Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 mugu vit spara uppá kreftirnar, sum best ber til, fortelur vágbingurin. Aftrat hesum kann mann risikera at fáa sum uppgávu at vera leiðari og skula leiða sín bólk frá A til B, samstundis sum man er pressaður til sítt síðsta. – Her er eingin góða mamma Aftan á nógvar harðar venjingar kennir Hanna alt til at hava bløðrur í fótunum, at vera eym í øllum kroppinum og ikki merkja sína øksl ella sín arm. Men er tað nakað, sum hon hevur lært, so er tað, at mann noyðist at hava ein positivan hugburð. – Tað nyttar ikki at hugsa negativar tankar. Í staðin fyri at hugsa um bløðrurnar í fótinum, so hugsi eg, at eg í tað minsta havi turrar føtur. Tað snýr seg um at venda tað negativa til nakað positivt. Mann má altíð hava annan fótin framman fyri hin og halda áfram uttan at hugsa um forðingarnar. Tí her er eingin góða mamma, sigur Hanna. Ein minnilig guðstænasta Mest minniliga upplivingin hjá Hannu í herinum er ein guðstænasta, sum varð hildin aftaná eina av nógvum hørðum venjingum. Guðstænastan varð hildin við fýra feltprestum, har ein teirra var føroyingurin, Lis Samuelsen. – Tað var ein øgiliga góður máti at samla fólk uppá aftaná at hava verið undir so stórum trýsti á markini. Guðstænastan vísti, hvussu nógv relatiónir hava at týða á einum sovorðnum túri. Tað førdi okkum onkursvegna saman, og eg helt, at tað var øgiliga vakurt, sigur Hanna. Fyri hana er eingin kensla betur enn at koma heim aftan á eina harða venjing. – Tá fær mann høvi til at nullstilla og vera takksamur fyri alt tað, mann hevur. Hvørja ferð, tað er strævið hjá mær, so hugsi eg um hetta. Mann má brenna fyri tí Tá Hanna eldhugað fortelur um sína útbúgving og sítt arbeiðspláss lýsir tað úr henni, at hon brennur fyri hesum. Hon leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hon skal lýsa seinastu fimm mánaðirnar í herinum. – Tað er eitt fantastiskt arbeiðspláss. Eg havi lært ótrúliga nógv og havi ment meg nógv persónliga. Forsvarið testar okkum upp á ein góða máta, og mann sær, at mann kann nógv meira, enn mann heldur. Eg føli meg nógv meira robusta enn áðrenn. Eg toli nógv av og lati meg ikki skrekkja av nøkrum, sum ikki hevur nakað at siga. Tað hjálpir ikki, sigur Hanna og vísir á, at meginparturin av herinum er mannfólk. – Tað er eingin ivi um, at hetta er eitt mansdominerað arbeiðspláss. Men tað passar mær fínt. Hugburðsmessiga eri eg kanska eitt lítið mannfólk, so eg passi væl inn, flennir hon. Hóast herlæknaútbúgvingin hjá Hannu er bæði spennandi og mennandi, so hevur tað eisini sín prís. – Dagarnir eru ótrúliga langir. Um mann væntar, at mann skal hava eitt sosialt lív við síðuna av, so tekur mann feil. Tað er ómøguligt. So um mann ikki elskar tað og brennir fyri tí, so ber ikki til at gjøgnumføra útbúgvingina, sigur ein vælnøgd Hanna Bjarkhamar Poulsen. – Sjálvt um tað er hart, so hevði eg gjørt alt umaftur, tí mann lærir seg sjálva at kenna upp á so nógvar mátar. Eg elski hetta, og eg eri øgiliga takksom! Ætlar sær at vera narkosulækni Vanligvís plagar hernaðarlæknaskeiðið at vera eitt ár, men Hanna hevur valt at forleingja sáttmálan í eitt ár fyri at fáa so nógvar royndir og upplivingar sum gjørligt, áðrenn hon byrjar upp á sína serlæknaútbúgving sum narkosulækni. – Eg havi ikki skund eftir at blíva serlækni. Og eg eri slett ikki í iva um, at tá eg eri liðug aftaná hesi tvey árini, so fari eg at halda fram við “Search and Rescue”-vaktum. Men eg vil eisini av og á útsendast har, sum tað er brúk fyri mær, sigur Hanna Bjarkhamar Poulsen. Her er ein simulatiónsvenjing, har tey simulera kríggj við fleiri særdum hermonnum. Tey hava munnbind á sum fyrivarni fyri COVID-19 Her verður Hanna heysað frá bátinum til SAR-tyrluna Simulatiónsvenjing har tey venja eina katastrofu við nógvum særdum sivilum. Her hevur Hanna leiklutin sum viðgerði til eitt barn, sum hevur fingið hjartastopp