hósdagur 25. juni 2020síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
32 ára gamla, Kristina Roest, er nevndarforkvinna í
IRF, og tað er sum býráðslimur í Tvøroyrar kommunu,
at hon hevur nevndarsessin og eisini formanssessin í
felagsskapinum. Hon er gift og eigur tvey børn. Hennara
borgarliga starv er sum málsviðgeri hjá Taks.
Vit hava skift orð við ungu kvinnuna, og vit hava eisini
sett henni nakrar spurningar.
Heilt av tilvild
Men, hvør var so leiðin hjá ungu kvinnuni upp í
býráðspolitikk og til nevndarformanssessin í IRF?
- Tað var heilt av tilvild, at eg varð uppstillað til býráðs
val í Tvøroyrar kommunu. Hetta var als ikki nakað, eg
hevði gingið og hugsað um, hóast eg kanska viðhvørt havi
avgjørdar meiningar um eitt hvørt.
Hon vísir á, at sum flestum kunnugt, hevur politiska
støðan í Tvøroyrar kommunu verið spent í nøkur ár og
hesin dagurin, tá uppstillingarlistarnir skuldu latast inn,
var einki undantak.
- Tað var bara ein tíma, áðrenn listarnir skuldu latast
inn, at ein góður vinmaður kon brestandi inn um
hurðina. Tivandi og uppøstur, minnist eg, at hann rópti:
”Kristina, tú mást stilla upp…!”
Kristina Roest sigur, at hon og maðurin hugdu bara
púra býtt at hesum manni og skiltu ikki heilt, hvat hetta
gekk út uppá.
- Í stuttum fingu vit so at vita, at borgarstjórin í
Tvøroyrar kommunu var í gongd við at gera ein nýggjan
lista, tann sonevnda kommunulistan, og at hann í hesum
sambandi tørvaði stillarar og valevni.
Hon vísir á, at løtu seinni ringdi telefonin, og tá var
tað borgarstjórin við somu boðum og tað næsta, sum
Kristina Roest visti, var, at nú var hon vorðin uppstillað
til býráðsvalið í Tvøroyrar kommunu.
- Henda nýggja avbjóðing vísti seg at vera sera
áhugaverd, og eg valdi at taka ímóti henni fult og heilt.
Trupulleikin var bara, at eg var uppstillað á tí skeiva
listanum, tí eftir, at vit vórðu vald, gekk samstarvið á
kommunulistanum bara ein og skeivan veg.
Bjóða seg fram
Kristina Roest sigur, at tá hon hyggur í bakspeglið, var
tað kortini ikki so løgið, at samstarvið ikki riggaði, tí
kommunulistin varð mannaður eftir einum tíma, hóast
eingin var vitandi um, hvat veruliga endamálið við
listanum var.
- Tíðin vísti okkum, at einstøku áhugamálini vóru
Hon er 32 ára gomul og
forkvinna í nevndini í IRF
- Eftir mínum tykki hevur tað als ongan týdning, hvørt tað eru kvinnur ella
menn, sum sita í formansskapinum í IRF. Eg eri sum forkvinna væl móttikin
av øllum, og eg stórtrívist í starvinum, sum bæði er læruríkt, avbjóðandi og
spennandi, sigur Kristina Roest
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN