hósdagur 25. juni 2020síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Til skips við Gitte Henning 1
Granskingin hevur eisini ført við sær, at Sanna Laksá
hevur verið onkran túr til skips.
– Eg havi verið ein túr við Gitte Henning 1, umframt
at eg eisini var eftir skipinum. Tað er fyri at læra um
mannagongdirnar umborð. Fyri meg er tað sera týðandi
at skilja, hvat gongur fyri seg umborð, og eisini at betra
um viðurskiftini, sigur hon.
Ætlanin var, at hon skuldi við aftur, men vegna
koronusmittuna er tað útsett.
– Er ein granskari einaferð, so heldur ein á at vera
granskari. Tað er so týdningarmikið at framhaldandi
arbeiða við menning, tí at vit liva av tí, sum havið gevur.
Vit mugu hugsa longur fram enn bara at vit fara út at
fiska í dag. Tað er mítt hjartamál, at vit mugu gagnnýta
tilfeingið, sum er, og fáa sum mest burturúr tí, sigur hon.
Menninir lurta
– Eg havi ongantíð hildið, at fiskivinna hevur fylt
so nógv í familjuni, sjálvt um nøkur í ættarliðunum
frammanundan hava havt ymiskt við fiskivinnu at gera.
Men nú eri eg brádliga blakað út í tað. Nú er alt fiskur, og
eg gangi kaitúr og hyggi, hvør landar í dag. Tað er mega
spennandi, sigur Sanna Laksá.
– Fiskivinnan er nokk so nógv merkt av mannfólkum.
Men tað er ikki bara fyri menn. Um ein hevur áhuga, so
er ein hjartaliga vælkomin at vera har. Tað eru eisini fleiri
møguleikar hjá kvinnum í fiskivinnuni.
Og hon heldur, at tað verður lurtað eftir henni.
– Ja, teir lurta merkiliga væl eftir mær. Eg havi als ikki
upplivað, av tí at eg eri konufólk, at eg ikki verið vird.
Um nakað, so verður tað lurtað betri eftir mær. Tað er
hugaligt, sigur hon.
Granska í fiski- og alivinnu
Eldra systurin, Unn Laksá, var liðug við sína phd í 2013,
og hon fekk beinanvegin starv í Syntesa sum granskari.
Tað var eitt fantastiska spennandi umhvørvi at arbeiða
í, har vit arbeiddu við tvørfakligum altjóða granskingar
verkætlanum.
– Eg hevði skrivað eina phd um veðurlagsbroytingar
og miðling av tí. Meðan eg arbeiddi hjá Syntesa, var eg
millum annað við í eini verkætlan, har vit kannaðu, hvussu
veðurlagsbroytingar ávirka fiskivinnu og alivinnuna uttan
um okkum. Hetta var ein størri verkætlan, sigur Unn
Laksá.
Hon hevur eisini arbeitt í verkætlan, har granskað varð,
hvussu vit betri kunnu gagnnýta alt av botnfiskinum, tað
vil siga eisini tað, sum vanliga verður blakað út aftur.
– Livrar, høvd og annað verður blakað út aftur, men
tað er virði í tí, og vit eiga at miða ímóti at kunnu gagn
nýta tað í framtíðini. Nakað verður gjørt við at fáa hetta
til lands og virðisøkja tað, men nógv kann gerast afturat,
sigur Unn Laksá.
Hon vísir á, at tað kostar at fáa hetta til lands, og íløgur
mugu gerast fyri at fáa meira burturúr tí.
– Mannagongdir mugu broytast og íløgur mugu gerast
umborð og á landi, sigur Unn Laksá.
Hon vísir á, at tørvur er at granska enn meira innan
hetta økið.
Vørumenning í fiski- og alivinnuni
Nú er eldra systirin vorðin stjóri í nýggja granskingar
stovninum Sjókovanum, har tey granska innan burðar
dygga menning og nýskapan innan fiski- og alivinnuna
– Vit hava fleiri spennandi uppgávur fyri framman.
Vit leggja dent á, at arbeiða við vørumenning í føroysku
fiski- og alivinnuni. Vit vóna, at granskingin kann koma
vinnuni til góðar, so at vit menna fiski- og alivinnuna
enn meira, og at vit við granskingini kunnu vera við til
at virðisøkja tilfeingið, føroyska samfelagnum at frama,
sigur Unn Laksá.
Nógv fiskaprát í familjuni
Av tí at báðar systrarnar búgva í Syðrugøtu, síggjast tær
ofta, og tá verður eisini prátað um fisk.
– Til tíðir er nokk so fitt av fiskapráti í familjuni, men
um fleiri onnur eisini eru har, so royna vit eisini at práta
um okkurt annað, sigur Sanna.
Tá ið tær eru saman við vinkonum, verður ikki prátað
so nógv um fisk.
– Eg haldi ikki, at kvinnur vanliga hava so stóran áhuga
fyri fiski. Tað er meir nakað, sum menn práta um, sigur
Sanna Laksá.
Eg havi als
ikki upplivað,
av tí at eg eri
konufólk, at eg
ikki verið vird.
Um nakað,
so verður tað
lurtað betri
eftir mær
Sanna Laksá arbeiðir sum búskaparráðgevi og granskari hjá Varðanum í Gøtu
Unn Laksá arbeiðir sum stjóri í nýggja granskingarstovninum Sjókovanum