Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 sera langt frá hvørjum øðrum. Í dag kann eg bara gleðast um, at eg gjørdist partur av Javnaðarflokkinum, og at vit megnaðu at finna okkara góða stev saman. Hvussu fekk tú so høvi at gerast forkvinna í IRF? - Sum býráðslimur eydnaðist tað mær at koma í nevndina í IRF. Tað var eitt mál, eg setti mær fyri eftir, at eg varð vald í Tvøroyrar býráð. Ætlar tú tær í nevndina í IRF ella SEV, skalt tú eisini bjóða teg fram í hinum limakommununum í tínum øki. Komin í nevndina, eydnaðist tað mær eisini at gerast nevndarforkvinna í IRF. Hetta læt seg gera við góðum stuðli úr Sandoynni og við eitt sindur av eydnu, sigur Kristina Roest. Gevandi uppgáva Kendist tað sum ein stór uppgáva at taka við formanssessinum í IRF? - At taka við uppgávuni sum forkvinna ella sum nevndar­limur í IRF er ein stór uppgáva, men hetta er eisini ein heilt ótrúliga spennandi og gevandi uppgáva. Uppgávan hjá okkum sum nevnd er at umboða allar okkara limakommunur og samstundis at vera við til at útgreina kós felagsins í arbeiðnum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. IRF hevur framt stórar útbyggingar, og her verður arbeitt við nógvum miljónum. Hevur formanssessurin verið ein stór avbjóðing? - Uppgávurnar hjá IRF eru nógvar, men tær eru eisini sera fjølbroyttar. Øll trý árini, eg havi verið í IRF, hava vit arbeitt við stórum verkætlanum, og tað gera vit framvegis. Jú, tað er ein stór avbjóðing, men ein stór verkætlan gevur eisini eitt stórt úrslit aftur fyri, um hon eydnast væl. Kristina Roest vísir á, at tá tú fert í holt við okkurt nýtt, er tað ein avbjóðing í sær sjálvum, men tað nýtist ikki at vera nakað negativt. - Mær hevur dámt so ótrúliga væl í starvinum hjá IRF, og eg hugsi, at hevur tú áhuga fyri tí, sum tú tekst við, so hevur støddin av avbjóðingin ongan týdning. Tað, sum er umráðandi, er, at tú tímur tað, tú gert og at tú brennir fyri tí. Tá kemur alt av sær sjálvum. Kristina stórtrívist Hvussu hevur tú trivist í formanssessinum í IRF, og hvussu er samstarvið í nevndini og samstarvið millum nevnd og stjórn? - Eg havi trivist ómetaliga væl í nevndini í IRF. Vit hava eitt gott og gevandi samstarv, sum eftir mínum tykki riggar avbera væl, bæði í nevndini og millum stjórn og nevnd. Tað, sum kanska skilir okkum mest frá tí vanliga býráðsarbeiðnum, er, at vit hava bara umhvørvið at hugsavna okkum um, og partapolitikkur finst ikki í okkara samstarvi. Kristina Roest vísir á, at IRF er ein væl etableraður felags­skapur, sum er vælsignaður við góðum, dugna­ligum og arbeiðssomum starvsfólkum kring alt landið. - Hetta merkist avgjørt aftur hjá okkum í nevndini og lættir um okkara arbeiði, leggur hon aftrat. Hvat er status við brennistøðini beint nú, og hvat ligg­ ur fyri framman? - Á Hagaleiti eru vit nú liðug við at umvæla brenni­ støðina, og nýggja móttøkuhøllin er eisini tikin í nýtslu. Hetta merkir eitt nú, at vit eru farin frá at brenna í miðal 56 tons um samdøgnið til í miðal at brenna 78 tons um samdøgrið. Hon sigur, at nýggja móttøkuhøllin hevur givið IRF nógvar fyrimunir, bæði rakstrarliga og umhvørvisliga, og hon er eitt stórt stig á grønu kós felagsins. - Í løtuni er eisini nýggjur skrivstovubygningur ávegis á Hagaleiti og gongst, sum ætlað, verður hesin tikin í nýtslu um fáar vikur, sigur Kristina Roest. Langtíðarætlanir Kunnu vit vænta, at Føroyar fara at hava eina felags brennistøð í framtíðini, og hvar liggur hetta mál beint nú? - Eftir ynski frá Tórshavnar kommunu hava IRF og høvuðs­staðarkommunan í longri tíð arbeitt við einum felags­uppleggi, sum eitt nú innibar, at Tórshavnar kommuna skuldi gerast limakommuna í IRF, og at IRF yvirtók økið, bygningar og mobilar eindir hjá kommunalu brennistøðini á Hjalla. Kristina Roest vísir á, at í hesum sambandi varð lagt upp fyri, at partarnir í framtíðini skuldu byggja eina felags brennistøð á Hjalla, har pláss var fyri tveim­um ovnum. - Av onkrari orsøk steðgaði hetta mál upp í Tórs­havn­ ar kommunu longu fyri aðalfundin í 2019. Málið ligg­ur tí á borðinum hjá Tórshavnar kommunu. Tá hetta er sagt, vísir nevndarforkvinnan í IRF á, at ein brenni­støð hevur eina væntaða livitíð upp á eini 15 ár. Tí er tað eisini umráðandi, at vit altíð hava eina lang­tíðarætlan at fyrihalda okkum til, sigur hon. Kyn ongan týdning Hvussu hevur tú havt tað sum forkvinna í einum felags­skapi við nógvum monnum? - Hóast IRF hevur 41 ár á baki, so veit eg bara um tvær kvinnur, sum hava verið við til at manna nevnd­ina hjá IRF, og vit sita báðar tvær í nevndini í dag. Tað eru tilsamans seks, sum manna nevndina í IRF. - Í mínum arbeiði í IRF hugsi eg als ikki um okkara kyns­býti. Hetta er helst tí, at eg ongantið havi havt nakra orsøk til at hugsa um hetta. Sum kvinna eri eg væl móttikin av øllum IRF, so eg kann væl viðmæla øðrum kvinnum til at halda seg framat við at fara upp í nevndararbeiði, hóast tað annars er nakað mans­domi­ nerað. At enda heldur Kristina Roest tað als ongan týdn­ ing hava, hvørt tað eru kvinnur ella menn, sum sita í formansskapinum í IRF. IRF er ein væl etableraður felagsskapur, vælsignaður við góðum, dugnaligum og arbeiðssomum starvsfólkum kring alt landið