hósdagur 25. juni 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
krevja váttanir og tað er tað sum Thetis ger.
– Okkarar størstu kundar koma tí frá fiskvinnuni og
alivinnuni, sigur hon.
Thetis er ein heilsufrøðilig kanningarstova, sum bjóðar
heilsufrøðiligar matvøru- og vatnkanningar í Føroyum.
Tey halda til í hølunum hjá Granskarasetrinum iNOVA.
Fremsta mál er góðska og skjótleiki, so kundin í minst
møguligan mun kemur í bíðistøður, sum ávirka fram
leiðsluna og dagliga virksemið. Kundin skal altíð kenna
seg í tryggum hondum.
Kanningarnar hjá Thetis fevna eitt nú um sjúkuelvandi
bakteriur, sum kunnu tryggja brúkaran ímóti smittu
elvandi bakterium í matinum.
Aðrar kanningar snúgva seg til dømis um samlað
tal av bakterium og rotbakteriur, ið geva ábending um
haldgóðskuna í einari vøru. Partar av hesum kanningum
kunnu brúkast at meta um, hvørt reingerðin á einum
virki er nóg góð.
Talan kann eisini verða um indikatorbakteriur, sum
kunnu geva eina mynd av reinførinum undir sjálvari mat
vøruframleiðsluni.
Harumframt kann Thetis eitt nú veita kommunum
regluligar mikrobiologiskar og kemiskar vatnkanningar,
sum kunnu geva borgarunum trygd fyri reinum
drekkivatni
Spennandi avbjóðing
Stjórin á Thetis, 45-ára gamla havnakvinnan, Marita
Debess Magnussen, hevur upprunaliga eina útbúgving
sum laborantur og eisini mikrobiologur, men hon hevur
eisini tikið eina ph.d. í heilsuvísind. Útbúgvingarnar
hevur hon tikið í Onglandi og í Íslandi.
– Eg byrjaði á Thetis samstundis sum eg pendlaði til
Íslands fyri at gera mína ritgerð lidna, sigur hon.
Thetis hevur virkað í skjótt fimm ár og tað vísir seg at
uppgávur leggjast til.
Tað vísir seg eisini, at royndir sum fyrr vóru sendar av
landinum til greiningar nú kunnu gerast í Føroyum. Fyri
munurin er fyrst og fremst at tað styttir ómealiga nógv
um svartíðina.
– Hetta við korona er nakað, sum er komið afturat
og sum ger okkara virkisøki breiðari, sigur stjórin, sam
stundis sum tedlefonin ringir alla tíðina og hon skal á ein
annan fund um eina løtu.
– Ja, tað er nógv ferð á í løtuni, men tað er tað, sum ger
hetta spennandi, sigur Marita Debess Magnussen.