í avgerandi løtuni.
SOSIALURIN TIPPAR: 0-2
Víkingur-KÍ
(Beinleiðis á FM1)
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: EILER RASMUSSEN
Víkingarnir vóru í øðini, tá hesi
liðini spældu seinast. KÍ vann
4-1, men fyrsta leiðslumáli hjá
KÍ var upp á eitt brotsspark,
sum ikki skuldi verið. Øðin
hjá Víkingunum var ikki
mótvegis KÍ,
men
heldur
a v g e r a n d i
dømingunum.
Spurningurin er nú,
um tað kemur at merkjast
nú liðini møtast aftur. Víkingur
hevur nakað at hevna og prógva.
Tað er ikki stílað móti KÍ, men
tað kann verða at KÍ kemur at
standa í vegin. Nakað av tí øðini
eigur Andreas Lava Olsen, men
hann er ivasamur til dystin.
Skal Víkingur gera seg galdandi,
so skulu teir halda fram við at
vinna á hinum topp-liðunum í
Sarpugerði.
KÍ hevur havt fleiri sann
førandi avrik í hesum kapp
ingarárinum. Tí bendir nógv á,
at vit koma at síggja eitt KÍ-lið,
sum er eina tonn betri í leikliga
avrikinum. Spurningurin er um
tað røkkur til sigurs. Seinast var
munurin stórur, tá alt kom til
alt, men Víkingur hevur longu
knúgvað bæði NSÍ og B36 í
Sarpugerði.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-1
ÍF-TB
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM
Seinast hesi liðini møttust endaði
tað við málleysum javnleiki í
Trongisvági. Nú er ÍF ein lítil
favorittur, tí liðið hevur samlað
sær 13 stig, meðan gestirnir hava
seks stig. Ein stórur munur á
liðunum er hvussu nógv mál
tey skjóta. ÍF hevur skotið 12
Upptakt:
Betri deildin menn 10. umfar: Tað var
dramatikkur, tá Víkingur seinast tapti
í Klaksvík. Gestirnir vóru so óðir um
dømingina, at øðin helst ikki hevur lagt seg til
sunnudagin, tá KÍ kemur á vitjan í Sarpugerði
Ikki við: Filip í Liða (ryggurin,
2-4 mánaðir), Hans Jákup
Anfinnsson (brot í fótinum, 2
mánaðir), Asbjørn Heðinsson
(leikbann)
Við aftur: Tróndur á Høvdanum
(leikbann), Bartal S. Petersen
(leikbann)
Ikki við: Erling Dávidsson
(Knæskaði, 3-5 mðr), Hugin
Samuelsen (Búkskaði, 2 vikur),
Ragnar Samuelsen (Fótlið, 1 vika)
Ivasamir: Símun Rógvi Hansen,
Erlendur Magnusson
Ikki við: Poul G. Olsen (meniskur),
Tóki H. Johannesen (heilaskjálvti,
1-2 vikur), Petur Zachariasen,
Bjarki Zachariasen (knæ, óvist)
Ikki við: Adrian Justinussen (brot
í fótinum, 8-12 vikur), Tróndur
Jensen (krossband, 4-6 vikur),
Hørður Askham (krossband,
4-6 vikur), Jákup L. Thomsen
(knæið, óvist), Teit Jacobsen
(skurðviðgjørdur í knænum,
10-16 vikur), Delphin Tshiembe
(lærkrikin, ein mánað), Pætur
Petersen (fóturin, óvist)
Ivasamur: Heðin Hansen
(lærkrikin)
Ikki við: Milos Budakovic (helst
krossbandsskaði), Bogi Løkin
(fibur, 3-4 vikur), Pól Jákup
Lundsbjerg (knæið, 1-2 vikur)
Ivasamur: Dánjal á Lakjuni
(lærkrikin 1 vika)
Við aftur: Karl Løkin (leikbann)
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
AB
EB/STREYMUR
ÍF
NÚ VERÐUR KRÍGGJ
NÚ VERÐUR KRÍGGJ
Í SARPUGERÐI
Í SARPUGERÐI