Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Nøvn í vinnuni NÝGGJUR FÍGGJARSTJÓRI HJÁ BALSLEV Bygma Balslev hevur fingið nýggjan fíggjarstjóra. Tal­ an er um Júst í Túni Vang, sum hevur tikið við starv­ inum eftir Helga Joen­sen, ið hevur røkt starvið í ein mansaldur, men sum nú er farin frá fyri aldur. Júst í Túni Vang hevur áður eitt nú starvast hjá Nema bæði sum fíggjarstjóri og sum stjóri. NÝGGJUR LEIÐARI SETTUR Á VISIT SANDOY Bryndis í Dali er sett sum leiðari á Visit Sandoy. Hon byrjar í starvinum 1. juni. Bryndis í Dali er 27 ára gomul og hevur lisið master innan ferðavinnu í Aalborg Universitet. Sum leiðari kemur Bryndis í Dali at hava alla dagligu ábyrgdina av Visit Sandoy, samstundis sum uppgávur hennara verða at virka fyri og menna økið í ferðavinnuhøpi. NÝGGJUR LEIÐARI HJÁ KRÁS Sláturvirkið Krás í Hósvík, sum eisini framleiðir viðskera, hevur fingið nýggjan leiðara. Tað er Rúni Mohr, sum hevur tikið við sum leiðari eft­ir Alberg Gaardlykke. Rúni Mohr er útbúgvin slaktari, men hann hevur sein­astu mongu árini starvast sum handilsleiðari í Skálkur- samtakinum. HENRIK WEIHE JOENSEN KOMMUNUSTJÓRI Í FUGLAFIRÐI Fuglafjarðar Kommuna hevur sett Henrik Weihe Joensen í starv sum kommunustjóra. Hann er 51 ára gamal og útbúgvin politistur og juristur. Harumframt hevur Henrik Weihe Joensen tikið master útbúgving í almennari leiðslu umframt onnur viðkomandi skeið. Henrik Weihe Joensen hevur leiðsluroyndir sum stjóri í Tilbúgvingarstovni Føroya, virkandi stjóri í MRCC/Tórshavnradio og sum kommunustjóri í Tvøroyrar kommunu. Harumframt hevur Henrik starvast sum fulltrúi hjá Løgtingsins Umboðsmanni og sum ráðgevi í Fiskimálaráðnum. Henrik Weihe Joensen byrjar í starvinum sum kommunustjóri tann 1. september 2020 JÓHAN HENDRIK SKAL STJÓRNA VÁGA KOMMUNU Vága býráð hevur sett Jóhan Hendrik Ellef­sen sum kommunustjóra í Vága komm­unu.  Jóhan Hendrik er útbúgvin sum Cand. Jur. á Københavns Universitet. Hann hevur starvast sum løgfrøðingur hjá Vørn og hjá Sjóvinnustýrinum, sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá Keel Solution ApS í Keypmannahavn, og hann hevur verið starvslesandi á Løgmansskrivstovuni, Tórshavn. Hann tekur við starvinum 1. juli 2020. ÓLAVUR Á ODDA FYRI NEMLIA Ólavur Ellefsen úr Havn er settur sum nýggjur stjóri í fyritøkuni Nemlia. Fyritøkan kallaðist áður TechCare og fram­leiðir tøkni til umsorg­ar­ tænastuna. Ólavur Ellefsen er kendur íverkseti og er for­mað­ ur fyri stýrinum fyri Fróð­skap­ ar­setur Føroya. Hann var við at stovna tele­ fon­felagið Kall og hevði sína egnu fyritøku, Sim­prentis, sum hann hevur selt. Ólavur Elle­f­ sen er 50 ár.