Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 H erfyri var granskingarstovnurin Sjó­kovin settur á stovn. Nýggi stovnurin heldur til í skriv­ stovuhølunum á ovastu hædd í Báta­savninum í Leirvík. Sjókovin er ein óheftur, privatur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur, sum tær fimm før­oyskar fyritøkurnar Syntesa, Christian í Grótinum, Varðin, Framherji og Hiddenfjord, hava sett á stovn. – Vinnan hevur sett stovnsfæ í Sjókovan, so gransk­ ingar­stovnurin kann vera til. Annars liva vit av privatari fígg­ing í mun til hvørja einstaka granskingarverkætlan. Stovn­ar­arnir hava ikki ræði á stovninum, og sum granskarar skulu vit arbeiða óheft. Tað er heilt grundleggjandi í tí at vera granskari, sigur Unn Laksá. Granska fyri at menna sjófeingisvinnur Tað eru fleiri granskingarstovnar í Føroyum, men hon heldur, at Sjókovin passar væl inn í landslagið. – Okkara fokus er øðrvísi enn hjá hinum granskingarstovnunum. Vit leggja serliga dent á tann um­sitingarliga, búskaparliga og samfelagsliga partin, meðan aðrir stovnar granska meira í tí lívfrøðiliga og umhvørvisliga. Tí haldi eg at tað eru stórir sam­ starvsmøguleikar, sigur Unn Laksá. Granska hvat loysir seg Stjórin vísir á, at nógv kann gerast innan hetta økið í Før­oyum. Eg haldi, at vit sum land áttu at lagt størri dent á at granska, hvussu vit kunnu betra okkum. Tað er ikki nógvur dentur lagdur á gransking um, hvussu vit best umsita tilfeingið, hvat búskaparliga og samfelagsliga ávirkanin er av sjófeingisvinnunum og so framvegis. Vinnan er áhugað í hesum, og sum granskarar halda vit tað vera sera áhugavert at granska í tí, sum er grundarlag undir okkara búskapi, og um vit kunnu vera við til at menna okkum innan hetta økið, sigur Unn Laksá. Nakað gott kann spyrjast burturúr Í sambandi við móttøkuna hjá Sjókovanum, sum var í Bátasavninum í Leirvík herfyri, segði Niels Winther, for­ maður í grunninum fyri Sjókovan, millum annað soleiðis. – Eg havi ofta verið á fiskivinnuráðstevnuni í Brúsell, og har hevur verið sagt, at tað er tað einasta staðið, har allir føroyingar í fiski- og alivinnuni møtast. Men eg vænti, at Sjókovin kann vera tað nýggja staðið, har føroyingar innan fiski- og alivinnuna møtast, og har nakað gott kann spyrjast burturúr, segði hann. Formaðurin vísti á, at gransking kann vera sera gevandi. – Tað er kapping millum tær ymisku fiski- og ali­ fyritøkurnar, men tað er eisini nógv at vinna við sam­ starvi. Sjókovin er ein opin granskingarstovnur, har allir áhugapartar eru vælkomnir at koma við teirra ískoyti og hugskotum, segði Niels Winther. Burðardygg menning og nýskapan í fiski- og alivinnu Tað er ein nevnd á fimm persónar í Sjókovanum. Um­framt Niels Winther, ið er tilnevndur av Føroya Arbeiðsgevarafelag, eru Elisabeth Ditleifsdóttir Eldevig Olsen, tilnevnd av Føroya Reiðarafelag, Gunnvør á Norði, til­nevnd av Føroya Havbúnaðarfelag, Hjálmar Hátún, til­nevndur av landsstýrismanninum við vinnumálum, og Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, í nevndini. Brúgv millum vinnufyritøkur og granskingina – Eg síggi okkum sum eina brúgv millum vinnufyritøkur og granskingina. Vit fara ikki bara at arbeiða við ástøði, men granska í evnum, sum kunnu menna føroysku sjófeingisvinnuna, sigur Unn Laksá, stjóri í nýggja granskingarstovninum Sjókovin TEKSTUR FRANTS JENSEN Niels Winther, formaður í grunninum fyri Sjókovan