Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Í fótafetunum hjá systrini Unn og Sanna eru einsamallar systrar. Lítlasystirin var fleiri ferðir og vitjaði systrina í Liverpool og dámdi sera væl býin. Tað endaði tí við, at hon eisini valdi at lesa í Liverpool tá hon fann sína dreymaútbúgving innan stødd­frøði og búskaparfrøði á University of Liverpol. – Eg ynski altíð at lesa í einum enskt talandi landi, so tað var stuttligt at hetta kundi gerast í Liverpool og so tætt saman við Unn, sigur Sanna, sum nú er 30 ára gomul.  Fiskivinnunýskipanin Lidnar við útbúgvingarnar eru báðar endaðar aftur í heimbygdini Syðrugøtu. – Tað var eitt sindur av tilvild, at eg endaði í fiski­vinnuni. Fyrsta greinin, eg skrivaði sum PhD lesandi, hevði einki við fiskivinnu at gera, og tá ið upp­boðs­sølurnar av fiskirættindum gjørdust partur av fiski­vinnu­ný­skipanani sá eg ein giltan møguleika. Tað tók mær ikki langa tíð at taka avgerð um at hetta skuldi verða partur av míni gransking, sum kom at snúgva seg um útlut­ingarhættir sum uppboðssølur, søgulig rættindi og Shapley virðið, sigur Sanna Laksá. Búskaparráðgevi hjá Varðanum Sanna Laksá var 28 ára gomul, tá ið hon var liðug við sína phd, og beint aftaná fekk hon starv hjá Varðanum í Gøtu sum búskaparráðgevi. – Í fyritøkuni taki eg mær mest av tí, sum hevur við tøl og útrokningar at gera. Men eg taki mær eisini av tí, sum hevur við menning og gransking at gera, sigur hon. Granskingin førir millum annað við sær, at hon arbeiðið við at menna fyritøkuna innan ymisk øki. – Tað er millum annað ymiskt, ið vit royna at menna umborð á skipunum. Tá verður samskift við maskinmenn, skiparar og onnur fyri at finna út av, hvat kann gerast, so vit kunnu betra um virksemi hjá felagnum, sigur Sanna Laksá. Hon vísir á, at tað er nógv, ið kann gerast betri umborð. – Tað er nógv dáta, sum kann økja effektivitetin hjá okkum. Millum annað hitamátingar í sjónum saman við fylgisveinamyndum, sum kunnu siga nakað um, hvar fiskur er. Men eisini nær vit nýta nógva olju, og nær minni, hvussu skjótt skal skipið sigla og so framvegis. Tað er nógv at fara eftir, og tað krevur tíð og orku. Tí er sera gott, at Sjókovin kann vera við at seta fokus á hetta, sigur hon. Systrarnar Unn og Sanna Laksá í Syðrugøtu. Báðar hava skrivað Phd, og báðar arbeiða við gransking Tað er mítt hjartamál, at vit mugu gagn­ nýta til­feing­ ið, sum er, og fáa sum mest burturúr tí fiskatilfeingi