hósdagur 25. juni 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Í
sløk fimm ár hevur kanningarstovan Thetis
arbeitt á føroyska marknaðinum.
Fyrst og fremst veitir Thetis tænastur til
útflutningsvinnuna. Talan er um at gera royndir
av tí sum verður útflutt og gera skjøl, sum
marknaðurin tekur fyri góðar vørur.
Skjøl, sum staðfesta at vøran líkur altjóða krøv um
reinføri og so framvegis.
Men í seinastuni sæst fyritøkan meir og meira á
breddamum, tí herfyri gjørdi Thetis avtalu við myndug
leikarnar um, at starvsstovan hjá fyritøkuni skal taka
royndir av øllum ferðafólkunum, sum koma til Føroya
um flogvøllin.
– Landsstýrið vendi sær til okkara og spurdi um hetta
var ein uppgáva, sum vit kundu loysa og sjálvandi kunnu
vit tað, sigur Marita Debess Magnussen, stjóri á Thetis.
– Uppgávan krevur sjálvandi nakað av okkum, men tað
er fyrst og fremst at fáa tingini at spæla saman. Sjálvt tað
at poda fólk og gera royndirnar er kanska ikki so torført,
men tað er hin parturin – at syrgja fyri at hava nóg mikið
av fólki á flogføllinum, skráseta royndirnar og fáa tær á
starvsstovurnar, so kanningarnar kunnu gerast sigur hon.
Samstarv
Thetis hevur ikki áður fingist við júst slíkar royndir.
Tí er eisini farið í samstarv við Amplexa, har Hans Atli
Dahl er stjóri. Amplexa hevur gjørt slíkar royndir í Grøn
landi í nakrar mánaðir.
– Hans Atli Dahl kom til okkara og hjálpti til at seta alt
upp og fekk í samstarvi við okkum gjørt metoduna, sum
vit nú arbeiða eftir, sigur stjórin í Thetis.
Sum nevnt var Thetis upprunaliga sett á stovn sum ein
starvsstova, sum fyrst og fremst veitir tænastur til vinnuna
og kommunur.
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN
Tænastur til vinnuna
men nú kanna tey
eisini fólkaheilsuna
Thetis stendur fyri at kanna tey fólk, sum í
hesum koronadøgum koma um flogvøllin –
kortini fyllir tænastan til útflutningsvinnuna mest