Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Vit hava nakað av gransking á Havstovuni, nakað er á Fiskaaling, nakað á Fróðskaparsetrinum, men tað er nokk so spjatt. Vit kunnu fáa nógv gott burturúr við at arbeiða saman, millum annað møguleikar at fáa granskingarpengar til Føroya, segði hann. Hann vísti eisini á ítøkiligt dømi, hvat kann koma burturúr, við at granskingin og vinnan samstarva. – Vit vita, at fiskur trívist væl, har heitur og kaldur sjógvur møtast. Við nýmótans útgerð umborð, sum millum annað kann máta hitan í sjónum saman við fylgisveinamyndum, kann bera til at finna hesi støðini. Um vit fáa øll hesi dátaini, so kann bera til at siga skipum, hvar kaldur og heitur sjógvur møtast, og har tað er størst sannlíkindi fyri at fiskur er at fáa. Tað kann spara tíð hjá skipunum at leita umframt at minka um útlátið av koltvíiltu, segði hann. Fleiri verkætlanir Christoffur Gert Nielsen, atknýttur granskari hjá Sjókovanum, hevði eisini stutta framløgu undir móttøkuni um ávirkanin av covid-19 á føroyska fiski- og alivinnu og avleiðingarnar fyri føroyska búskapin. Verkætlanin er fíggjað av granskingarráðnum, og endalig frágreiðing verður løgd fram fyrst í oktober. Granskað verður í fleiri evnum, millum annað í altjóða verkætlanum innan umsiting av havtilfeingi. Tvey fólk eru í starvi hjá Sjókovanum, og tilsamans eru seks fólk knýtt at Sjókovanum. Hvar er størst sannlíkindi fyri at fáa fisk? Hjálmar Hátún, fiskifrøðingur á Havstovuni, hevði ein fyrilestur á móttøkuni hjá Sjókovanum. Hann vísti á, at tørvur er at savna granskingina Hjálmar Hátún, fiskifrøðingur á Havstovuni Mynd: Álvur Haraldsen Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum Mynd: Álvur Haraldsen Stjórin í felagnum, Unn Laksá, hevur eina Phd í stjórnmálafrøði frá University of Liverpool. Hon hevur drúgvar royndir við gransking innan evropeiska fiskivinnu og gransking. Hon hevur arbeitt í sjey ár í Syntesa, áðrenn hon byrjaði sum stjóri í Sjókovanum. – Endamálið við grunninum er at stimbra burðardygga menn­ing og nýskapan í fiski- og alivinnu við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum. Eisini skal grunnurin virka sum samskiftisdepil fyri sjófeingisfyritøkur og aðrar áhuga­ partar, segði hon. Røkka burðardyggu heimsmálunum hjá ST Ein av teimum, sum hevur gjørt stórt forarbeiði fyri Sjó­ kovan er Ólavur Gregersen gjøgnum tað arbeiði, hann hevur gjørt við verkætlanum og við Bitland og Syntesa. – Tað er honum at takka at vit kunnu koma so væl í gongd, tí vit hava neyðugu førleikarnar og eitt spennandi al­tjóða netverk, sigur Unn Laksá. Uppgávur, sum Sjókovin fer at taka sær av, eru ymiskar. – Vit fara at gera ársfrágreiðingar við greiningum um støðuna í fiski- og alivinnuni, samskipa átøk fyri at røkka burðardyggu heimsmálunum hjá ST, fáa til vega undirvísingartilfar til fólka- og miðnámsskúlar um burðar­dygga fiski- og alivinnu umframt annað, sigur hon. Fleiri fólk innan fiski- og alivinnuna vóru á móttøkuni í Bátasavninum í Leirvík