Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 S ambandið ímillum gransking og sjófeingisvinnur er blivið tættari enn nakrantíð áður við systrunum Unn og Sannu. Eftir útbúgvingarørindi í Liverpool, hava tær í teirra nærumhvørvi, hvør í sínum lag, arbeitt við burðardyggari menning og umsiting av fiski- og alivinnu. Liverpool – Eg hevði hug at fara til Bretlands at lesa stjórnmálafrøði. Eisini fyri at styrkja førleikarnar í enskum. Eg søkti og fekk møguleikan á fleiri universitetum. Eg hevði hoyrt áðrenn, at Liverpool var ein ídnaðarbýur, sum kanska ikki var so áhugaverdur. Eg fór eitt vikuskifti hagar at vita, hvussu býurin var, áðrenn eg valdi at lesa har. At eg so eisini haldi við Liverpool, spældi nokk eitt sindur inn eisini, sigur Unn Laksá, sum nú er 36 ára gomul. Meðan hon las í Onglandi, var hon ofta og hugdi eftir yndisliðnum. – Tað var ikki fyrr enn tá ið eg var komin hagar, at liðið aftur byrjaði at vinna. Teir vunnu Champions League Í 2005, sum eg var byrjað um heystið 2004, sigur Unn og flennir. TEKSTUR FRANTS JENSEN MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN Systrarnar Unn og Sanna Laksá fóru báðar til Liverpool at lesa, har tær hava nomið sær PhD útbúgving. Aftaná 8 ár í Bretlandi, eru báðar nú aftur í heimbygdini Syðrugøtu, har tær arbeiða við menning av fiski- og alivinnu. Onnur er stjóri í granskingarstovninum Sjókovanum og hin er búskaparráðgevi hjá Varðanum Phd systrar granska í