Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 – Koronakanningarnar eru komnar afturat og tað er í veru­leikanum eitt virksemi, sum koyrir við síðuna av tí, sum vit annars gera, sigur Marita Debess Magnussen. Fyri Thetis krevur tað nógv fólk og góðan logistikk fyri at alt skal bera til við koronakanningunum. Avbjóðingin er í stóran mun, at ofta koma nógv fólk í senn um flogvøllin. – Vit hava 10 støðir, har sum vit poda fólk. Eitt starvs­fólk er á hvørjum stað, men harumframt eru tríggir sam­skiparar eisini til staðar tá ið vit arbeiða har, sigur stjórin. Tilsamans arbeiða 24 fólk við podingini umframt at fýra fólk arbeiða á starvsstovuni við Hoyvíksvegin í Havn. Tey taka sær av at greina royndirnar og so geva fólki svar um royndrinar eru positivar. Tænastusinnað Ta ið talan var um at seta Thetis á stovn, tá var hug­ burðurin aftanfyri, at fyritøkan skuldi veita eina tænastu, sum vinnan hevur brúk fyri. – Vit gera sjálvandi tær kanningar, sum vinnan hevur tørv á, men vit valdu eisini, at hetta er ein tænastuveitari, sum er tøkur hjá vinnuni, tá ið vinnan hevur brúk fyri okkum. – Vit svara og arbeiða hvønn dag í vikuni og vit svara alt samdøgrið, sigur Marita Debess Magnussen. Við slíkari tænastu er ætlanin, at fyritøkan skal veita betri tænastur enn tað fæst frá tí almenna. – Vit vita øll, at tá ið framleiðsluvinnan ella út­flutn­ ings­vinnan hevur brúk fyri onkrum, so skal tað vera her og nú. Tá nyttar onki at siga, at hetta kann bíða til eftir viku­skiftið, sigur Marita Magnussen. Føroyar útflyta í stóran mun matvørur. Matvørur