Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 loysnunum, og vit hjálpa brúkarunum at velja tær røttu og seta tær saman, so bæði starvsfólini innan umsorgan og avvarðandi fáa yvirlit. Sjálvandi er hetta eisini gjørt, so brúkararnir sjálvir eisini fáa eitt betri yvirlit, sigur Ólavur Ellefsen. Hann leggur afturat, at hetta sjálvandi eisini kann brúkast heima privat. Endamálið er sjálvandi eisini, at eldru borgararnir kunnu vera sum longst í egnum heimi. – Ynskja tey at vera longri í egnum heimi, so gevur hetta eisini tann møguleikan, sigur stjórin. Hann vísir á, at her hjá okkum eins og í vesturheiminum annars, broytist demografiin, soleiðis at vit gerast alt fleiri eldri. Tað stendur á at fáa fólk inn í eldrarøktina til at taka sær av okkara eldru medborgarum, so hetta er ein hjálp. Talan er ikki um nakra kjallarafyritøku, tí sum nevnt eru einar 10 milljónir brúkt til hetta higartil. – Ætlanirnar eru stórar, men tað kostar nógv at menna tøknina. Vit hava ein verkstað í Gøtu, har vit gera okkara egnu GPS-arar og eina skrivstovu í Havn, har vit gera forritini. – Eisini samstarva vit tætt við umsorgartænastuna í Føroyum fyri at fáa hetta so vælvirkandi sum møguligt, sigur Ólavur Ellefsen. Hann vísir eisini eisini á, at tað hvørki eru pengar ella røktarheim nokk til at taka ímóti øllum okkum, sum liva longri og gerast eldri. Tað tí ræður um at gera tað møguligt hjá teimum at búgva í egnum heimi longst møguligt. – Millum annað í síggjar vit stórar møguleikar á marknaðinum. Tí er tað hetta, vit hava sett okkum fyri at gera, sigur Ólavur Ellefsen. Níggju fólk arbeiða í Nemlia. Nevndin í Nemlia er: Pál Weihe, formaður Joel undir Leitinum, Jan Petersen, Súni Schwartz Jacobsen Peer Bentzen T að var Linjohn Christiansen, skipari, sum á einum íverksetarafundi undraðist yvir, at hann á brúnni við nýmótans tøkni kundi stýra sínum troli og lemmum, men at tað ikki bar til at brúka tøknina til at gera lívi lættari fyri eldri og veik fólk við tøkni. Regin W Dalsgaard var á fundinum. Hann nevndi hugskotið fyri mammubeiggja sínum, Pál Weihe, lækna, sum beinanvegin fekk áhuga fyri møguleikunum. Tey settu eitt felag á stovn og fóru undir at menna tøkni, sum skal gera gerandisdagin lættari fyri eldri og veik fólk, men eisini fyri avvarðandi og umsorganarfólk, sum hava við hesi fólkini at gera. Sjálvur er hann giftur við kvinnu, sum er minnisveik og hann hugsaði ofta um tann ampa, sum hann hevði, tá ið hann ikki er saman við henni. – Tað hjálpir ómetaliga væl at vita, at viðkomandi ikki kemur í neyðstøður, uttan at eg fái tað at vita. Tað ger ampan eitt sindur minni, sigur Pál Weihe. Tech Care, sum fyritøkan kallaðist til nú, fór eisini í samstarv við fólk, sum taka sær av eldri fólki. Fyrst og fremst var talan um Norðoya Bú- og Herimatænastu. – Tey komu til okkara. Vit hildu, at hetta var ómetaliga spennandi, men sóu eisini fleiri avbjóðingar í tí, sum fyritøkan hugsaði at gera. Serliga vóru fleiri løgfrøðisligir spurningar, sum vit máttu fáa greiðu á, sigur stjórin í Norðoya Bú-og Heimatænastu, Marna Ellingsgaard Jensen. Hon sigur, at samstarvið hevur virkað væl. – Tað eru sjálvandi fleiri spurningar, sum vit mugu finna greiðu á, millum annað hvat ein hevur loyvi til og ikki, sigur Pál Weihe. – Tí er tað so avgerandi, at vit fáa góðar afturmeldingar frá teimum, sum arbeiða við avbjóðingunum í gerandisdegnum, leggur hann afturat. Føroyska fyritøkan keypti trotabúgvið, tá ið danska fyritøkan, sum var kappingarneyti hjá Nemlia fór av knóranum. Har var bæði vitan av ymiskum slag og tøkni. – Hetta er eitt spennandi øki at arbeiða við, tí vit mugu gera okkurt, skulu vit megna at taka okkum av teimum eldru í framtíðini, sigur Pál Weihe. Trolaraskipari kom við hug­ skotinum til tøkni Nevndarformaðurin í Nemlia tók hugskotið til sín og fór inn í arbeiðið við eldratøkni