Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020 SOSIALURIN 50 23 mál, meðan TB bara hevur skotið seks mál. Tað er her at Uros Stojanov og Phili Djordjevic gera munin fyri ÍF. Higartil eru flestu av tøttu botn-fimm uppgerðunum endaðar við sigri til ÍF. Tað eru tekin í sól og mána um, at TB hevur fingið tamarhald á verjupartinum, men tað telur niður at Meinhardt Joensen er farin aftur til KÍ. Hann er klárt meiri sannførandi enn danski Frederik Mehders, sum nú er komin fyri seg. SOSIALURIN TIPPAR: 2-1 Skála-HB Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: PETUR REINERT Hetta er av álvara botnur móti toppi. Skála er við sínum eina stigi botnproppur í føroyskum fótbólti, meðan HB er oddalið við 22 stigum. Bæði liðini eru hart rakt av skaðum, men tað kostar meir hjá Skála, enn tað ger hjá HB, sum hevur fingið tilgongd av Mads B. Mikkelsen. Á pappírinum er hetta bara ein spurningur um hvussu nógv HB vinnur. SOSIALURIN TIPPAR: 0-3 AB-NSÍ (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 17 DÓMARI: RÚNI OLSEN Argjamonnum dámar einki at spæla móti NSÍ. Tað sigur søgan so púra greitt. Í fjør vann NSÍ allar innanhýsis uppgerðirnar samanlagt 12- 2. Í 2018 var útfallið tað sama. Hesa ferð við málúrtøkuni 10-0. Í 2017 var AB í 1.deild og í 2014, 2015 og 2016 vann NSÍ eisini allar innanhýsisdystirnar móti AB. Í sjeynda umfari vann NSÍ 3-0 á AB, men tað tók eina løtu at fáa sett punktum í dystinum. Argjamenn fingu hótt í onkrum støðum, men tað var ongantíð ivi um útfallið. Tað er heldur ikki nakar ivi um, at NSÍ er stórfavorittur til hendan dystin. Serliga eftir 2-0 sigurin á HB mánakvøldið. SOSIALURIN TIPPAR: 0-3 Betri deildin kvinnur støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 KÍ 6 6 0 0 12 3 9 18 2 ÍF/Víkingur/B68 6 2 2 2 7 8 -1 8 3 NSÍ 6 1 3 2 8 6 2 6 4 HB 6 1 3 2 8 8 0 6 5 B36 6 1 3 2 6 7 -1 6 6 EBS/Skála 6 1 1 4 3 12 -9 4 Betri deildin menn støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 HB 9 7 1 1 23 8 15 22 2 NSÍ 9 6 2 1 22 4 18 20 3 KÍ 9 6 2 1 26 9 17 20 4 B36 9 6 1 2 26 13 13 19 5 Víkingur 9 4 2 3 14 13 1 14 6 ÍF 9 4 1 4 12 20 -8 13 7 EB/S 9 2 1 6 6 16 -10 7 8 TB 9 1 3 5 6 12 -6 6 9 AB 9 0 4 5 5 24 -19 4 10 SKÁLA 9 0 1 8 6 27 -21 1 BETRI DEILDIN MENN 10. UMFAR: FRÍGGJADAGIN: EB/STREYMUR-B36 (19.00) BEINLEIÐIS Á FM1 SUNNUDAGIN: VÍKINGUR-KÍ (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 ÍF-TB (15.00) SKÁLA-HB (15.00) AB-NSÍ (17.00) BEINLEIÐIS Á FM1 BETRI DEILDIN KVINNUR 7. UMFAR: SUNNUDAGIN: EB/STREYMUR/SKÁLA-NSÍ (13.00) HB-KÍ (13.00) ÍF/VÍKINGUR/B68-B36 (13.00) Tríggir favorittar Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. Tipping 10. umfar: Tipping 10. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: EB/STREYMUR-B36 2 VÍKINGUR-KÍ 2 ÍF-TB 1 SKÁLA-HB 2 AB-NSÍ 2. JÁKUP ÓSÁ: EB/STREYMUR-B36 2 VÍKINGUR-KÍ 2 ÍF-TB 1 SKÁLA-HB 2 AB-NSÍ 2 TRÓNDUR ARGE: EB/STREYMUR-B36 2 VÍKINGUR-KÍ X ÍF-TB 1 SKÁLA-HB 2 AB-NSÍ 2 STIGATALVAN: 1. JÁKUP ÓSÁ 33 STIG 2. TRÓNDUR ARGE 32 STIG 3. LEIVUR FREDERIKSEN 32 STIG Skaddur: Alessio Hyseni (farin aftur til Albania og kemur ikki aftur til KÍ) Ivasamir: Bárður J. Hansen (knæskaði), Jákup Jakobsen (lærskaði) Skaddir: Teitur R. Joensen (punkterað lunga), Teitur Poulsen (brotið beinið), Hjalti Strømsten (fótliðurin), Karl Martin Johansen (knæið) og Andreas Egeberg Jacobsen (vøddaskaði) Ikki við: Bartal Gram (andlitsskaði, 1-2 vikur) Við aftur: Eirikur M. Ellendersen (eftir mjadnakaða) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ivasamir: Andreas Lava Olsen (lærkrikin), Arnbjørn Svensson (knæið) TB KÍ