Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Út í heim at hjálpa teimum veiku við nútímans tøknini Eitt føroyskt tøknifelag fer nú út í heim við tøkni, sum skal hjálpa veikum og eldri borgarum til eitt lættari og virknari lív Í gjøgnum nøkur ár hevur eitt føroyskt felag arbeitt við at menna skipanir, sum skulu gera gerandis­dagin lættari hjá eldri og veikum borgarum. Stóru uppsjóvarfeløgini Varðin og Christian í Grótinum hava sett pening í felagið, og júst nú hava tey sett tríggjar milljónir afturat í felagið, sum mennir hesa tøknina, og sum nú ætlar at bjóða seg fram uttanfyri landoddarnar. Nýggjur stjóri í felagnum er Ólavur Ellefsen, sum er kendur sum íverkseti. Felagið, sum higartil hevur havt navnið TechCare, eitur nú Nemlia. – Navnið var gott, men vit ætla okkum út í heim, og har vísir tað seg, at okkara gamla navn er ofta brúkt fyrr. Tí noyddust vit at finna eitt navn, sum er unikt og tað bleiv so Nemlia, sigur nýggi stjórin. Hann sigur, at hetta fyrst og fremst er eitt føroyskt felag, sum hevur arbeitt í Føroyum. Sjálvur er hann nýkomin í felagið, men hann sigur, at nógv góð fólk eru í felagnum, sum hava gjørt eitt megnar arbeiði. – Hetta er gjørt í samstarvi við Norðoya Bú- og Heimatænastu, Roðan og eldratænastuna í Vágum, sigur Ólavur Ellefsen. Eldratøkni, sum tey nevna tað, hevur fyrst og fremst til endamáls at gera, at fólk kunnu liva lívið til fulnar – eisini um tey eru veik ella eldri. Hetta skal eggja til eitt heilsugott og virki lív. Tøknin skal eisini geva hesum fólkum eitt størri frælsi enn tey hava, tá ið avmarkingar stinga seg upp í lívinum, eins og tøknin skal forða fyri at ólukkur henda. Stjórin í felagnum sigur, at nógvar av hesum tøknunum finnast í dag. Millum annað fallvarnarar og hurðavarnarar, roykvarnarar og kalliskipanir og aðrar samskiftisskipanir. – Tað sum vit gera er, at vit menna nakrar av hesum TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN