Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Norðhavnin 8 · Postboks 329 · FO-726 Ánirnar · Føroyar · Tel. +298 61 70 00 · cig@cig.fo · www.cig.fo Rein góðska úr norður Atlantshavi LEIÐANDI KVINNUR Í VINNULÍVINUM Í dag hyggja seta vit sjóneykuna á kvinnur í vinnu­lív­ in­um. Vit vitja á nýggju kanningarstovuni í Leirvík, Sjó­kovanum, sum fleiri stórar føroyskar sjófyritøkur hava sett á stovn. – Eg síggi okkum sum eina brúgv millum vinnu­ fyri­tøkur og granskingina. Vit fara ikki bara at arbeiða við ástøði, men granska í evnum, sum kunnu menna før­oysku sjófeingisvinnuna, sigur Unn Laksá, stjóri í nýggja granskingarstovninum Sjókovin. Eisini vitja vit á nýggju kanningarstovuni Thetis, sum Marita Magnussen stjórnar. Thetis stendur fyri at kanna tey fólk, sum í hesum koronadøgum koma um flog­vøllin – kortini fyllir tænastan til útflutn­ings­vinn­ una mest hjá teimum. Vit práta eisini við Honnu Bjarkhamar Poulsen, sum er í danska herinum: – Eg skal skriva testamenti og bræv til míni avvarðandi, áðrenn eg verði útsend. Tað minnir meg á, at hetta starvið væl kann vera vandamikið, sigur 29 ára gamla Hanna Bjarkhamar Poulsen, sum tekur útbúgving sum militerlækni í danska herinum, har hon stórtrívist og nýtur hvørja løtu.