Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 verður læknin ikki sendur út, um hermenninir ikki hava tryggjað staðið. Tað gera teir til dømis við at kanna økið fyri minur við einum minuruddara. Men tað er sjáldan, at læknin er í vanda, tí aloftast er tað soleiðis, at hermenninir fáa sjúklingin inn til læknan, greiðir Hanna frá. – Men tað merkir ikki, at tað er trygt. Tí í prinsippinum er einki sikkurt, tá mann er útsendur. Mann kann ongantíð siga, at nakað er uttan risiko, sigur hon. – Eg vil gera ein mun Fyri at skilja, hví Hanna valdi at blíva lækni í herinum, má mann eisini skilja, hvussu hon er sum menniskja. Hon er eitt sosialt menniskja, og hon hevur altíð viljað sloppið at arbeitt við menniskjum - at bjarga lívum og gera ein mun er tí nakað, hon brennur fyri. – Eg vil gjarna gera mun. Og eg føli, at eg geri størstan mun við at vera mitt í brennideplinum. Mín drívmegi til at gera mun er størri enn mín stúran fyri, at okkurt skal henda mær, sigur Hanna Bjarkhamar Poulsen. Haraftrat er hon ógvuliga forvitin av lyndi, og tí dámar henni eisini væl at hugsa út um boksina. Hon hevur eina trúgv upp á, at tað í nógvum førum ber til at gera tingini øðrvísi, enn mann vanliga ger. Hennara pragmatiska tilgongd passar væl til hugsanarháttin hjá einum góðum hernaðarlækna. – Tá mann er útsendur í Afghanistan, so hevur mann ikki øll amboðini, sum mann vanliga hevur á einum sjúkhúsi. Har er til dømis ikki ein respiratorur, men bara ein flutningsrespiratorur, sum yvirhøvur ikki kann tað sama sum vanligi resperatorurin. Mann skal tí vera kreativur onkursvegna, fortelur Hanna. Skal vera fyrireikað til alt Sum hernaðarlækni má mann tola nógv av bæði fysiskt og psykiskt, og tí verður mann eisini lagdur undir eitt ekstremt trýst undir útbúgvingini, sum fyrigongur í Århus. Læknarnir skulu so at siga royna alt, sum hermenninir og sjúklingarnir kunnu koma út fyri, soleiðis at teir kunnu seta seg inn í allar teinkiligar støður. – Vit læra ikki bara um kavarasjúku. Vit skulu út at kava, so vit skilja, hvussu kavarin hevur tað. Vit skulu heldur ikki bara lesa um hæddarsjúku, og hvussu forholdini eru í luftini. Vit skulu upp at royna tað við tyrluni, sigur Hanna Bjarkhamar Poulsen. Læknarnir læra á herlæknaútbúgvingini nógvar akuttar mannagongdir, sum kunnu bjarga lívum her og nú. Hanna er serliga áhugað í tí præhospitala, sum snýr seg um at viðgera hermenn og sivil, áðrenn tey koma á sjúkhúsið. Til dømis hava tey lært neyðtrakeostomi, har mann koyrir eitt rør í hálsin fyri at geva sjúklinginum ein nýggjan luftveg. – Fyrst venja vit mannagongdirnar á dukkum. Síðani læra vit tað á grísum, áðrenn vit kunnu gera tað á menniskju. Vit læra at vera pragmatiskt á tann hátt, at vit kunnu brúka tey amboðini, sum vit hava til taks, og her ræður tað um at klára tað eftir besta førimuni og eftir umstøðunum, greiðir Hanna frá. – Vit hava sum læknar lítið av ressourcum, men vit hava akkurát nokk til at halda sjúklingunum á lívi, áðrenn teir koma til eitt feltsjúkhús. Vit læra eisini, hvussu vit kunnu bjarga so nógvum sum gjørligt, um nógv fólk eru særd á einum ávísum øki. Í slíkum støðum hevur mann ikki nógva tíð, og tá má mann fáa fólk skjótt burtur av staðnum. Tá ræður um at prioritera. Bjarging við tyrlu Ein partur av milliterlæknaútbúgvingini er at vera “Search and Rescue”-lækni. – Um fólk eru komin illa fyri á sjónum ella í fjøllunum, so er SAR-læknin við til at bjarga teimum við tyrlu. Har hava vit so lært, hvussu mann verður loraður niður frá tyrluni umborð á bátin fyri at so at heinta sjúklingin, fáa hann spentan fastan og heysaðan upp aftur, so hann sleppur akutt til sjúkhúsið, fortelur Hanna, sum heldur hendan partin av útbúgvingini vera ógvuliga spennandi. Sum skipslækni eru tað eisini serligar støður, sum eru neyðugar at venja. – Tá vit sigla úti, kann tað vera, at vit eru fimm tímar frá at koma í land, og tað er ikki altíð vist, at tyrlan sleppur til. Um vit hava ein sjúkling, sum hevur fingið ein blóðpropp í hjartað, so er avbjóðingin at halda viðkomandi á lívið og undir bestu umstøðunum, áðrenn hann sleppur á sjúkhúsið til viðgerð. – Vit menniskju klára meira enn vit halda Í byrjanini av herlæknaútbúgvingini lærir mann, hvussu tað er at vera ein hermaður. Talan er um eitt intensivt skeið, har mann lærir um taktikk, og hvussu mann hugsar, tá mann er í kríggi. – Okkara basalu fysisku tørvir verða pressaðir, so vit læra, hvussu nógv vit klára, og so vit skilja, hvussu ein hermaður, sum hevur verið í kríggj, hevur tað, sigur Hanna Bjarkhamar Poulsen og tekur nøkur dømi: – Einaferð vóru vit úti á markini í fleiri dagar. Vit fingu lítið at eta og drekka og høvdu einki heitt vatn. Vit skulu jú ikki risikera at knappliga standa uttan mat og vatn, og tí skulu vit býta tað best møguligt millum okkum fyri at koma ígjøgnum dagin. – Vit svóvu bara í tveir ella tríggjar tímar úti á grasinum í februarmánað. Hvørja ferð, vit royndu at leggja okkum, so svav mann við einum opnum eyga, tí vit vistu ongantíð, hvør næsta uppgávan fór at vera, minnist Hanna Bjarkhamar Poulsen afturá. – Haraftrat gingu vit eini 25.000 fet hvønn einasta dag við tungum vápnum, og eg haldi, vit høvdu eini 40 kilo á okkum alla tíðina. Sjálvt um vit sjálvi mangla vatn og mat ella vilja á vesi, so skulu vit allíkavæl klára at gjøgnumføra tær uppgávurnar, vit fáa á túrinum. Og tað ber væl til, tí vit menniskju klára nógv meira, enn vit halda, sigur hon. Læknarnir skulu læra at spara upp á kreftirnar. – Til dømis skulu vit gjøgnumføra ein forhindringsbana so skjótt sum gjørligt, og samstundis skulu vit eisini spara uppá kreftirnar, tí júst eftir ein forhindringsbana skulu vit bera ein stóran gummibát 20 kilometrar. Í kríggi veit mann sjáldan, hvør næsta uppgávan verður, og tí Vatnpassaga klokkan 05 um morgunin undir venjing. Vatnið var umleið 10 hitastig